Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen HEILSA Mannaheilin kann veru­ liga gerast ørkymlaður, um vit ikki fáa tey føðslu­ evni, sum vit hava brúk fyri. Tí gevur tað okk­um menniskjum eisini eina nógv størri mentala javn­ vág at fáa heilsu­góðan og heila­vinarligan kost. Ofta máta vit kaloriur eftir, hvussu langt vit skulu renna ella ganga fyri at brenna eina ávísa nøgd. Men, okkara heili er í roynd og veru hin størsti brúk­arin av teirri orku, vit eta. Heilin arbeiðir áhaldandi við at halda alt tað lívs­týdn­ ingarmikla virk­semi í gongd samstundis, sum hann skal avgreiða tanka­ virk­semi og syrgja fyri hug­savning. Mælir til tað ósunna Við tað, at heilin krevur so nógva orku, er hann eisini hin fyrsti at ”mæla” til skjóta orku sum eitt nú kolhydratir sum sukur, um orkan er við at ganga undan. Tí ræður tað um at halda heilan koyrandi langt upp á hvønn ”litur” og við góðum kosti sum stillar og tryggjar blóð­ sukurið. Kostur, sum tryggjar blóð­sukurið, fevnir bæði um proteinir, heilsugóð fiti­evni og kolhydratir úr grøn­meti og grovbreyði. Tá tú syrgir fyri at hava hesar tríggjar til­ fars­liðirnar í lagi í tín­um máltíðum, metta mál­ tíðir­nar eisini betri og longri, samstundis sum heilin hevur tað gott. Tú eigur ikki at eta sukur, hvítt breyð, pasta og rís, sum fær blóð­ sukurið skjótt upp, men sum samstundis ger, at blóð­sukurið fellur skjótt aftur. Í staðin eigur tú heldur at eta mat við full­ korni. Tá blóðsukurið er støðugt, hevur tú ikki somu trongd eftir sukuri, sum partvís stjelur títt uppmerksemi og tína hug­savnan, sum so aftur førir til, at tráanin eftir sukuri verður enn størri. Tað eru kolhydratir, sum senda blóðsukurið upp eftir, men um tú syrg­ir fyri at fáa protein og fitievni samstundis – eisini til møguligar millum­máltíðir – verður ávirkanin av kol­hydrat­ unu­m minni. Góður kostur er eitt nú at eta nøtur, fisk, egg og annað saman við grov­ breyði, frukt og grøn­ menti. Heilin elskar tað feita Tørvur á heilsugóðum fiti­evn­um kann eisini ávirka heilan og harvið mentalu javnvágina. Í nøkur ár hevur fiti verið ræðumyndin, men hetta er ikki heilt rætt, tí hóast tað ikki er heilsu­ gott at eta stórar nøgd­ir av mettaðum feitti ella tí, sum rópt verður trans­ fitisýrum yvir­høvur, so hava vit kortini brúk fyri fitisýrum. Vit vita øll, at fiskur er heilsugóður og hevur eina góða ávikan á heilan, orkuna hjá heilanum og mentalu javnvágina, og her eru tað ikki minst omega 3-fitisýrurnar, sum gera munin. Fitihungraði heilin dámar eisini at fáa fiti­ evni úr náttúrligum keld­um – fiski, nøtum og kjarnum. Onnur føðslu­ evni, sum gagna mentalu heilsuni, eru B-vitaminir. Tað eru nevniliga fleiri B-vitaminir, sum hava stóra ávirkan á okkara nervaskipan. Hesar eru upp­loysandi í vatni, og tekur tú ov nógvar, rennur yvirskotið bara út aftur við landinum. Tálmandi fyri tunglyndi Bæði okkara greinandi evni, hugsavnan og lag gerast betri, tá okkum ikki vantar D-vitaminir. Tað er tískil ikki bara sólar­ljósið, sum ger okkum glaðari, men tá lika­mið fær D-vitaminir úr sólini, verða hesar tálm­andi fyri tunglyndi. Tá sólin um okkara leiðir er heldur kørg í vetrar­hálvuni, kann tað vera eitt gott hugskot at taka D-vitaminir um veturin. C-vitaminir eru helst best kendar fyri sín týdning fyri verju­skipan­ ina, men nýggj gransking vísir, at C-vitaminir helst eru týdningarmesta bótar­evnið fyri heilan. Selen hevur nógvar góðar eginleikar, og eitt nú minkar tað um strongd, tá kroppurin er trýstur sálarliga ella likam­liga. Evnið er í fiski og í jørðini, haðani vit fáa selen úr grøðini. Kelda: www.helse.dk FØÐSLA SUM TÍN HEILI VILDI VALT Tá blóðsukurið er støðugt, hevur heilin ikki somu trongd eftir sukuri, sum partvís stjelur títt uppmerksemi og tína hugsavnan, sum so aftur førir til, at tráanin eftir sukuri verður enn størri Tørvur á heilsugóðum fitievnum kann ávirka heilan og harvið mentalu javnvágina Góður kostur er eitt nú at eta nøtur, fisk, egg og annað saman við grovbreyði, frukt og grønmenti