hósdagur 2. mai 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019
SOSIALURIN 50
28
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE – VIÐ LØKIN, RUNAVÍK
N
SÍ hevur við sínum
fjórða sigri upp í slag
- við Løkin - blandað
seg upp í oddastríðið.
Við málum frá Jann Martini
Mortensen og Pól Jóhannusi
Justinussen vinnur NSÍ 2-1 á
B36, og kemur upp á 13 stig. B36
stendur eftir við 12 stigum eftir
sjey umfør. Tað eru tey somu 12
stigini, sum liðið hevði eftir fýra
umfør.
Meðan Jens Martin Knudsen
og NSÍ-legan fegnaðust um
sigurin mánakvøldið, so er lagið
verri í B36-leguni, har Jákup á
Borg, venjari, setir spurnartekin
við fleiri partar av spælinum hjá
sínum monnum.
-Eitt er at vit mangla nakrar
lyklaspælarar, men tá vit so
heldur ikki vinna nærdystirnar,
ella fáa fatur á leysu bóltunum,
so verður tað torført, sigur
Jákup á Borg.
Rótut frá einum
enda í annan
NSÍ-liðið líktist sær sjálvum.
Bárður J. Hansen er tøkur aftur.
Tað merkir, at Pætur Hentze
spælir á vinstra bakki, meðan
Pól Jóhannus Justinussen er
fluttur fram á miðvøllin. Jannik
M. Olsen byrjaði á vinstra vongi,
meðan Petur Knudsen er við
aftur á bonkinum, eftir at hava
verið skaddur.
B36 er uttan Erling Jacobsen
og Alex Mellemgaard í verjuni.
Tað merktist væl á spælinum,
at B36 ikki hevur hegnið at fáa
bóltin fram í føturnar á Lukasz
Cieslewicz og Brian Jakobsen.
Fyrri hálvleikur er rótutur og
tað mesta fyrigongur á miðjuni,
har menn takla, skumpa og gera
hartil eitt ótal av feilavlevering
um.
Ljóspunktið í fyrra hálvleiki
kemur, tá Árni Frederiksberg
sendir fríspark beinleiðis í málið
úr 25 metrum.
- Hatta hava vit lært hann,
sigur Jens Martin Knudsen
brosandi eftir dystin og leggur
afturat:
- Vit kenna væl Árna her inni.
Vit royndu at lat vera við at gera
fríspørk, men tað eydnaðist ikki
og tað kostaði dýrt í hasum føri
num, sigur fyrrverandi lands
liðskempan.
NSÍ vinnur dystin
Seinni hálvleikur er bara tveir
minuttir gamal, tá Jann Martin
Mortensen javnar til 1-1. Bólturin
kemur innfyri úr vinstru, og so
er gløggi miðvallarin fyrstur at
hála bóltin til sín. Tætt undir
málinum kann hann heldur
lættliga skora til 1-1.
Síðani liggur dysturin á
vippuni til eitt stórt korter er
eftir. NSÍ hevur munin, tí B36
fær ikki spælt seg til málmøgu
leikar, meðan NSÍ tykist hava
eitt sindur meiri av tyngd í
álopsspælinum.
Úrslitið er, at Klæmint A.
Olsen royndir seg við skoti,
sum tó endar við at blíva eitt
frálíkt innlegg til Pól Jóhannus
Justinussen, sum kann stúta
bóltin í málið til 2-1.
Stutt seinni fær hann aftur
møguleikan, tá hann stendur
leysur í brotsteiginum eftir frí
sparksinnlegg, men hesa ferð fer
bólturin uppum.
B36 roynir seg
við fleiri longum
sendingum seinastu
løtuna, men tað var ikki
ætlanin. Ein skifting í
miðverjuni ger, at eitt nú Jónas
Tór Næs endar á vinstra bakki.
Tveir ungir mans enda á høgru
síðu í verjuketuni, og tað gongur
illa at fáa spælt bóltin í føturnar
á serliga Lukasz Cieslewicz.
Tá so Brian Jakobsen heldur
ikki megnar at takast við Odd
Højgaard í verjuni, so eru bara
nakrar hendingastøður eftir.
Eitt nú tá Michal Przybylski
vil hava brotsspark, tá hann er
innanfyri verjuna hjá NSÍ, men
Lars Muller dømur ikki.
NSÍ omaná
Tað sæst á spælarametingunum,
at NSÍ er omaná leikliga. Teir
gera minst líka nógv mistøk
við bóltinum sum gestirnir úr
høvðusstaðnum, men koma
fram til størri møguleikar,
meðan B36 ikki megnar at revsa
tey mistøkini, ið NSÍ ger.
Miðverjan
hjá NSÍ er
aftur
sann
førandi,
har
serliga Oddur Høj
gaard slapp at vísa seg
fram, tá B36 sendi høgar
bóltin innfyri. Á vinstra bakki
var Pætur Hentze sannførandi,
meðan Bárður J. Hansen so
smátt er við at koma fyri seg.
Pól Jóhannus Justinussen
stríddist
allan
dystin
á
miðvøllinum, meðan Peder
Nersveen og Jann Martin
Mortensen á hvør sín hátt settu
sín dám á dystin. Peder við at
lesa nógvar av sendingum hjá
B36 á miðjuni, og Jann Martin
við at skora.
Við sigrinum hevur NSÍ 13
stig á fjórða plássi, og hevur
meldað seg í FM-stríðið.
B36 undir miðal
Tað sæst væl á liðnum hjá
B36, at ein spælari sum Alex
Mellemgaard ikki er við. Tað
gongur illa at fáa spælt bóltin
upp á miðjuna við tí sannføring,
sum argjamaðurin plagar at
gera. Lukasz Cieslewicz er
ikki har hann hevur verið
fyrr, og bleiv ikki hjálptur
av vantandi uppspælinum.
Árni Frederiksberg er sum
altíð vandamikil, men hetta
var ikki hansara besti dystur.
Brian Jakobsen hevði stórar
trupulleikar í álopinum, meðan
restina av liðnum var undir
miðal meginpartin av dystinum.
Við triðja ósigrinum á rað
er B36 dottið úr topp fýra, og
er ikki við í kappingini um
Løgmanssteypið.
Pílarnir
peika skeivan veg, men skráin
sigur, at B36 møtir trimum
av botnliðnum á heimavølli
í
teimum
komandi
fýra
umførunum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36 fall fyri fjórðu ferð:
JÁKUP Á BORG IKKI NØGDUR
Hetta er tungt. Eg veit ikki nær tað hevur verið
so tungt í so nógvar dystir. Tað eru ov nógv
ting hjá okkum, sum halta í løtuni. Eitt er at
vit hava nógvar týdningarmiklar spælarar, ið
eru skaddir, men tá vit heldur ikki hava tað,
sum skal til at vinna nærdystirnar og leysu
bóltarnar, so vinna vit ikki, sigur Jákup á Borg.
NSÍ VINNUR
VIÐ LØKIN
Vit royndu
at lat vera við
at gera frí
spørk, men
tað eydnaðist
ikki og tað
kostaði dýrt
Fjórða dystin upp í slag stendur B36 eftir við ongum,
meðan NSÍ hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar við
Løkin. – Her skal verða næstan ógjørligt at fáa stig frá
okkum, sigur Jens Martin Knudsen, hjálparvenjari hjá NSÍ