týsdagur 7. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu tíðina hevur ikki
verið so nógv at hoyrt
um, hvussu gingist hevur
við heimaútróðrinum í
seinastuni.
Tíðliga í hesum ári
num, tá bátar royndu
við snellu norðan fyri og
vestan fyri, frættist um
góðar dagar, tá tað viðr
aði.
Útróðrarbátar,
sum
ikki løgdu um til snellu,
men hildu fram við línuni,
fingu eisini nógvan fisk,
sum ikki er so vanligt í
bestu vártíð.
Og herfyri frættist so
eisini um rokfiskiskap
hjá teimum smáu trol
bátunum – ikki minst, tá
sonevndi i-kassin læt upp
vestanfyri.
Gongur væl
Sosialurin hevur spurt
ein av okkara raskastu
útróðrarmonnum, Janus
Sørensen
á
Viðareiði,
sum eigur og rekur Brand
um, hvussu gongdin í
seinastuni hevur verið.
Brandur fiskar bara við
línu. Teir eri tríggir mans
umborð og tveir í landi, og
egnt verður í Norðdepli,
har krumptappurin undir
egningini eru tilkomnir
menn. Ungdómurin egn
ir viðhvørt, men tey eru
meira
ódrúgv,
verður
sagt.
- Jú, eg haldi, at tað
gongur væl, og tað er
framvegis nógvur fiskur
at fáa. Nú er streymurin
so harður, men vit gjørdu
tríggjar túrar í síðstu
viku, og teir royndust
allir væl.
Janus Sørensen vísir á,
at hesa tíðina av árinum
plagar vanliga lítil fiskur
at vera at fáa, men soleiðis
var ikki hesar seinastu
útróðrardagarnar
hjá
Brandi. Tað merkir, held
ur hann, at tað er nógvur
fiskur til.
- Teir tríggir túrarnir
í síðstu viku góvu ávika
vist 5.600, 8.500 og 9.500
pund hvør. Vits eta 45
stampar hvørja ferð, so
vit kunnu ikki lata illa at.
Meginparturin av veiðini
var góð hýsa, tó bland
að við smærri fiski, sum
eisini er gott tekin. Um
leið ein triðingur av veið
ini hesar tríggjar útróðr
ardagarnar var toskur.
Janus Sørensen sigur,
at teir royndu lutfalsliga
stutt norður úr Viðoynni,
einar tríggjar til seks
fjórðingar úr landi.
Menn, sum kenna til
fiskiskap og vita, hvussu
hýsa plagar at hátta sær,
siga, at hýsa tekur land
tíðliga á sumri, og her
sigur skiparin á Brandi
eisini, at viðhvørt kunnu
setur eftir hýsu roynast
væl um sumrarnar –
bæði nær landi og millum
oyggjarnar.
- Vit plaga vanliga at
royna, til juni mánaði er
lagdur aftur um. Síðan
plaga vit at leggja stilt til
út í hálvan august ella so.
Spurdur,
hvørjum
egnt verður við, sigur
Janus Sørensen, at agnið
er mest gágga og høggu
slokkur, og nú hava teir
eisini brúkt sauri.
- Vit fiska ikki gágguna
sjálvir, men keypa hana
frá monnum, sum fiska
gággu burturav. Vanliga
eru umleið triðja ella
fjórða hvørt agn gágga.
Vit brúka lítið av makreli,
tí tað er meira arbeiði av
at skera og egna makrel,
sigur hann.
Brandur í oddinum
Tað er eingin loyna, at
útróðrarbáturin Brand
ur, sum er 30 tons stór
ur, í fleiri ár hevur ligið í
oddinum millum føroysk
ar útróðrarbátar í bólki
4A, sum er útróðrarbátar
millum 15 og 40 tons.
Á Føroya Sjómanna
degi í Klaksvík, tá skip og
bátar fáa handað heiðurs
merki fyri størstu nøgd
og størsta virði, hevur
Brandur einar 7-8 ferðir
seinastu 12-15 árini fingið
heiðursløn
sum
besti
útróðrarbátur í sínum
bólki.
Spurdur, hvussu gong
din hevur verið í ár í mun
til somu tíð í fjør, sigur
Janus Sørensen, at veiði
virðið í fyrsta fjórðingsári
í ár liggur um eina miljón
krónur meira enn somu
mánaðir í fjør.
- Jú tað hevur gingið
væl seinnu árini, og tað
er stuttligt, at útróðurin
aftur er farin at roynast.
Tað vóru ár, har tað var
strævið at fáa samanhang
í raksturin. Tí er tað gleði
ligt, at raksturin nú er í
lagi, sigur hann.
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Frants Jensen
TÍÐINDI
- Tað gongur væl, og tað er framvegis nógvur fiskur at
fáa. Nú er streymurin harður, men vit gjørdu tríggjar
túrar í síðstu viku, og teir royndust allir væl, sigur Janus
Sørensen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Brand
Báturin
er
bygdur
í
Noregi í 1977, og Janus
Sørensen keypti hann úr
Fuglafirði fyri umleið 13
árum síðan.
Maskinan, sum er í
Brandi í løtuni, er ein 210
HK Mercedes, og hon er
19 ára gomul.
Í summar verður ein
Nanni Diesel á 330 HK
sett í bátin. Tað er Ander
sens Beding á Strond
um, sum umboðar hesar
motorar, og tað verður
Pomek í Klaksvík, sum
setir motorin í útróðrar
bátin.
- Mercedes-motorurin
gongur, men eg trúgvi,
at hann hevur sæð sínar
bestu dagar. Tí verður nú
nýggjur motorur settur í
bátin, sigur Janus Søren
sen, sum væntar, at ar
beiðið at skifta motor fer
at taka einar fýra vikur.
Gerarið,
sum
er
í
Brandi í dag, er nýggjari
enn motorurin, og tað
verður brúkt aftur, nú
motorurin verður skiftur.
Tá útróðrarbáturin Brandur um eina tíð fer at leggja stilt fyri summarið, fara teir at skifta motor
Brandur skal skifta motor
FISKAÐU FYRI
EINA MILJÓN
MEIRA
Í FYRSTA
FJÓRÐINGSÁRI
Tað hevur gingið væl hjá útróðrarbátinum Brandi. Fimm mans
eru knýttir at bátinum, tríggir umborð og tveir í landi
Janus Sørensen letur væl at og sigur, at tað er framvegis
nógvur fiskur at fáa, tá hugsað verður um árstíðina