Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 233 - 4. desember 2004 Nýggj bók Dreingirnir í WAFFEN Føroyingar á hermótum 299,- Grækaris Djurhuus Magnussen F o r l a g i ð S t e y r i n í sølubúðunum 6. desember Dreingirnir í Waffen SS snýr seg um ungu føroyingarnar, sum stríddust fyri Adolfi Hitler - í elitudeildini hjá Hitler og Himmler, Hvørjir vóru hesir ungu menninir, og hví valdu teir at fara í kríggj saman við nazistunum, og hvør varð lagna teirra? Waffen SS. Í dag fara jólamenn- inir hjá Kunningar- stovunum í Eysturoy at vitja øll børn í oynni JÓLAHÝRUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrr komu jólamenninir í reyðum klæðum og við síð- um og hvítum skeggi oman úr fjøllunum við posa á baki. Í køldu fjøllunum uppi í Grønlandi, Svalbard og aðrastaðni við hava teir hildið til síðan seinastu jól. Og aftur í ár hava teir sták- ast við at pakkað jóla- pakkar til øll børn í Før- oyum – og eisini í Eysturoy. Sum tíðirnar eru broyttar, og minni kavi legst í Før- oyum um veturin, hava jólamenninir seinastu árini gjørt av at seta sletuna. Nú eru teir farnir at koyra í bili, sum øll onnur gera. Hetta er so nógv lættari, og nú kunnu teir eisini fara runt alla oynna, hóast eingin kavi er. Í dag fara jólamenninir soleiðis at vitja børnini í øllum kommunum í Eystur- oy. Teir koma í vøkru reyðu bilum sínum við onkrum jólagóða. So, tað er at halda seg til, tá ið jólabilurin við jóla- monnunum kemur. Jólamenninir hava heitt á kunningarstovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir eru í teimum ymsu bygdunum. Jólabilur 1: Strendur kl. 11, Skála kl. 11.15 og Oyr- arbakki kl. 11.45, Eiði kl. 12.15, Gjógv kl. 13.00, Funningur kl. 13.15 og Runavík kl. 14.30. Jólabilur 2: Funnings- fjørður kl. 12.00, Oyndar- fjørður kl. 12.45, Hellurnar kl. 13.15, Gøta kl. 14.00, Leirvík kl. 14.30 og Fugla- fjørður kl. 15.45. Leygardagin er at halda seg til, tá ið jólabilurin kemur, og jólamenninir aftur fara at vitja øll børn í Eysturoy Jólamenninir vitja í Eysturoy