Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. mai 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. MAI 2019 SOSIALURIN 53 30 TRÓNDUR ARGE F ult umfar verður í lands­ kappingini sunnu­dagin og mánakvøldið. Tríggir dystir eru sunnudagin. B36 og TB spæla í Gundadali, NSÍ fær vitjan av AB, meðan nýggja venjaratoymið hjá ÍF skal takast við HB. Síðani eru dystirnir hjá Skála og Víkingi fluttir til mána­ kvøldið. Hesi bæði liðini spældu fyrru hálvfinaluna í kapp­ingini um Løgmanssteypið í gjár (hóskvøldið), eftir at blaðið var farið til prentingar. Skála fær mánakvøldið vitjan av odda­ lið­num KÍ, meðan Víkingur á heima­vølli fær vitjan av EB/ Streymi. B36-TB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: BJARKI DANIELSEN Eftir fýra ósigrar upp í slag vann B36 aftur í farna umfari, tá teir vunnu 3-0 á ÍF í Gundadali. B36 er aftur á heimavølli og mótstøðuliðið er TB, sum hevur tapt fýra teir seinastu dystirnar. Tríggjar í landskappingini og ein í steypakappingini. Í 7-0 ósigrinum í Klaksvík í lands­kappingini og í 5-1 ósigri­ num í steypadystinum móti Skála, sá einki út hjá TB. Sunnu­ dag­in tapti TB 3-0 fyri NSÍ við Stórá, men hesa ferð var spælið væl betri. TB hevði fleiri mál­ møgu­leikar og tað kann vera tekin um, at TB er við at fóta sær aftur. Her er B36 rímiliga greiður favorittur á pappírinum. TB hevur latið nógv mál inn sein­ astu dystirnar, og tað kundi hent aftur sunnudagin. Spurningurin er so, um TB hesa ferð fær mál upp á sínar málmøguleikar? SOSIALURIN TIPPAR 4-1 NSÍ-AB Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: PETUR REINERT NSÍ er av álvara komið fyri seg í lands­kappingini. Hartil er bara ein spælari á skaðalistanum og liðið hevur víst orku og krops­styrki í onkrum av sín­um seinastu sigrum í lands­kapp­ ingini. Í skrivandi løtu verður arbeitt við at flyta dystin til sunnu­kvøld, ella møguliga leygar­kvøldið. Óansæð, so hevur NSÍ spælt væl á heimavølli í hesum kapp­ ingar­árinum, har tað er blivið til til fýra sigrar í fýra dystinum. Gestirnir h ava t a ð trupult aftur í ár. AB hevur lang­ an skaðalista og tað hava argja­menn ikki ráð til. Tað er møguleiki fyri, at spælarar sum Bárður Ol­sen og Jobin Drangstein verða aftur at síggja á vøllinum sunnu­dagin, men tað er helst ikki nokk til at hótta NSÍ. AB hevur framvegis trupult við at skapa málmøguleikar og skjóta mál. Higartil liggur tað á níggju málum fyri átta dystir. SOSIALURIN TIPPAR 3-0 ÍF-HB Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: LARS MULLER Spælið hjá HB mikukvøldið í hálv­finaluni í kappingini um Løg­manssteypið líktist meiri spælinum frá 2018. Tróndur Jen­ sen er aftur á miðvøllinum, men tað var ikki nokk til at vinna á KÍ. Hetta verður helst ein øðrvísi dystur, har ÍF helst fer at lata HB hava bóltin, fyri síðani leypa á við mótálopum. ÍF hevur fingið nýtt lív, nú Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim eru settir sum venjar­ ar, men tað var ikki nokk til at geva B36 mót­støðu í Gundadali. Tað kundi sæð út til, at ÍF skal hava eitt sindur av tíð fyri at koma seg. David Lang­ gaard beklaði til venjing í vikuni og er ivasamur. Hann er týdningarmikil fyri verjupartin. HB spældi mikukvøldið ein harðan dystin móti KÍ. Magnus Egils­son og Dan í Soylu hava leik­bann, so Daniel Johansen og Pætur Petersen byrja møguliga inni. HB er favorittur, men tað verður ikki stórur munur á. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 Ikki við: Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin 4-6 vikur), Jógvan Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur), Leivur H. Joensen (burturstaddur), Heðin Stenberg (knæið, 6 vikur), Hørður Tórsson (akslaskaði, 2-4 vikur), Rógvi Poulsen (fóturin, 1-2 vikur) Ivasamur: Jobin Drangastein (hælsinan), Bárður Olsen (baklærið), Filip í Liða, Eli Christiansson Ikki við: Rói Mørk Hentze (knæskaði, 3-4 vikur), Róaldur Jakobsen (fótur, langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (lær, 5-6 vikur), Bjarni Petersen (lærið, 2 vikur), Erlendur Magnusson (krossband, langtíðarskaddur) Ivasamir: Michal Przybylski (knæið), Hugin Samuelsen (knæ), Erling Jacobsen (lærið), Símun Rógvi Hansen (knæ) Ikki við: Andras Olsen (krossband, langtíðarskaddur), Jóhannes Hansen (krossband, langtíðarskaddur), Arnar Dam (knæ, vikur), Leif Niclasen (fótur, vikur), Gestur Bogason Dam (liðband, vikur) Ivasamur: Arnbjørn Hansen Við aftur: Rógvi Egilstoft Nielsen (leikbann), Niklas Kruse Ikki við: Andreas Breimyr (fóturin), Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson (leikbann), Dan í Soylu (leikbann) Ivasamur: Bartal Wardum Ikki við: Tóri Traðará (slitið krossbandið, úti restina av árinum), Henry Heinesen (nakkin, langtíðarskaddur), Poul N. Mikkelsen (knæið, helst álvarsamt) Ivasamur: David Langgaard (fóturin) LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 9. umfar: B36, NSÍ, HB og Víkingur eru øll favorittar í 9. umfari, meðan mest spennandi dysturin á pappírinum er á Skála, har KÍ er á vitjanmánakvøldið FÝRA GREIÐIR FAVORITTAR