fríggjadagur 3. desember 2004síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 3. desember 2004
27
nakra
heildarmynd
av
óhappinum
15.
januar
2004?
Gev kundanum tað, ið
kundin vil hava
Ein aðalregla innan sølu og
marknaðarføring er, at ein
skal altíð geva kundanum
tað, ið kundin vil hava. Ja,
helst skal ein geva kundan-
um meira, enn kundin vil
hava.
Hvør er "kundin" hjá
Skipaeftirlitinum í Norr-
ønumálinum? Er tað Smyril
Line? Er tað tryggingar-
felagið hjá Norrønu? Er tað
skipari og manning? Er tað
ákæruvaldið? Er tað dóms-
valdið? Eru tað ferðafólk-
ini, sum vóru við á túrin-
um? Eru tað onnur ferða-
fólk, ið kanska ætla sær ein
túr við Norrønu í fram-
tíðini? Er tað almennu Før-
oyar? Er tað sjóvinnu-
felags-skapurin IMO?
Rætta svarið er almennu
Føroyar og sjóvinnufelags-
skapurin IMO. Men lesur
ein frágreiðingina, fer ein
longu tíðliga at ivast í, hvør
tað er, ið Skipaeftirlitið held-
ur, at "kundin" er. Hinvegin
er tað kanska ikki so løgið,
tí
Skipaeftirlitið
hevur
minst fýra kasjettar á høvd-
inum í hesum máli og veit
ikki sjálvt nær tað hevur
henda ella handa kasjettin.
Kanska
Skipaeftirlitið
hugsar sum so, at tað hevur
ongan týdning, tí teir eiga
allar fýra?
Skipaeftirlitið skal helst
eisini kunnu samskifta við
øll reiðarí í Føroyum og
aðrastaðni við, sum ætla
sær at byggja ella keypa
skip, og skráseta tey undir
føroyskum flaggi. Skipa-
eftirlitið skal jú góðkenna
hesi skip og geva teimum
siglingarloyvi. Gev kund-
anum tað, ið kundin vil
hava ... og helst eitt sindur
afturat.
Avleiðingar av Norrø-
nufrágreiðingini frá
Skipaeftirlitinum
Hvørjar avleiðingar fær
Norrønufrágreiðingin frá
Skipaeftirlitinum?
• Smyril Line hevur við
stjóranum, Óla Hammer,
á odda, longu alment boð-
að frá, at frágreiðingin fær
ongar avleiðingar fyri
mannagongdir og skjøl,
sum eru umborð á Norr-
ønu. Alt fer at vera, sum
tað higartil hevur verið.
• Tórshavnar havn hevur
eisini boðað frá, at teir
ikki ætla sær at broyta
nakrar mannagongdir á
havnarskrivstovuni. Alt
skal vera, sum tað higar-
til hevur verið.
• Skipaeftirlitið fær ein
løgfrøðing afturat sær at
rokna frá 1. januar, so -
sum aðalstjórin í Fiski-
málaráðnum tók til í út-
varpinum - Skipaeftir-
litið ikki endurtekur
somu mistøkini, sum teir
hava gjørt í Norrønumál-
inum.
• Skiparin á túrinum 15.
januar
2004,
Ólavur
Hovsgarð, fekk 30. nov-
ember handað eina skriv-
liga uppsøgn frá Smyril
Line undirskrivaða av
Óla Hammer, Jóannes á
Váli og Klæmint Weihe,
tí leiðslan á Smyril Line
er komið til ta niður-
støðu, at teir - við støði í
Norrønufrágreiðingini
frá Skipaeftirlitinum -
ikki meta tað vera rætt,
at
Ólavur
Hovsgarð
heldur áfram sum skipari
við Norrønu.
Hevur "kundin" nú fingið
tað, sum "kundin" vildi
hava?
Gjørd gerð fær onga
vend
Eftir stendur, at gjørd gerð
fær onga vend. Norrøna var
veruliga fyri einum óhapp-
ið 15. januar 2004, Ólavur
Hovsgarð var veruliga skip-
ari á túrinum og Skipaeftir-
litið hevur veruliga gjørt
eina
frágreiðing
um
óhappið og almannakunn-
gjørt frágreiðingina við
staðfestingum og niður-
støðum, sum eru bygdar á
eitt ófullkomið upplýsing-
argrundarlag, skeivleikar,
illgitingar og onnur grunn-
leggjandi mistøk, ið ein
kanningarmyndugleiki ikki
eigur at gera.
