týsdagur 14. mai 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HAVIN OG ÚTILÍV
Havin.fo
veksur við
rúkandi ferð
Tá John Kári Midjord byrjaði fyritøkuna
Havin.fo í 2013, var hann einsamallur,
samstundis sum hann hevði annað
arbeiði. Í dag eru tey 11 fólk í
fyritøkuni – og skjótt verða tey 14.
Vilmund Jacobsen
Havin.fo er tað, sum rópt verð
ur ein anlegsgartnarafyritøka
við breiðari vitan og førleikum
innan gartnaravirksemi. Fyri
tøkan veitir fjølbroyttar tæn
astur
til
privat,
fyritøkur,
almennar stovnar og komm
unur.
Stjóri og eigarin av fyritøk
uni, sum er stovnað í mars í
2013, John Kári Midjord, er út
búgvin anlegsgartnari við ser
grein í anlegsteknikki, sum tað
kallast.
Aftrat sær í fyritøkuni hev
ur hann aðrar gartnarar við
útbúgving, timburmann og trý
fólk, sum serliga arbeiða við
flísalegging. Haraftrat hevur
hann ágrýtin og dugnalig fólk
við hollum royndum innan
gartnaravirksemi.
- Ein stórur partur av okk
ara arbeiði er at leggja flísar,
og nú vit hava timburmann,
gera vit eisini blómukassar og
terassur umframt smærri timb
urarbeiði. Vit hava eisini mask
inur og seramboð, sum eru
sera væl egnaði til okkara ar
beiðsøki og tær uppgávur, sum
vit átaka okkum.
John Kári Midjord vísir á, at
stórur dentur verður lagdur á
at gera arbeiðini væl, og einki
arbeiðið er liðugt, fyrr enn
viðskiftafólkini væl og virði
liga eru nøgd.
- Vit gera okkara arbeiði –
frá byrjan til enda – við stolt
leika, og tað krevur sjálvagt, at
øll samvirka til tað góða og
besta, vit duga, sigur hann.
Nógv tænastuvirksemi
Eigarin av Havin. fo sigur, at
ein fittur partur av teirra virk
semi er at veita tænastu við
øllum innan urtagarðsarbeiði,
og hetta gera tey bæði hjá
privatfólki,
fyritøkum
og
stovnum.
- Tað eru so mong, sum vilja
hava ein vakran urtagarð, eina
vakra
innkoyring
ella
eitt
vakurt tún, men sum ikki
rættiliga megna tað sjálvi. Her
taka vit okkum av viðlíkahaldi,
tilskering av trøum, sláing av
grasplenum og mongum øðr
um.
John Kári Midjord sigur, at
sjálvsagt er grevstur og nýgerð
eisini partur av virkseminum
hjá teimum.
- Vit koma á staðið og saman
við teimum, sum eiga ella hava
ræðið yvir ognini, tekna vit
upp, hvat gerast skal, og her
vilja vit sjálvsagt altíð vera góð
í ráðum.
Grátt og grønt
Sonevnda gráa toymið hjá
Havin.fo syrgir eitt nú fyri
lendisgøtum, drenum og skift
ing av oljutanga – um tað skal
verða.
- Í grøna grøna toyminum
hava vit eitt nú nýgerð, røkt
við lúking, klipping, sláing av
grasi og planting.
John Kári Midjord stað
festir, at Havin.fo hevur fingið
nógv rós fyri sítt virksemi og
síni arbeiði, og tað er ikki hent
enn, at nakar hevur kært seg
um nakað, sum tey hava fing
ist við.
- Tað fegnist eg almikið um,
og tað eru okkara dugnaligu
fólk, sum eiga rós uppiborið
fyri tað, leggur hann aftrat.
Skjótt 14 fólk
Tá John Kári Midjord kom
heim úr Danmark sum útbúgv
in anlegsgartnari í 2012 og árið
eftir stovnaði sína fyritøku,
visti hann ikki, hvør undir
tøkan fór at vera.
- Eg byrjaði einsamallur við
fyritøkuni, samstundis sum eg
eisini hevði annað arbeiðið.
Skjótt sá eg, at eftirspurning
urin var stórur, og ringarnir
breiddu seg skjótt, soleiðis at
meira og meira var at gera.
Eigarin av Havin.fo kann í
dag fegnast um at hava heili 11
fólk í starvi, og skjótt verða tey
14.
- So, hetta hevur verið ein
rættiliga skjótt veksandi fyri
tøka, og eg eri sera takksamur.
Vit bjóða okkara tænastu út
um alt landið, men vit hava
havt nógv mest at gera her í
miðstaðarøkinum, sigur John
Kári Midjord.
Góðkendir til eftirlit við spæliplássum
Ein partur av
arbeiðsøkinum
hjá Havin.fo er at
hava eftirlit við
spæliplássum
Vilmund Jacobsen
Havin.fo fæst ikki bara við
urtagarðs-og ymiskt anlegs
arbeiði. Fyritøkan setir eisini
upp spælipláss og hevur eft
irlit við spæliplássum fyri eitt
nú barnagarðar, kommunur
og íbúðarøkir.
John Kári Midjord, sum
eigur og rekur fyritøkuna, sig
ur, at Dansk Legepladsinstitut
hevur góðkent Havin.fo at
hava eftirlit við spæliplássum.
- Vit hava bæði eftirlit og
viðlíkahald við ymiskum spæli
plássum, og vit hava eisini
havt fólk á skeiði hjá Dansk
Legepladsinstitut
í
hesum
sambandi.
Hann sigur, at tá vitjað
verður úti á spæliplássum, er
ikki so sjáldan, at tey síggja
ymiskt, sum átti at verið gjørt
øðrvísi.
- Tað er avgerandi neyðugt,
at alt, sum er á einum spæli
plássi, er trygt fyri bæði børn
og starvsfólk – og eisini fyri
almenningin, sum viðhvørt
leitar inn á ymisk spælipláss
at stytta sær stundir.
John Kári Midjord sigur, at
Havin.fo eisini arbeiðir við
onkrum nýggjum í løtuni,
sum hann heldur vera ov tíð
liga at siga nakað um enn.
- Men, tá vit eru til reiðar í
næstum, fara vit eisini at
kunna um okkurt nýtt, leggur
hann aftrat.