Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2019 · Nr. 52 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Alfred Steensen f. 13. mars 1932 – d. 20. mars 2019 Hjartaliga takk til tykkum øll, sum fylgdu Alfred frá Ebenezer til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll, sum vístu okkum samkenslu og hjálptu til á ymsan hátt. Eisini ynskja vit at takka Onnu og Hans og samkomuni Malta fyri minningarløtuna, íð var hildin í Hirtshals. Somuleiðis takka vit Dánjal á Dul Jacobsen, Virgar Jacobsen og Gulak Madsen fyri bønir og troystarík orð. Takk til organistin Jóhannes á Váli, berarar, sangarar og gravarar. Familjunar vegna Agnas, Elsebeth, Hanna, Guðrið, Sunrid og Rúna. TØKK Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma Edith í Jansagerði Egholm Miðvági Andaðist Vit takka starvsfólki á B7, sum tóku sær so væl av henni og okkum, sum sótu uppi yvir henni. Tøkk til Ann Dahl Hansen, prest fyri góð orð í Kapellinum og Marjun í Kálvalíð, prest fyri góða talu í kirkjuni. Takk til Kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum mongu, sum komu í kapellið og tað stóru fjøld sum fylgdi henni. Takk til tykkum sum tóku tykkum av ervinum og tykkum mongu sum bakaðu og hjálpti til. Takk fyri minnisgávu til Heilafelagið. Familjunar vegna Jákup, Anette og Mike TØKK Við hesum takka vit hjartaliga fyri sýnda samkenslu í sambandi við, at elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Johan M. Restorff f. 6. desember 1939, d. 2019 doyði á Tenerife og varð jarðaður í Havn. Takk til Mariann hjá M.C., sum sá tørvin og leitaði suður í lond, tá ið harðast leikaði á. Takk til bæði kórini í Ebenezer, talarar, tónleikarar og tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk til Ebenezer, sum lat dyrnar upp á víðan vegg fyri at veita innivist fyri ovurstóra fylginum. Takk fyri munagóða minnisgávu til Kristnastovu í Keypmannahavn, kransar og blómur. Takk fyri heilsanir og minningarorð, og eina hjartans takk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Esther Katrin, Jan og Martin Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá mamma, omma og vermóður okkara andaðist og varð jarðað. Jónhild Joensen, fødd Jacobsen f. 27.10.42 d. 20.02.19 Takk fyri heilsanir og vøkur orð. Takk til tykkum, sum á einhvønn hátt hjálptu í samband við jarðarferðina og ervið. Vit takka tykkum, sum hava verið um okkum seinastu tíðina og øll hesi árini, mamma hevur verið sjúk. Eisini takk til tykkum, sum trúliga hava verið um mammu, nú minnið var vikna, gingið túrar við henni, verið á møti og til onnur tiltøk. Eisini takka vit tykkum, sum so trúfast hava vitja hana. Vit takka Símuni Jacobsen presti fyri góð og troystarrík orð í kapellinum. Vit takka Hanusi á Gørðum presti fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni og við sjúkraleguna. Takk Gertrud Váðklett fyri vøkur orð í kirkjuni og alla hjálp. Eisini takka vit kirkjutænarum, gravarum, forsangarum. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Emmaus. Vit vilja takka starvsfólkunum á Búðatrøð, Heimarøktini, Norðoya Vistarheimi, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heiminum við Vágna, fyri góða røkt og umsorgan. Vit takka tykkum eldsálum, sum hava verið um mammu. Takk fyri at mamma og vit avvarðandi fingu at kenna tykkara flógvu hendur, umsorgan og nærlagni. Takk fyri tykkara kærleika til mammu, vit hava veruliga kent, at tit hava verið góð við hana. Takk fyri hjálp og vegleiðing og nógvar góðar og gevandi samrøður. Takk at mamma slapp at vera, tann hon var og “stýra” heilt til tað seinasta. Vit takka tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Sálmi 73,26.: Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! Familjunar vegna Randi, Eilif og Albin við familjum Kunngerð um broyting í byggisamtykt Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 6. mai 2019 til mánadagin 27. mai 2019. Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu: Økið við Gerðastøð, sum víst á korti omanfyri, verður broytt frá K-øki (landbúnaðarøki) til G-øki (neystaøki). Møgulig mótmæli, sum skulu vera skrivlig, verða at senda til: Sjóvar kommuna Skúlavegur 10 490 Strendur ella: sjk@sjovar.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2019. SJÓVAR KOMMUNA STARVIÐ Ú Á