Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 30 TRÓNDUR ARGE S unnudagin klokkan 15 verða allir fimm dyst­ ir­nir í 8. umfari í Betri deildini hjá monnum bríksl­aðir í gongd. Á Skála møtast tveir skerdir avbjóðarar til FM-heitið. Skála er uttan báðar miðverjarnar, meðan Vík­ ingur er uttan áleypararnar. Hetta er samstundis møgu­ leikin hjá KÍ at stinga av í oddi­ num. Hóast klaksvíkingar ikki bara hava góð minnir á Argj­um, so munnu teir verða favorittar at knúgva illa sperdu argja­ monnunum. HB er á vitjan á Eiði, TB fær vitjan av NSÍ, meðan B36 skal royna at steðga ringu gongdini móti ÍF, sum hevur fingið nýtt lív eftir venjaraskifti. Skála-Víkingur Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: LARS MULLER Skála hevur tikið øll á bóli og liggur á øðrum plássi við 15 stigum. Teir eru í løtuni fremsti avbjóðarin hjá KÍ, men sunnu­dagin sleppur breiddin í hópinum av álvara at royna seg. Styrkin á liðnum higartil í ár hevur verið, at liðið letur fá mál inn. Nú skal Skála royna seg uttan bæði Jákup Jacobsen, sum hevur fingið fýra gul og tí hevur leik­bann, og Fróða Benjaminsen, sum er burturstaddur. Hartil er Edvin Jakobsen framvegis skadd­ur, meðan arbeitt verður við at fáa Søren B. Nielsen kláran. Hann hevur trupulleikar í fótinum, men hevur í nakrar vikur verið nær við, men enn ikki komin á vøllin. Gestirnir eru heldur ikki uttan avbjóðingar. Adeshina Lawal mátti lata seg skifta út móti B36, og verður eftir øllum at døma ikki førur fyri at spæla. Har­til er Andreas Lava Olsen burtur­staddur til hendan dystin. Tí verður tað ein skerd verja hjá Skála, sum skal takast við eitt skert álop hjá Víkingi. Meðan Skála hevur fingið nógv rós fyri sína nýggju støðu í føroyskum fót­bólti í ár, so hevur Víkingur seint, men sikkurt, arbeitt seg fram á stigatalvuna. Her er torført at skilja millum lið­ini, tí bæði mangla lykla­ spælarar. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 AB-KÍ Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM KÍ tykist hava funn­ ið stevið, hóast nógvir nýggir spælarar eru í hópi­num. Óli Ey. Poulsen situr framvegis uttanfyri við skaða, meðan Torbjørn Grytten enn eina ferð er blivin skaddur. Tað telur upp fyri gestirnar, at Ísak Simonsen er tøkur eftir leik­bann. Heimaliðið er í eini lítlari kreppu. Spælið hevur verið á eini leið í flestu av dystunum, men turru tølini siga, at AB er aftast við bara trimum stigum í sjey royndum. Skaðalistin hevur verið millum teir drúgvu í føroyskum fótbólti í ár, men til hendan dystin sær út til, at enn fleiri spælarar koma at sita uttanfyri. Hørður Tórsson, Rógvi Poulsen og helst eisini Bárður Olsen sita uttanfyri sunnudagin, men tað telur upp, at Søren Samuelsen er tøkur eftir leikbann. KÍ er favorittur. KÍ hevur flest stig og skotið felst mál í ár, meðan AB hevur fæst stig og latið flest mál ígjøgnum. Ser­liga Jóannes Bjartalíð er í stórformi. Hann er toppskjútti við sjey mál­um, meðan norski mið­vall­arin, Simen Sandmæl, hevur verið vælspælandi á mið­vøllinum. Tí skal okkurt óvænta henda, um ikki KÍ styrkir sína støðu í oddinum eftir hendan dystin. SOSIALURIN TIPPAR: 0-3 TB-NSÍ Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: ALEX TROLEIS Við sigrinum á B36 týskvøldið, hevur NSÍ blandað seg upp í odda­stríðið. Runavíkingar eru væl fyri og tykjast hava breiðan hóp. Avrikið móti B36 var partvís sannførandi og tað er ongin ivi um, at TB fær hendurnar fullar sunnudagin. TB fær flestu av sín­um stigum á heimavølli, men seinastu dystirnar hevur TB mist stevið. Fyrst taptu tvør­ menn 5-1 í steypakappingini á Skála, og sunnudagin gekk heilt galið, tá TB tapti 7-0 í Klaksvík. Eitt nú hevði TB bara tveir mans á bonkinum, og tað eigur ikki at koma fyri í bestu deildini í Før­ oyum. Ikki við: Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin 4-6 vikur), Jógvan Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur), Leivur H. Joensen (burturstaddur), Jobin Drangastein (hælsinan), Heðin Stenberg (knæið, 6 vikur), Tóki á Lofti (knæið), Hørður Tórsson (akslaskaði, 2-4 vikur), Bárður Olsen (baklærið, 1-2 vikur), Rógvi Poulsen (fóturin, 1-2 vikur) Við aftur: Sørin Samuelsen (leikbann) Ikki við: Rói Mørk Hentze (knæskaði, 3-4 vikur), Róaldur Jakobsen (fótur, langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (lær, 3-4 vikur), Bjarni Petersen (lærið, 2 vikur) Ivasamir: Michal Przybylski (knæið), Hugin Samuelsen (knæ), Alex Mellemgaard (fótur), Erling Jacobsen (lærið) Ikki við: Rógvi Egilstoft Nielsen (leikbann), Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Arnar Dam (knæ, vikur), Leif Niclasen (fótur, vikur), Gestur Bogason Dam (liðband, vikur) Ivasamur: Arnbjørn Hansen Ikki við: Bartal Wardum (lærið, 2 vikur) Ikki við: Tóri Traðará (slitið krossbandið, úti restina av árinum), Henry Heinesen (nakkin, langtíðarskaddur), Poul N. Mikkelsen (knæið, helst álvarsamt) Ivasamur: Dánjal á Lakjuni (baklærið), David Langgaard (baklærið) LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 8. umfar: Sunnudagin verður fult umfar í landskapingini hjá monnum. KÍ kann styrkja um støðuna í oddinum, tí avbjóðararnir, Skála og Víkingur, møtast. Talan er annars um fimm dystir, har topp-fimm frá í fjør er í øðrum partinum NÚ KANN KÍ STINGA AV