Spurningurin
er,
um
sjuskverkið fær nakrar av-
leiðingar fyri Skipaeftir-
litið? Fær sjuskverkið nakr-
ar avleiðingar fyri teir per-
sónar, sum hava skrivað
sjuskverkið? Fær sjusk-
verkið nakrar avleiðingar
fyri tey fólk í fyrisitingar-
liga bygnaðinum, sum vóru
varskógvað um feilir og
veikleikar í frágreiðingini
frá Skipaeftirlitinum? Ella
skulu vit øll bara venda
hina síðuna til og verða á so
føroysk og siga at farið er
farið?
Um
sjuskverkið
frá
Skipaeftirlitinum
ongar
avleiðingar fær fyri teir
persónar, sum hava latið
hetta vánaverk úr hondum,
so prógvar tað, at onki
mark er fyri, hvat letur seg
gera í lítlu Føroyum. Tað er
ein skomm fyri almennu
Føroyar, men størst er
skommin hjá Skipaeftir-
litinum.
Niðurstøður og
tilmæli
Sambært kanningarsetning-
inum í grein 13 í lógini um
trygd á sjónum, so skal ein
kanningar-myndugleiki
kanna orsøkina til, at ein
vanlukka er hend. Um
óhappið við Norrønu hin
15. januar skal flokkast
sum ein vanlukka ella sum
eitt óhapp er ein "definiti-
ónsspurningur". Skipaeftir-
litið hevur so í øllum førum
valt at kalla tað eitt óhapp.
Kanska
vanlukku-heitið
bara skal brúkast, tá fólka-
skaði er hendur, skipið
sokkið, ella havumhvørvi
verður dálkað í so stóran
mun, at djóra- og plantulív
eru í vanda ella oyðiløgd.
Undir øllum umstøðum
eigur onki ivamál at vera
um, nær Skipaeftirlitið av
røttum eigur at brúka tíð og
kreftir uppá at kanna eina
vanlukku og nær Skipaeftir-
litið skal brúka tíð og kreft-
ir uppá at kanna eitt óhapp.
Hinvegin er tað eins um-
ráðandi, at føroyska fyrisit-
ingin skipar seg á ein hátt,
sum egnar seg til okkara
viðurskifti. At hava eitt lítið
fakumhvørvi í Skipaeftir-
litinum, sum skal taka sær
av øllum skipaspurningum,
er ein hóttan móti rættar-
trygdini í hesum landi.
Mælt verður til,
at
landsstýrismaðurin
í
fiskivinnumálum beinan-
vegin - sum avleiðing av
Norrønumálinum - tekur
neyðug stig at bøta um
veikleikarnar í verandi
bygnaði
og
verandi
skipan.
Mælt
verður
eisini
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum til - sum
avleiðing av Norrønu-
málinum - at taka neyðug
stig at rætta teir feilir og
skeivleikar, sum kunnu
staðfestast í frá-greið-
ingini frá Skipaeftirlit-
inum um óhappið á Norr-
ønu 15. januar 2004.
Aðalstjórin í Fiskimála-
ráðnum hevur alment verið
frammi í útvarpinum og
staðfest, at útlendsk ser-
frøði veruliga hevur verið
brúkt í Norrønumálinum.
Til tað havi eg hesar spurn-
ingar:
1)Eftir hvørjum arbeiðs-
setningini arbeiddi per-
sónurin
úr
donsku
"Opklaringsenheden"?
2)Fekk persónurin til upp-
gávu at blástemplað ar-
beiðið hjá Skipaeftirlitin-
um?
3)Fekk persónurin til upp-
gávu at kanna óhappið
við Norrønu 15. januar
2004?
4)Fekk persónurin høvi at
eftirkanna alt tilfarið í
málinum? Eisini tað før-
oyska tilfarið? Eru allar
partsviðmerkingarnar
umsettar til danskt? Hvør
hevur umsett tær?
Alt okkara fólk, sum hevur
sítt dagliga yrki á sjónum,
hevur krav uppá at fáa vissu
fyri, at førleiki og góðska
verður sett í hásæti, tá tað
ræður um trygd á sjónum.
Tað er teirra lív og heilsa,
sum stendur uppá spæl.
