Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov So hendi tað, sum tey í Danmark hava bíð­að eftir í vikuvís. Lars Løkke Ras­mussen hevur skrivað út val – og valið verður sjálvan grund­lóg­ar­dag dana, dagurin, tá tey í Danmark minn­ast fólkaræðið, sum kom við grund­lóg­ini frá 1849. Vi­ð­merkjarar og velj­ar­a­kann­ing­ ar í Danmark eru á einum máli um, at andstøðan fer at vinna val­ið. Tá tað er sagt, so er tað ikki eins vist, at Mette Frederiksen úr Javn­að­ ar­flokk­in­um fær lyklarnar til for­ sæt­is­mál­a­ráðið, tí samanhaldið er ikki so gott á reyða veingi, sum tað hev­ur verið. Flokkurin Alternativið hev­ur boð­að frá, at tey fara at peika á sín egna for­mann sum for­sæt­is­ráð­ harra, og at tey ikki vilja vera partur av spæl­i­num, har tað nærmast blív­ur eitt forsetaval ímillum Lars Løkke Rasmsussen og Mette Fred­ e­rik­sen. Eisini tey Radikalu vilja hava Javn­að­ar­flokkin at skifta kós, um tey skulu stuðla eini reyðari stjórn í Danmark. Hvussu leikur fer, síggja vit, tá grund­lóg­ar­dagurin er farin aft­ur­ um. Í Føroyum skulu vit eisini velja til Fólk­a­tingið, sum verður eitt stríðs­val ímillum fýra flokkar. Fólk­ a­flokkin, Sambandsflokkin, Javn­ að­ar­flokkin og Tjóðveldi. Við full­ari vissu kunnu vit longu nú stað­festa, at smáu flokkarnir ong­an møg­u­leika hava á einum fólk­a­tings­vali. Men teir verða noydd­i­r at vera við fyri ikki venja veljarar sínar við at velja aðrar flokk­ar. Kanska teir kunnu taka tað sum eina stóra veljarakanning, sum tað kortini ikki er, tí fólk velja takt­iskt, eisini veljarar hjá smáu flokk­u­num. Tað er vónleyst at spáa um, hvør av teimum fýra flokkunum fer við sigr­i­num. Tjóðveldi og Javn­að­ar­ flokk­urin vunnu seinast og hava tí tann fyr­i­munin­.­ Báðir hava tveir sterk­ar kandidatar í part, sum er sera hent, tá fáa atkvøður skilja part­ar­nar. Sambandsflokkurin hev­ur Ed­mund Joensen, sum hev­ur lagt politisku lívsleiðina aft­ur­um, men roynir at hjálpa flokk­i­num, áðrenn hann sleppur politikkinum heilt. Fólka­flokkurin hevur borg­ar­ stjór­an í Havn sum sítt boð, hóast hon ikki fer at taka við sessinum, tí hon kann ikki røkja fleiri politiskar sess­ir. Hitt boðið er so Jacob Vest­ er­gaard. Tað løgna við einum fólka­tings­ vali í Føroyum er, at bara flokkar, sum eru umboðaðir á tingi, kunnu stilla upp. Tað er ikki sørt órættvíst í­móti nýggjum flokkum, um onkur skuld­i ætlað sær tað, eitt nú Kann­ a­bis­flokk­urin. Men tað kann hann altso ikki. Einasti møguleiki at stilla upp utt­an fyri teir sjey flokkarnar á tingi er at stilla upp uttanflokka, sum Zak­arias Wang gjørdi seinast. Valið er ein styrkiroynd mill­ um fýra flokkar um tveir sessir Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! GRUNDLÓGARDAGUR VALDAGUR Harald Nattestad til minnis NØVN SÍÐA 23 Eyðun á Lakjuni seksti NØVN SÍÐA 23 Fólkatingsvalið verður eitt tað longsta val­stríð­ið í Dan­mark í mong harrans ár Forsætisráðharrin skriv­aði í gjár út