týsdagur 30. apríl 2019síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. apríl 2019 · Nr. 49
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bilar
Vilmund Jacobsen
Navnið á fyritøkuni, sum
varð skrásett í oktober
mánaði í fjør, er West
Clear. Tænastan vendir
sær ikki bara til eldri
bilar við skøvum og ljót
um lakki, men eisini til
nýggjar bilar, tí tað eru
eisini nógvir nýggir bilar,
sum kunnu hava smáar
skøvir.
- Vit arbeiða í einum
stórum bilhúsi á umeið
80 fermetrar, og hetta er á
adressuni Hornavegur 22
í Vestmanna – ella beint
yvirav, har vit búgva.
Tríggir
bilar
kunnu
standa
í
bilhúsinum
í senn, men tá verður
tað heldur trongligt at
arbeiða. Vit plaga tí at
siga, at tveir bilar í bil
húsinum er tað optimala,
sigur Tóri Thorleifsson.
Hann vísir á, at høvuðs
vøran í øllum arbeiðnum
er fantastiska góða og
sterka keramiska lakk
verjan, NL272, sum hon
kallast. Við røttu undan
viðgerðini við vasking og
polering fáa viðskiftafólk
ein bil heimaftur, sum
eftir mínum tykki er bæði
vakrari og blankari enn,
tá hann var nýggjur.
- Í fyrsta lagi verður
bilurin
ógvuliga
væl
vaskaður,
og
hann
verður vaskaður upp til
fleiri ferðir. Síðan verður
hann poleraður, soleiðis
at skøvur og steinsløg
ikki síggjast meira – og at
enda fær bilurin keram
isku lakkverjuna, sum
hevur fleiri ára livitíð.
Tóri
Thorleifsson
sigur, at tá viðgerðin,
sum tekur nakrar dagar
tilsamans, er liðug, hava
fólk ein bil, sum bæði er
skínandi, er væl vardur
móti vindi og veðri og
sum verður sera lættur
at vaska tey næstu árini.
Hetta er bakgrundin
- Søgan aftan fyri okkara
virksemi
er,
at
pápi
mín,
Remi
Thorleifs
son, arbeiddi sum bil
mekanikari í eini 30-35 ár,
har hann eisini hevði bila
verkstað sjálvur. Hann ar
beiddi nógv við at polera
og lakkera bilar og kennir
tískil til alt, sum hongur
uppi í hesum.
Tóri Thorleifsson vísir
á, at sum tíðin leið fór
pápin aðrar leiðir, og sein
astu árini sigldi hann.
- Leingi hevur hann
leitað eftir einari lakk
verju, sum er nógv betri
enn tað vanliga boni
voksi, sum flestu kenna.
Tá hann at enda fann
keramisku
lakkverjuna
NL272, sum hann sjálvur
síðan royndi í næstan trý
ár, sá hann, at júst henda
lakkverja er nakað heilt
fyri seg.
Tað er nevniliga soleið
is, at NL272 bindur seg til
lakkið á bilinum á ein heilt
øðrvísi og betri hátt enn
tað, vit vanliga kenna.
- Bitlarnir í NL272 eru
so evarska smáir, og undir
viðgerðini detta teir eisini
niður í mikroskopisku
skøvirnar og binda seg
soleiðis á ein heilt annan
hátt til billakkið, sigur
hann.
Tóri Thorleifsson vísir
á, at eftir at hava keypt
hesa lakkverju heim fyri
3-4 árum síðan, og eftir at
hava roynt hana á egn
um bili í næstan trý ár,
gjørdu feðgarnir av at
gera nakað við hetta.
- Hetta er líka sum
søgan aftan fyri ta við
gerð, sum vit veita í fyri
tøkuni, WestClear. Eftir
viðgerðina við hesi lakk
verju,
verður
bilurin
standandi í einar 48 tím
ar,
meðan
lakkverjan
herðist.
Hann sigur, at teir
koyra slett ikki bonivoks
á bilin, men bilurin verð
ur, sum áður nevnt, bæði
væl vaskaður og poler
aður, áðrenn viðgerðina
við lakkverjuni.
- Tað eru nógvir nýggir
bilar, sum hava smáar
skøvur, og ert tú góður
við bilin, kann tað vera
skilagott at taka hesa
lakkverju
beinanvegin.
Vanliga tekur tað fólki ein
ella tveir tímar at vaska
ein bil rímiliga reinan,
men eftir viðgerðina við
hesi lakkverju styttist
vaskitíðin niður í einar 30
minuttir, og tá er bilurin
gullreinur.
Bara dygdararbeiði
Tóri Thorleifsson sigur,
at ein slík viðgerð, sum
WestClear í Vestmanna
bjóðar, tekur einar 4-5
dagar, men alt veldst um,
hvussu nógv er at gera
við bilin.
- Vit vilja gera arbeiði
væl,
og
tískil
verður
arbeiðið ikki skundað
ígjøgnum.
Vit
brúka
heldur ein dag meira,
tí í fyrsta lagi skulu vit
sjálvir vera nøgdir við av
rikið. Tá vit eru nøgdir,
eru viðskiftafólkini eisini
nøgd, og tað er jú enda
málið við okkara tænas
tu.
Hann
ásannar,
at
úrslitið við keramisku
lakkverjuni hevur verið
so mikið gott, at tað er
næstan ov gott til at vera
veruleiki, sum hann tekur
til, men hetta er veruleiki,
staðfestir hann.
- Umframt at viðgera
bilar á WestClear, hava
vit eisini nethandil –
www.westclear.dk – har
henda vørar umframt
ymiskar
aðrar
vørur
verða seldar, sigur Tóri
Thorleifsson.
Tey, sum vilja vita
meira um virksemið hjá
feðgunum í Vestmanna,
kunnu ringja á tlf. 217621
ella á tlf. 260020.
WestClear í Vestmanna
ger bilarnar sum nýggjar
Í Vestmanna hava feðgarnir, Remi og Tóri Thorleifsson,
eina spennandi fyritøku og tænastu, sum vendir sær
til teirra, ið eru góð við sínar bilar og vilja hava teir
at vera vakrar og haldbarar leingi – ja, í fleiri ár