Eftirskrift
At enda vil undirritaða
takka øllum teimum, sum
vælmeint hava ávara meg
um, at tað kann fáa avleið-
ingar fyri mín persón, at eg
soleiðis alment leggi meg
út í at lýsa og seta spurn-
ingar við eitt (sjusk)verk,
sum ein almennur myndug-
leiki hevur latið úr hond-
um, sipandi til, at eg eri
starvsett í einum øðrum al-
mennum myndugleika. Til
tað, havi eg hesar viðmerk-
ingar:
Eisini alment sett starvs-
fólk hava talufrælsi í hesum
landi. Ongar reglur eru,
sum avmarkað mítt talu-
frælsi, uttan tá talan er um
upplýsingar,
sum
eru
fevndar av mínari tagnar-
skyldu í sambandi við mítt
almenna starv. Eg eri ikki
farin alment út í illoyalitet-
ið ímóti mínum egna ar-
beiðsgevara.
Eg eri farin alment út við
mínum atfinningum, tí eg
sum løgfrøðingur við fleiri
ára royndum innan al-
menna fyrisiting ikki kann
góðtaka, at eitt slíkt sjusk-
verk verður almannakunn-
gjørt uttan at nakar rópar
varskó. Tað er mín vón, at
almenna viðgerðin ikki
hevur verið til fánýtis og at
onkur, onkur við myndug-
leika og við áræði og áhuga
fyri trygd á sjónum, tekur
málið upp, so bøtt kann
verða um støðuna til æru
fyri okkara sjófólk, sum eg
ynski eini gleðilig jól og
eitt av Harranum vælsignað
nýttár, við vón um, at tey
ikki verða fyri vanlukkum
og óhappum á sjónum.
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 11
BILSTEREO!
Nýtt av merkinum Blaupunkt til
sølu fyri 500 kr.
Tlf. 321225/211232
Ymiskt
NOKIA TLF. TIL SØLU
Tvær Nokia mobiltelefonir til sølu.
Ein lítið brúkt Nokia 5210 og ein
heilt nýggj Nokia 3310 til sølu fyri
500,- kr stk. Ladari fylgir við báðum
telefonunum.
Tlf. 32861312 ella 26394786
mail: uniklas@hotmail.
ER TAÐ NAKAR
sum skal hava flytigóðs til Føroyar
úr Danmark? Eg havi nakað av
plássi.
Tel: 0045 61306166
SPILDURNÝGGJ NOKIA 6820
við kamera, spøl, kalendara, GPRS-
MMS til sølu fyri 1.800 kr. Nýprísur
3.187,-
Tlf. 315856/224678
VIÐFESTISVOGNAR
Tredal vognar, við spiral fjaðrum til
sølu. Ein er á goymslu. Kunnu
síggjast á heimasíðu www.tredal.no
Tlf. 218101 Todal-Velbastað
VINDEYGU TIL SØLU
9 træ-vindeygu 120 x 120 til sølu.
Tlf. 421002/721002
TERMORÚTAR
2 1002x1002 mm, 1 1002x1202
mm. til sølu.
Tlf. 580783
NOKIA 6600
Eg havi eina lítið brúkta Nokia
6600 fartelefon til sølu. Telefonin
kann spæla MP3 og hevur alt í
ynskjast kann. Eisini havi eg eina
Nokia 7250i til sølu.
Ring og hoyr nærri 268412
GARASJUHURÐ
brúkt, 212 x 248 til sølu fyri kr.
1.000,-
Tlf. 441586
KUNOYINGAR BURTURI OG
HEIMA
Skipað verður fyri hugnaløtu við
røstum kjøti og súpan í
bygdarhúsinum í Kunoy kl. 15.30
Andrassmessudag 11. desember.
Tekning fer fram á tlf. 267473 ella
727272 áðrenn 4. desember.
Bygdarfelagið Vesturskin
GRUNDØKI Í VÁGI
til sølu. Liggur væl fyri í Høgabø við
góðum útsýni. Ring og hoyr nærri.
Tlf. 220819
TRAPPA TIL SØLU
Trappuhol ca. 1,90 x 196, breidd
102, hædd ca.216, høgra niður.
Telefon 517526
DIGITAL CAMERA
Digital-camera med større memory-
kort. God julegave. 2,3 Pixel. Gode
skarpe billeder. Software PC
medfølger. Kr. 600,- Nypris 2600,-
kr. Sælges grundet gave. Alt i fin
stand.
Tlf. 222842
KOPIMASKINA TIL SØLU
Farvu Laser, Xerox 5790.
Kopimaskinan kann eisini brúkast
sum prentari. Prentar allar støddir
upptil A3. Prentar við Laser og
eisini í farvum. Hevur eisini
møguleikan at prenta á t-shirts,
koppar, músamáttur osv.