fólkatingsval at vera grund­lóg­ar­dagin 5. juni. Tað var ­ó­væntað, heldur við­merkj­ ari. Tað vóru tó tey fæstu, ið høvdu roknað við hesum val­ deg­num. – Tað er eydnast Løkke at raka einasta dagin, sum eing­in hevði gitt, sigur Hans Engell, politiskur við­merkj­ari. Kortini heldur hann, at dag­ur­in er eitt gott val. – Vit fáa avgreitt ES-val­ið, og so fara vit til fólka­tings­ val­ið. – Tað er nógvur sym­bo­ l­ikk­ur í at velja sjálvandi grund­lóg­ar­dagin, sum er dag­ ur fólka­ræð­is­ins. Løkke vil feg­in halda fast um, at hann er mað­urin við róðrið, sigur Hans Eng­ell. Valstríðið verður sam­bært Hans Engell eitt av teim­um longstu, ið nakrantíð hava verið. – Vit skulu nógv ár aftur í tíð­ina fyri at finna eitt val­ stríð, sum hevur verið líka leingi, sum hetta fer at vera, sig­ur hann. Tað kann vera ein fyri­ mun­ur hjá Lras Løkke, held­ur hann. – Løkke satsar upp á at kunna slíta Mette Fred­e­r­iksen nið­ur við at pilka uppskotið hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, um at fólk skulu fyrr upp á pensjón, sund­ur, sig­ur Hans Engell. Tó skýtur Lars Løkke val­ stríð­ið í gongd sum ein greið­ur tap­ari, sigur viðmerkjarin. – Tann reyði meirilutin er mas­s­ivur, og hann skal gera und­ur í valstríðnu,. Alt bend­ ir á stjórnarskifti, sigur hann. Politiski viðmerkjarin, Jarl Cor­dua, sum hevur eina for­ tíð í Vinstra­flokkinum, held­ ur, at Lars Løkke hevur eina ó­møguliga avbjóðing. – Hann er aftanfyri við 10 pro­sent­um í kanningunum, og tað er ógjørligt at vinna val­ið. – Plan B hjá Løkke má vera, at tey í Venstre fáa eitt gott val, so hann kann lata flok­kin víðari í framdongd, siur Jarl Cordua. Hans Engell heldur, at tað er ikki heilt ógjørligt hjá Løkke. – Royndirnar vísa, at tað ber til at flyta velj­ar­ar í val­ stríðnum. Spurn­ing­ur­in er, um hann kann bróta í­gjøg­ num velj­ar­a­kann­ing­ar­nar, sig­ur Hans Engell. /ritzau/ Av longstu valstríðum í Danmark í mong ár Thomas Borgen, fyrrverandi stjóri í Danska Bank, er ákærdur í gøluni um hvítting Bakmannspolitiið hevur rannsakað heimið hjá fyrr­ verndi stjóranum í Danske Bank, Thomas Borgen. Tað váttar advokatur hans­ara. Fyrrverandi toppstjórin í Danske Bank, Thomas Borg­ en, er skuldsettur av løg­regl­ uni í málinum um hvítting í est­isku deild bankans, skriv­ aði Børsen í gjár. Tað var í sambandi við rann­sókn­ina í privata heimi hans­ara 12. mars, at Bak­ mans­pol­i­tiið gjørdi av at reisa á­kæru. Upp­lýsingarnar verða vátt­að­ar av advokatinum hjá Thomas Borgen, Peter Schra­ dieck. Frammanund er kunnugt, at Bak­manspolitiið eisin hev­ ur ákært Danske Bank. Tað var í november í fjør. Um­ framt Thomas Borgen skulu eis­ini »minst tveir fyrrverandi stjór­ar« ákærast, skrivar Bør­ sen. /ritzau/ Bankastjórin ákærdur í hvíttingargølu Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin (Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix) Fyrrverandi stjórin í Danske Bank, Thomas Borgen (Ritzau/Scanpix)