Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge - Gundadalur -Hetta er ein vánaligur dyst­ ur vit síggja. Ferðin er lá og tað vit síggja nógv av - er feil­av­leveringar, sigur Odd­ bjørn Joensen, viðmerkjari hjá FM1, tá dysturin er um at vera liðugur. Gestirnir av Tvøroyri leita eftir seinasta møguleikanum, at trýsta heimaliðið. Teir fáa okkurt fríspark og onkur bóltur verður sendir innfyri, men tað endar við at B36 vinnur 1-0. Hetta er annar sigurin á rað hjá B36, sum fyribils hevur lagt seg á triðja plássið, meðan Skála, KÍ og Víkingur skulu spæla í kvøld. Við støði í favoritt­leik­luti­ num hjá B36 í hesum dystinum, so var avrikið hjá teimum væl verri enn tað hjá TB. Gestirnir eru nakað illa mannaðir, men royndust eftir umstøðunum væl. Teir royndu traðka ikki til Jákup á Borg, venjari hjá B36, velur annan dystin á rað, at hava Jónas Tór Næs í mið­ verju­ni. Erling Dávidsson og Bjarni Petersen eru ikki tøkir, so venjarin hevur valt høgra bakkin at spæla undir liðini á Andriasi H. Eriksen. Tað var ein góð loysn, tí miðverjarnir vóru millum stinnastu spælararnar í einum annars lítið sprutlandi B36-liði. Av teimum framrættaðu er Ben­jamin Heinesen sjónligur. Tað mesta av spælinum fyri­ gong­ur í vinstru síðu, har Alex Mellem­gaard og Benjamin Heine­sen eru. Tað er eisini Benja­min Heinesen, sum leggur B36 á odda aftaná eitt stórt korter. Árni Frederiksen skjýtur frí­spark innfyri. At síggja til liggur tað ov frammarliga, men Brian Jakobsen fær høvdið á, og so er Benjamin Heinesen leys­ur við aftari stong. Árni Frederiksberg var óvan­liga tamur, meðan Lukasz Cieslewicz ongantíð kom ord­ liga í dystin. Teir eru menn­inir, ið skulu skipa spælið hjá B36, men hetta er helst vánaligasti dyst­urin, ið teir hava spælt saman. Í hálvleikinum valdi Jákup á Borg at skifta Gilla Samuelsen út, men tað kundi eins væl verið onkur annar. Í seinna hálvleiki blivu bæði Árni Frederiksberg og Lukasz Cieslewicz eisini skift­ir út. -Tað kundi verið ein hvør annar á liðnum uttan Andrias Eriksen og Jónas Tór Næs. Eg føldi at eg mátti gera okkurt í hálv­leikinum. í seinna hálvleiki skifta vit út, fyri at fáa orku á liðið, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. TB gjørdi sítt Tað sæst á spælarahópinum hjá TB, at tað er brúk fyri øllum kreftum, um liðið skal yvir­liva í ár. Tað er fleiri ungir og óroyndir spælarar á liðnum, men teir verða væl stuðlaðir av roynd­um og góð­um spæl­ arum. Í gjár vóru spælar­ ar sum Milos B u d a k o v i c , Ndende, Teitur Olsen, Luc Jeggo, Ivan Ivanovic og ungi Stefan Rado­ sav­ljevic eyðsýndir. TB hevur í Milos Buda­ kovic funnið ein góðan mál­verja. Hann vardi eisini málið við Stórá í fjør, tá fyri Suðr­ingar. Hartil tykist Luc Jeggo úr Avstralia hava fleiri góðar dygdir, meðan Ivan Ivanovic tykist vandamikil, hóast hann hevði ein avbjóðandi dag móti Andriasi Eriksen. Í fyrra hálvleiki kom TB til eins nógvar mál­møgu­leik­ ar, sum B36. Ser­liga eru tað skjótálopini, sum eru vanda­ mikil. Teir trígg­ir fremstu, Luc Jeggo, Ivan Ivan­ovic og Stefan Rado­sav­ljevic spæla bóltin skjótt í millum sín og hava fleiri góðar flytingar. Allir tríggir koma til líkinda støður, men antin er verjan fyri, ella bjargar Hans Jørgensen í málinum hjá B36. Sum tíðin gongur blíva mót­ álopini færri og færri, og tú situr við eini kenslu av, at tað skal henda okkurt heilt serliga, um TB skal fáa stig við suður. Tað endar við tveimum innleggum, sum ikki blíva til meiri enn tað sama. Lítið sannførandi Jákup á Borg var fegin um stigini eftir dystin, men ásann­ aði eisini at spælið ikki var meiri enn næstbest. Hetta var ikki ein sannførandi sigur til B36, har teir av álvara melda seg aftur í oddastríðið. Her vóru nógv ávaringartekin, sum B36 skal arbeiða við, fyri at koma upp á hædd við eitt nú KÍ. Tó stendur eftir, at B36 fekk trý stig og tað er tað, sum telur á stigatalvuni. B36 er tvey stig frá oddasessinum og tað er góðkent eftir níggju umfør. TB hevur enn munin Hetta er fjórði ósigurin á rað hjá TB, men enn hava tvøramenn mun­in á hinum botn­liðnum. Tey átta stigini, ið øll komu í fimm teimum fyrstu um­førunum, eru fleiri enn EB/ Streymur, ÍF og AB hava. Tí hevur TB góð kort á hond­ ini undan tveimum teimum næstu dystunum, ið eru móti AB og ÍF. Bæði liðini hava brúk fyri at vinna móti TB, meðan tvør­menn við eitt nú javnleiki kunnu halda frástøðuna niður til niðurflytingarstrikuna. Soleiðis sum TB leyp á í Gundadali, er heldur ikki óhugs­andi at tvøramenn fara at skjóta mál í hesum báðum dyst­unum. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... B36-TB 1-0: JÁKUP Á BORG SIGUR: Eg eri glaður fyri, at vit fingu hasi trý stigini, tí er ikki nøgdur. Serliga ikki í fyrra hálvleiki. Vit hava ov nógvar nertingar og ov fáar flytingar á vøllinum. Spælið er ov stirvið og tað er ongin gleði á spælarunum. Vit vóru heldigir at verða á odda í hálvleikinum, men eg haldi vit spæla eitt sindur betri í seinna hálvleiki, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. B36 hevur fyribils lagt seg á triðja plássið við øðrum sigrinum á rað í landskappingini, men fyri uttan málið í fyrra hálvleiki, er ikki nógv at skriva heim um. TB prógvaði, at liðið hevur dygdirnar at halda seg í deildini RÓTUT OG ONGIN RÚTMA Í GUNDADALI