Printservari til maskinuna fylgir við.
2 sett av tónarum, svørtum og
farvum fylgja við.
Ring 509696 og hoyr nærri
EIN LÍTIÐ BRÚKT
Nokia N-Gage telefon til sølu fyri
1500 kr. + 2 spøl. Ring ella sms á
tlf. 581078
TIL SØLU
Ein wc-kumma, IFÖ, hvít.
Tlf. 503249
LUMMATELDA
N-Gagefartelefon. Við hesari
fartelefonin kanst tú m.a. spæla
spøl, avpspæla og taka upp MP3
fílar, hoyra útvarp, recorda og
spæla tráðleyst. Eisini er innbygdur
hátalari. Selist fyri einans kr. 1100
við onkrum spæli!
Ring 317376
BÍLIGUR FERÐASEÐIL
Einvegis flogferðaseðil frá
Keypmannahavn til Føroyar tann
29.12.2004 til sølu. Kostnaður bert
1000,- kr.
Tlf. 346514
TIL SØLU
Træ persiennur, kirsuber, til sølu. 2
stk L x B: 210 x 120 cm. 1 stk L X
B: 110 x 113 cm. Allar fyri 500,- kr
Tlf. 332982 ella 266070
MÁLNINGUR TIL SØLU
Málningur av Frits Johannesen er til
sølu. Ring og hoyri meiri.
Tlf. 422174
CONTAINARI TIL SØLU
20 fót containari, isoleraður,
álklædning uttan og innan.
Upplýsningar á
tlf. 458011/758011
LOPPUMARKNAÐUR – REYÐI
KROSSUR FØROYA
Loppumarknaður verður
leygardagin 4. desember kl. 10.00-
14.30 í Vágsbotni 9. Vit vóna, at
síggja nógv fólk.Tikið verður ímóti
smálutum mikudagin 1. desember
kl. 19-21.
Reyði Krossur Føroya
ÚTHURÐ YNSKIST
Ein úthurð við karmi vanlig stødd:
ca. 2 m h.- b. 89 cm og trý
vindeygu b.100 cm og h. 50 cm, úr
plast ella timbur ynskjast til keyps.
Tlf. 263893
FARTELEFON
Siemens C60 við litskermi, Triple
Band og polyphoniskar ringitónar.
Prísur 500,-
Tlf. 219280
TIL SØLU
Nakrir jólaplattar til sølu.
Tlf. 224052
NOKIA 3200 TIL SØLU
hevur allar hentleikar t.d. camera,
radio, polyfon. ringitónar, ladari og
headsett eru við. Prísuppskot
1.000,- kr.
Tlf. 504368
EG VILDI FEGIN
Eg vildi fegin komi í samband við
tann sum mánadagin 21-11 hevur
koyrt, helst bakka inn í hurðina á
mínum bili einum reyðum Citroen
Saxo, bilurin stóð parkeraður
uttanfyri missiónshúsið, millum kl
12:30 og 14:30 meðan eg var til
jarðarferð.
Janus tlf. 312773
TIL ØLL, SUM TRENA
VØDDARNAR
Nýtt protein- og kreatinpulvur. Sera
gott, serliga til vøddauppbygging.
Ringið 282870
DIGITALT MYNDATÓL
5MP digitalt myndatól Minolta
Dimage 7hi + Blitz Sigma EF-500
DG Super + 256MB Memory Kort +
battarí upplátari + taska til sølu fyri
5.500 kr. Nýprísur: 17.000 kr.
Myndatóli er 1,5 ára gamalt. Hygg
á www.msirko.com/dimage7hi fyri
at síggja myndatóli og fleiri myndir,
sum eru tiknar við hesum
myndatóli.
Tlf. 503510, 317322
TIL SØLU
Ein brúkt garasjuhurð úr timbri, í
góðum standi, stødd 210x260
karmmál. Fyri ein sámuligan prís.
Tlf. 514363 millum kl. 17-18
SUNDA PENSIONISTAFELAG
Jólaveitslan verður leygardagin 11.
des. kl. 17. í bygdarhúsinum í
Hósvík. Bussarnir koyra sum
vanligt. Til ber at tekna seg hjá
onkrum í nevndini í seinasta lagi
5.des. kostnaður 120 kr. Minnist til
jólapakka.
Nevndin
GULDHALSKÆDE
til mand, 14 krt. elegant
ankerkæde, 50 cm. Vægt 50,9 gr.
sælges for 3000,00
Tlf. 271827