mánadagur 6. mai 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2019 · Nr. 51
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Argir
Tað er toppur móti botni, tá
spælararnir hjá KÍ og AB renna
inn á vøllin inni í Vika á Argjum.
Heimaliðið liggur niðast á
stigatalvuni, og hevur latið
flest mál inn í landskappingini
í ár. Mótstøðuliðið er ovast á
stigatalvuni, og hevur skotið
flest mál í hesum kappingar
árinum. Hartil hevur KÍ vunnið
seks teir seinastu dystirnar,
meðan AB hevur tapt seinastu
seks landskappingardystirnar.
Skaðalistin hjá AB telur
spælarar sum Heðin Stenberg,
Bárð Olsen, Jákup Paula Breck
mann, Jobin Drangstein, Rógva
Poulsen og Hørð Tórsson,
meðan Leivur H. Joensen er
bruturstaddur. KÍ hevur Deni
Pavlovic aftur í miðverjuni,
meðan Ísak Simonsen er við
aftur, eftir at hava sitið yvir
við leikbanni. Hann byrjar á
bonkinum. Tað skal ein bjart
skygdur argjamaðurin til, fyri
at finna ein heimasigur við hes
um fortreytunum.
Minni munurin
Í fyrra parti av fyrra hálvleiki
er minni munurin á liðnum.
Argjamenn arbeiða hart, har
ungu Bartal S. Petersen og
Ragnar Skála liggja fremstir. KÍ
hevur hug at seta seg á spælið,
men tað eydnast ikki ordiliga at
fáa spælt AB umkoll.
Tá næstan ein hálvur tími
er spældur, byrja argjamenn
eisini at hótta. Tvær ferðir
koma teir í góðar støður upp
á umstillingar, men sigandi
fyri avrikið hjá heimaliðið,
sum verður Kristian Joensen
ongantíð noyddur at traðka til.
Í hinum endanum blíva
klaksvíkingar meiri og meiri
nærgangandi. Tað er fleiri
ferðir brúk fyri málverjanum,
Mattias Lamhauge, sum er
leigaður úr HB. Tá 34 minuttir
eru spældir gongur ikki longur.
Patrik Johannesen leggur inn
fyri úr høgru, har Boris Dosjlak
líka setur høvdið á bóltin, sum
endar í málinum. Tá farið
verður til hálvleiks er fram
vegis møguleiki fyri einum
spennandi dysti.
Fimm avgerandi minuttir
Seinni hálvleikur er bara fimm
minuttir gamal, tá alt er av
gjørt. Í báðum førinum er tað
Patrik Johannesen, ið skorar í
opnum spæli. Higartil hevur
hann bara skorað eitt mál í
landskappingini, sum var upp á
bortsspark í 7-0 sigrinum á TB.
Hesa ferð er hann fyrstur
á, eftir at eitt innlegg endar
á tvørstongini og snýtir mál
verjan.
Tvøramaðurin
er
grammur og smekkar bóltin
í net-takið. Minuttin seinni
verður hann spældur inn um
verjuna hjá AB. Hann roynir at
vera ósjálvsøkin og spæla upp
á tvørs, men verjuspælarin
hjá AB tveitir seg fyri.
Tað endar við, at Patrik
Johannesen
blívur
púra leysur, tí málverjin
verður
snýttur
av
taklingini, og so er 3-0 og
alt er avgjørt.
KÍ kundi í fleiri førum
havt økt, men tað verður
bara til tað eina málið, sum
innskifti
Steinbjørn
Olsen
skorar við stútara tætt undir
málinum.
Við sigrinum hevur KÍ lagt
seg fýra stig fremst, eftir at
nærmasti
kappingarneytin,
Skála, tapti á heimavølli móti
Víkingi.
Mikkjal fegnast
Venjarin
hjá
KÍ,
Mikkjal
Thomassen, er nøgdur við av
rikið og við byrjanina, sum
felagið hevur fingið.
-Óansæð hvussu ringum
skørðum AB er í, so er tað altíð
torført á Argjum. Teir stríðast
og geva okkum góða mótstøðu.
Eg havi virðing fyri teimum,
sigur Mikkjal Thomassen, sum
er nøgdur við avrikið hjá sín
um monnum, hóast tað er ein
løta, har argjamenn hótta við
skjótálopum.
-Vit blíva kanska nakað
ótolnir eina løtu, men eg fái
samskift inn á vøllin og vit fáa
loyst tað. AB arbeiða hart og
eru kompaktir, men vit finna
rúm og eg eri nøgdur við hvussu
vit loysa hendan dystin, sigur
venjarin
hjá KÍ.
Higartil
hevur
Patrik
Johannesen bara skorað eitt
mál í landskappingini. Í gjár
fekk hann tvey og kundi fingið
okkurt afturat.
-Eg havi allatíð sagt, at eg eri
nøgdur við Patrik og at hann
bara skal blíva við. Sjálvandi
er tað týdningarmikið at hann
eisini fær tvey mál, og hann
kundi fingið fleiri, sigur Mikkjal
Thomassen, ið eisini hevði
ráð at spara nakrar spælarar
undan fyrru hálvfinaluni í
steypakappingini
móti
HB,
sum verður mikukvøldið.
-Vit skifta Deni Pavlovic út.
Hann er í gongd við at koma í
toppform aftur, og vit skifta
Jóannes Bjartalíð, fyri at spara
hann eitt sindur. Vit fáa eisini
sett ferðina eitt sindur niður
móti endanum av dystinum.
Eg haldi tað var nøktandi, vit
fáa spart okkum eitt sindur og
vit hava eina harða skrá, sigur
Mikkjal Thomassen.
Hann
leggur
afturat,
at hann er fegin um góðu
byrjanina, men ásannar eisini
at tað kann ganga skjótt í
fótbólti.
- Ja, tað er ein ótrúliga góð
byrjan. Hon er betri enn vit
høvdu væntað, men í fótbólti
kann tað venda skjótt. Tað
snýr seg um at halda fokus og
blíva við við at betra liðið, sigur
venjari hjá KÍ.
Átta sigrar upp í slag
KÍ hevur vunnu átta dystir upp
í slag og er ósigrað í lands- og
steypakappingini í ár. Hetta
er ikki ein óvanlig støða
hjá KÍ, sum fleiri av seinnu
árini hevur fingið eina góða
byrjan. Spurningurin er nú,
um KÍ er betri stillað at takla
viðgongdina og veksandi trýst
ið, sum kemur við góðu gongd
ini. Í gjár var avrikið á vøllinum
sannførandi.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Áttandi sigurin upp í slag:
MIKKJAL FEGNAST UM EINA GÓÐA BYRJAN
KÍ er ósigrað í teimum fyrstu átta dystunum í
landskappingini, og hevur vunnið seks av teimum.
- Ja, tað er ein ótrúliga góð byrjan. Hon er betri enn
vit høvdu væntað, men í fótbólti kann tað venda
skjótt. Tað snýr seg um at halda fokus og blíva við við
at betra liðið, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ.
KÍ vann í gjár sannførandi sigur á Argjum. Hetta er sætti sigurin
upp í slag í landskappingini, og áttandi sigurin við kappingini um
Løgmanssteypið. Klaksvíkingar hava verið í hesi støðuni fyrr
NÚ KEMUR
KÍ BYLGJAN