hósdagur 9. mai 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019
SOSIALURIN 53
28
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR
B
æði Sosialurin og
ítróttarskrivarin
á
Norðlýsinum, Jákup
Ósá, tippaðu 1-1 undan
dystinum. Tað bleiv júst so,
tá klassikarin var á skránni í
Gundadali mikukvøldið.
KÍ kemur á odda í fyrra
hálvleiki, tá verjan hjá HB ikki
megnar at verja fyri eini langari
avlevering, meðan HB svarar
aftur tíðliga í seinna hálvleiki,
tá Ari Mohr Olsen beinir eitt
heldur forkølað skot frá Brynjari
Hlöðversson í málið.
Bæði liðini hava møguleikar
at vinna dystin. Helst kemur HB
oftari í góðar álopsstøður, men
tað eru gestirnir úr Klaksvík, ið
eru meira nærgangandi, tá góðu
støðurnar skulu umsetast til
málmøguleikar.
Mikkjal blandar kortini
Tað tekur eina løtu at avlesa
dómaraseðilin, tá hann verður
printaður út ein góðan tíma
fyri dystarbyrjan. Allir fýra, sum
byrjaðu í verjuni hjá KÍ móti AB
eru við, men nú er eisini pláss
fyri Ísaki Simonsen.
Fyrsta boðið er, at Mikkal
Thomassen hevur skift til
fimm í verjuni. Tá dysturin
byrjar er greitt, at hann hevur
blandað kortini øðrvísi. Deni
Pavlovic, sum annars hevur
spælt í miðverjuni, er fluttur á
høgra bakk, meðan Jóannes K.
Danielsen er fluttur fram á mið
vøllinum. Hartil er norski mið
vallarin, Simen Sandmæl, fluttur
fram í álopið saman við Patriki
Johannesen.
-Hetta havi eg ikki sæð fyrr.
Jóannes K. Danielsen hevur fyrr
spælt á vonginum og í álopinum,
men ongantíð sum eg minnist á
miðjuni, sigur Teitur Joensen,
viðmerkjari á FM1, tá dysturin
verður bríkslaður í gongd.
KÍ hevur takið ein part av
fyrra hálvleiki, har tað nakrar
ferðir eydnaðist at fáa verjuna
hjá HB út at renna kapp. Soleiðis
kemur málið hjá KÍ eisini, tá Deni
Pavlovic sendir Simen Sandmæl
avstað. Magnus Egilsson megnar
ikki at ruddað vekk, og so kann
norðmaðurin renna framvið
málverjanum hjá HB og trilla
bóltin í eitt tómt mál
-Vit høvdu gjørt okkum
nógvar tankar um hvat fór at
henda. Vit høvdu hugt eftir
nøkrum tingum.
Millum annað er verjan hjá
HB ikki so synkron, sum hon
hevur verið. Tað fáa vit mál
upp á og tað eri eg glaður fyri.
Vit fáa eisini aðrar møguleikar
upp á tað sama. Vit hugsaðu
eisini, at tað er ein slíkan dyst
at teir royndu spælararnir skulu
á vøllin. Eg segði við teir, at vit
skuldu geva Deni og Jóannes 15
minuttir at venja seg við nýggju
plássini, sigur Mikkjal Thomas
sen, venjari hjá KÍ.
Tróndur er
helst svarið
HB er at kenna aftur.
Gott nokk situr Dan í
Soylu uttanfyri, meðan
Adrian Justinussen er
fremstur á miðjuni,
meðan Pætur Petersen
er á høgra vongin.
Stóri munurin hjá HB,
í mun til fyrr í ár, er at
Tróndur Jensen er aftur á
miðvøllinum.
Hann hevur ein eginleika at
fáa spælið hjá HB at verða meiri
flótandi. Um tað bara er tí hann
er á vøllinum, at HB tóktist at
fáa spælið at rigga, er ilt at siga,
men hann er tann munurin,
ið er á pappírinum frá fyrru
dystunum.
Í fyrra hálvleiki eru nakrar
støður, har serliga Pætur Peter
sen er íblandaður á høgra vongi.
Hann fær eisini størsta møgu
leikan, tá bólturin verður sendur
innfyri úr høgru, men fær ikki
ordiliga skot á.
í seinna hálvleiki riggar betri
hjá HB, sum eisini fær útjavn
andi málið longu aftaná tríggjar
minuttir. HB spælir upp í høgru.
Síðani verður lagt upp til skot
hjá Brynjari Hlöðversson, sum
ikki rakar bóltin so væl, men tað
bilar minni, tí Ari Mohr Olsen
stendur á rætta stað beinir bólt
in í málið.
- Í fyrra hálvleiki mangla vit
dirvið at spæla. Vit vistu, at teir
komu at leggja trýst á okkara
v e r j u
spælarar, og
so gera vit eitt mistak í samband
við málið. Í seinna hálvleiki
spæla vit betri, men tá vit
koma til góðu innleggini, so er
ongin innfyri, men tá innleggið
var vánaligt vóru fólk innfyri.
Hinvegin, vit koma aftur ímóti
besta liðnum í Føroyum í løtuni,
sigur Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB.
Einki avgjørt
Tað er einki avgjørt undan sein
nu hálvfinaluni, men nú hevur KÍ
munin á máltalvuni við útivallar
málinum. Tað merkir, at HB skal
skora í returdystinum. Venjarin
hjá KÍ letur væl at.
-Eg haldi ikki at møguleikin
er verri, enn hann var áðrenn
hendan dystin. Hetta er eitt
rímiligt úrslit. Vit eru sterkir
í verjupartinum, so HB fær
sína søk fyri
við at leypa á.
Vit eru eisini sterkir upp á
umstillingar, so eg haldi at vit
hava spælt ein dyst, har úrslitið
er ókey fyri okkum, sigur
Mikkjal Thomassen.
Venjarin hjá HB er ikki heilt
nøgdur, men letur væl at gongd
ini í spælinum seinastu dystir
nar.
-Vit eru ongantíð nøgdir, tá
vit ikki vinna í Gundadali. Eg
haldi tað er púra opið hvør kem
ur víðari. Vit leita í løtuni eftir
stabilitetinum í spælinum hjá
okkum, sum vit høvdu í fjør. Eg
haldi at vit spæla væl móti EB/
Streymi í farna umfari, og vit
síggja eisini nakað av tí í dag.
Nú vóni eg, at vit kunnu byggja
víðari upp á tað, sigur Heimir
Guðjónsson.
Returdysturin verður 22. mai
í Klaksvík.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Løgmanssteypið:
MIKKJAL THOMASSEN SIGUR:
-Eg eri nøgdur við nøkur ting. Eg eri nøgdur við
intensitetin, sum vit leggja fyri dagin og at vit fáa
mál. Eg haldi at vit skulu halda nullið, men HB
er eisini eitt lið, sum er á veg upp og tað síggja
vit í dag. Eg fari ikki at standa her og siga, at eg
eri ónøgdur. Hetta eru tvey jøvn lið, men eg haldi
kanska vit hava tær størru vandamiklaru støðurnar.
Tað bleiv júst sum prestur prætikaði í Gundadali. Einki bleiv
avgjørt í fyrru hálvfinaluni, har HB og KÍ spældu javnleik 1-1. HB
byrjar at líkjast sær sjálvum frá í fjør, meðan KÍ sær sterkt út í ár
EINKI BLEIV
AVGJØRT Í SÓLINI
Í GUNDADALI