Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað tykist ikki sørt rangvørt, at danska løgreglan hevur hevur brúkt 41 milliónir krónur upp á ein balla­d­u­makara, sum Rasmus Palu­dan, sum hevur vunnið sær so nógv­an tokka millum fólk, at hann er sloppin at stilla upp til fólka­ tings­va­lið. Sjálvandi hava øll rætt at stilla upp til val og at bera síni sjónarmið fram. Men tað skal valdast býttleiki. At ein maður uttan nakað kann sleppa at øsa fólk og provokoera mus­lim­ar í Danmark við at kasta, traðka á og brenna koranina, teirra bíbliu, tað kann ikki blíva nógv býtt­ari, tá samfelagið loyvi slíkum og verjir slíkar dáragerðir. Her er lógarbroyting farin fram í Danmark, sum loyvir slíkum – í tælu­fræls­ins navni. Broytingin er ikki framd í Føroyum, so tað hevði ikki gingið, um onkur førdi seg so­ leið­is fram her. Men at víðgongd sjónarmið vinna frama og verða umboðað í Fólka­tinginum er ikki nýtt. Tað hendi eisini í 1973, tá Frem­skridts­ part­iet hjá Mogens Glistrup kom á ting. Paludan tykist tó ikki at hava vunn­ið so góðan tokka í fólkinum. Flokk­ur hansara stendur ikki til at koma á ting sambært seinastu mein­ing­a­kanningunum, sum eru gjørd­ar í Danmark. Hóast Rasmus Paludan er part­ ur av høgraveinginum, so hevur Lars Løkke Ras­mussen gjørt greitt, at hann skip­ar onga stjórn við Stram Kurs sum grundarlag. Til tað hev­ur flokkurin og víðgongd sjón­ ar­mið, sigur forsætisráðharrin, og tað sama sigur formaðurin í Kon­ serva­tiva flokk­i­num, Søren Pape Poul­sen. Hav­andi hetta í huga – og tann møguleikin, at flokkurin ikki kem­ur á ting, so slóðar ein slíkur flokk­ur fyri eini reyðari stjórn í Dan­mark. Bæði við tað, at hann ikki verð­ur grundarlagið undir eini borg­ar­ligari stjórn, ella tí, at borgarligar at­kvøð­ur­nar fara fyri skeytið, um flokk­urin ikki kemur á ting. Fólkið ræður. Men fólkið kann eis­ini velja undarlig fólk at umboða sítt fólkaræði, tað hav vit sæð áður. Víðgongdi rasismudømdi Paludan slóðar fyri reyðari stjórn Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! FÓLK KUNNU VELJA LØGIN FÓLK Njál Sig­ur­ jóns­ son75 ár NØVN SÍÐA 15 Jóhan F. Magn­ us­sen til minnis NØVN SÍÐA 15 Lions Club Tórs­ havn heiðrar Ív­ar Iversen sum ársins borg­ara 2019 fyri virk­ semi og áhaldni hans­ara á tón­ leika­øki­num í Streym­oynni í meira enn 75 ár Ein av teimum trúgvastu og drúgvastu urguleikarunum í landinum, 88 ára gamli kvívíkingurin í Havn, Ívar Iversen, er av Lions Club Tórshavn kosin ársins borgari 2019. Hetta er ein heiður, Lions hevur latið í fleiri ár, og á fundi um dagarnar fekk Ívar á fundi hjá Lions handað heiðursskjal og eina lítla pengagávu. Longu sum 14-15 ára gamal avloysti hann pápa sín við urguna í heimbygdini, Kvívík, har hann virkaði sum urguleikari í fleiri áratíggju, og síðani hava tónleikur og sangur verið hansara vørumerki alt lívið og er tað enn. Eisini hevur Ívar spælt í Kaldbak og í Havn, og til andaktir á røktarheimum í Havn og á hvíldarheiminum Nainu situr hann enn við urguna fleiri dagar um vikuna. Í Útvarpskórinum og síðani í Havnarkórinum ljóðaði reina og klára rødd hansara heilt frá byrjan, og sum um tað ikki var nóg mikið, so hevur Ívar Iversen sungið fyri líki í Havn í meira enn hálvthundrað ár. Tí hevur Lions Club Tórshavn gjørt av at heiðra hann sum ársins borgara 2019 fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 ár. Ívar Iversen ársins borgari Georg L. Petersen hev­ur drúgvar royndir í miðla­heim­ i­num. Hann hevur starvast sum á­b­yrgd­ar­blaðstjóri og blað­stjóri á Dimmalætting og sum tíðindaleiðari í SvF. Í mong ár var hann redaktørur á Degi og Viku og vertur í kjak­send­ingum Georg er útbúgvin Cand. public, sum er ein kand­i­dat­ ú­t­búgv­ing innan journ­al­i­ stikk, frá Lærda Há­skúla­ num í Aar­hus. Hann hevur eis­ini lok­i­ð journ­al­istútbúgv­ ing­ina á Journ­a­listhá­skúl­a­ num í Aarhus. Á yrkisleiðini hevur hann stað­ið á odda fyri fleiri stór­ um broytingum, m.a. tá Dimm­a­lætt­ing gjørdi seg politiskt óhefta av Sam­ bands­flokk­i­num. Umframt tað hev­ur hann ment fleiri kon­sept­ir á Dimmalætting og inn­an sjónvarpstíðindi. Í 2012 gav Georg L. Pet­ ersen út bókina “Før­oy­ing­ ar í kríggi – ein frá­søgn av hermótinum í Afghanistan”. Bókin var eitt úrs­lit av samstarvi millum Dimma­ lætt­ing og Kringvarp Føroya. Georg er 52 ára gamal. Hann er giftur og eigur tvey børn. Georg tekur við sum tíð­ ind­a­leiðari í Kringvarpi Før­oya eftir Heina Gaard, sum hevur verið virkandi tíð­inda­leið­ari. Ge­org L. Pet­ er­sen tekur við starvinum bein­an­veg­in. Tríggj­ar um­sókn­ir vóru til starv­ið. Georg er nýggjur tíðindaleiðari í KvF Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Dánjal Joensen frá Lions Club Tórshavn handaði Ívari Iversen heiðursskjalið, ið staðfestir, at hann av Lions er kosin ársins borgari 2019 Georg L. Petersen er nýggjur tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya