hósdagur 9. mai 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Teir stóru tíma væl – teir lítlu tíma
illa, tí teir hava ongan kjans
Tað er ein vælskiljandi avgerð, sum Mið
flokkurin hevur tikið um ikki at stilla
upp til fólkatingsvalið. Tað er eisini ein
vælskiljandi avgerð, sum Framsókn hev
ur tikið um at stilla upp, eins og ikki sørt
framfýsna stigið hjá Sjálvstýrinum um
at stilla upp við tí endamáli ikki at møta
á Christiansborg.
Allir hesir tríggir flokkar hava grein í
sínum máli. At Miðflokkurin heldur vil
nýta tíðina at fyrireika løgtingsvalið er
væl skiljandi. Gongur tað illa, fær Mið
flokkurin bert eitt løgtingsumboð, gong
ur tað væl, fær hann trý. Í Fólkatingið
fær hann so undir ongum umstøðum
nakað umboð valt. Framsókn sær øðr
vísi upp á tað og vil ikki lata sínar veljar
ar velja aðrar flokkar til fólkatingsvalið
– tí so kunnu teir kanska freistast eisini
at gera tað til løgtingsvalið.
Vit kunnu sjálvandi geva teimum
rætt sum siga, at fólkatingsumboðanin
er eitt løgið og óhóskandi fyribrigdi.
Hinvegin ber valla til at gera nakað við
tað, fyrr enn ríkisrættarligu viðurskiftini
verða broytt. Og tey verða neyvan
broytt so radikalt í bræði, at fólkatings
umboðanin verður avtikin. Til tað fæst
valla politiskur meiriluti á tingi og held
ur ikki í fólkinum.
Tað sum fyri teir smáu flokkarnar á
tingi bara er órógvandi, er hinvegin
spennandi fyri teir stóru flokkarnar.
Hóast fólkatingsumboðanin hjá flokku
num ikki hevur tann stóra politiska
týdningin í tí dagliga, so er tað ein fyri
munur hjá bæði Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldi at hava hesi umboð – sam
stundis sum tey hava stjórnarvaldið í
Føroyum. Tað gevur flokkunum ein pall
afturat og gott samband við donsku pol
itisku skipanina, sum eisini hevur týdn
ing, tá tú skalt stýra Føroyum.
Men at siga, at fólkatingsumboðanin
er so sera týdningarmikil og fyri alt í
verðini má varðveitast, tað gevur lítla
meining.
Hvussu so ríkisrættarligu viðurskift
ini verða í framtíðini, so verður fólka
tingsumboðanin ikki ein varandi skipan.
Tá øll málsøki eru heimtikin, so er einki
at vera á Christiansborg til, sjálvt um
tað ikki í sær sjálvum merkir, at Føroyar
fara úr ríkinum.
Misjavnur hugur at tráa eftir danatingi
10. MAI 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 114 mkr og virksemi kring alt landið.
Vit sóknast eftir einum fólki at arbeiða
sum avloysari í virðisbúrinum á Posta, at
byrja skjótast til ber.
Í høvuðsheitum snýr starvið seg um at
handfara post við skrásetingartali so sum
virðispost og pakkapost. Tú kemur at arbeiða
saman við øðrum ágrýtnum, royndum og
dugnaligum fólki á Posta.
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvs- og
samskiftisevni, og at tú vísir ábyrgd. Tú kemur
at handfara nakað av vøru, og tí er neyðugt,
at tú ert hampiliga væl fyri kropsliga.
Tú:
• ert ágrýtin og jalig/-ur
• ert skipað/ur
• hevur telduførleika á brúkarastigi
• tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir
við Navision, men er hetta ikki eitt krav.
Vit:
Kunnu bjóða tær eitt spennandi og av-
bjóðandi starv í einum jaligum umhvørvi, har
øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal
bera nýggja Posta fram.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, tó við skiftandi
arbeiðstíðum. Løn sambært sáttmála við
Starvsmannafelagið.
Spurningar:
Spurningar um starvið kunnu setast Bartal
N. Poulsen á telefon 23 61 36 ella til
bnp@posta.fo
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Posta
Att.: Bartal N. Poulsen
Óðinshædd 2
100 Tórshavn
Viðmerk “Umsókn”
ella til posta@posta.fo og verða okkum í
hendi í seinasta lagi hin 24. mai 2019.
Summaravloysari á Posta