Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. mai 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. MAI 2019 SOSIALURIN 50 32 Stoffalág 44 · Box 3277 · 110 Tórshavn · Tlf 322676 Fartel 212676 · Fax 318101 · a_jensen@olivant.fo Mest seldu gólvvaski­ maskinurnar Dustsúgvarar sum vilja nakað – ger reingerð til eitt spæl Pappírsrullur · Vesipappír og køksrullur · Desinfektión · Vaskivognar · Vaskiamboð Handsápa · Fipurklútar og svampar · Moppu/dveylusett · Vaskievni (ymisk sløg) Handturkarar · Plastsekkir Støkk inn á gólvið til eitt reingerðarprát Ghibli T1 Kompaktur ryggdust­ súgvari – lættur at brúka (vigar 4,8 kg) NÝTT Ghibli Power WD 22 P. Lítil dust­ súgvari við nógvari megi Easy Clean brúkara vinar­ ligur og sterkur dust­ súgva ri (sýgur sera væl) Ghibli AS 27 Combi Lux Vælegnaður til handlar, stovnar o.l. Sært tú Føroya Fólkaháskúla fyri tær sum ein týðandi menningarmøguleika hjá ungdómi á veg út í lívið? Hevur tú evnini at leiða og skipa fyri? Vilt tú fara undir eina uppgávu, sum krevur alt av tær í fimm ár? Krevur hugflog, skyn semi og góðar samstarvseginleikar? HØVUÐSUPPGÁVUR OG ÁBYRGD Háskúlastjórin skal mynda skúlan inneftir og úteftir í samsvari við endamál skúlans. Háskúlastjórin hevur fíggjarligu og umsitingar­ ligu ábyrgdina av Háskúlanum, sum er sjálv s­ eigandi stovnur, ið partvíst er fíggjaður við stuðli frá landinum og partvíst við eginfígging. Hvørt ár hevur Háskúlin nógv skeið við ví ð­ fevnd um innihaldi. Umframt langa heyst skeiðið frá august til desember eru javnan onnur skeið sum t.d. seniorskeið, familjuskeið, skriviskeið, sjónleikaraskeið, filmsskeið, summar skeið og mong onnur, sum háskúla stjórin hevur evstu ábyrgdina av. FØRLEIKAKRØV Royndir við undirvísing, leiðslu ella fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur, men eru eingin treyt fyri at søkja. Í umsóknini skulu standa upp lýsing­ ar um starvsroyndir, útbúgving og stutt lýsing av persónligum viðurskiftum. Tey, ið søkja starvið, verða biðin um at orða, hvussu ið tey hugsa sær, at endamál háskúlans kann tulkast og røkkast í dag, og hvussu ið tey hugsa sær, at Føroya Fólkaháskúli framhaldandi kann vera ein vi ð­ komandi kveikjari í føroyska samfelagnum. Starvið verður sett eftir eini heildarmeting. SETANARTREYTIR Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár. Starvið verður lønt ájavnt við lønarflokk 34 hjá tænastumonnum landsins (í løtuni 40.459 kr.), tó uttan at vera tænastumannastarv. Her aftrat koma 15 % í eftirlønargjaldi at flyta í góðkenda eftirlønarskipan. Bústaðarskylda er knýtt at starvinum, og stjórin býr í sethúsunum, sum hoyra til Háskúlan. UMSÓKN OG FREISTIR Starvið er lýst leyst til setan tann 1. september 2019. Tann, ið fær starvið, tekur við sum stjóri tann 1. oktober. Freistin at søkja starvið sum háskúlastjóri er úti tann 1. juni 2019. Samrøður við umsøkjarar verða væntandi í viku viku 23 og 24. SPURNINGAR Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til forkvinnuna í háskúlastjórnini, Turið Sigurðardóttur, á tlf. 292525, turids@setur.fo. Umsóknir skulu sendast til: STJÓRN FØROYA FÓLKAHÁSKÚLA Turið Sigurðardóttir Leivsgøtu 4 100 Tórshavn Stjóri til Føroya Fólkaháskúla Føroya Fólkaháskúli hevur í meira enn 100 ár verið ein mentað rødd og týdningarmikil kveikjari í føroyska samfelagnum. Endamál fyri Føroya Fólkaháskúla, orðað í 1910: 1. At vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum hjá Føroya ungdómi 2. Móðurmálið og Føroya søga eru megin­ støðið undir kenslu og øllum starvi skúlans 3. So kann dentur vera lagdur á einstakar lærugreinir ella lærugreinabólkar, men alt virksemi skúlans skal miða fram ímóti at menna føroyska sjálvsfatan og medvit. Søkt verður eftir stjóra til Føroya Fólkaháskúla at byrja 1. september 2019