Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-30, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 2019síða 60

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. apríl 2019 · Nr. 49 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bilar First Stop Super-Dekk ger nógv burtur úr at skúla síni starvsfólk, so tey kunnu tæna við­ skifta­fólkunum á besta hátt. Dekk-tøkni er nógv ment seinastu árini, og so mugu tey, ið vilja geva bestu tænastuna, út­búgva seg og kunna seg um alt tað seinasta nýggja á økinum. Tí hava tey verið á skeiði fleiri ferðir seinastu tíðina, sum so er endað við, at tey hava fingið prógv. Nú útbúgvingarskeiðið er endað á hesum sinni, og fólk hava brúkt tíð og orku uppá at menna seg og læra, valdu tey at seta punktum og takka dugnaligu starvs­fólk­ unum við at fara eina starvsfólkaferð til Keyp­ mannahavnar. Fríggjadagin 12. apríl fóru tey úr Vágum til Keyp­mannahavnar, har tey millum annað vitjaðu eitt framkomið dekk­ verk­stað, koyrdu GoCart á Actioncenter Amager, sigldu í runt havnini og gingu ymsastaðni runt í góð­veðrinum í "Kongens Køben­havn". Hæddarpunktið og stóra upplivingin kom dagin eftir, tá ið tey vóru við til hondbóltsdystin millum Føroyar og Ukraina og millum Dan­ mark og Montenegro. Sun­nu­dag­urin fór við at taka sær av løttum og sunnu­kvøldið vóru tey aftur í Føroyum í øllum góð­um. First Stop skúlar síni starvsfólk TÍÐINDASKRIV Dekk-menn í røttum umhvørvi Vit eru spentir at fara Vit koyra GoCart Vit fáa prógv