týsdagur 14. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Eg vil veita eina hjartans tøkk til synir okkara,
Hilmar og Olgar, sum hildu í hondina á móður síni,
tá ið hon slóknaði, og vaktu hvørja nátt í 1 viku
yvir elskaðu og sárt saknaðu konu míni, eins og
til sonarkonuna Elin og abbadóttrina Elsbet, sum
loystu av ta einu náttina.
Elsebeth Kalsø Danielsen
f. 22.09.1943 – d. 27.04.2019
Somu tøkk fáa øll hini 6 abbabørnini, sum stóðu so
væl saman um ommuna, Niels Pauli, Ragnar, Aksel,
Jóannes, Rói, Durita og makar.
Eina serstaka tøkk vil eg eisini veita teimum sera
hjálpsomu fólkunum á palliativu deild og serliga
onkologisku deild á landssjúkrahúsinum, sum í 3 ár
tóku sær so sera væl av Elsebeth. Hon var takksom
og glað fyri tykkum.
Tøkk øll tit, sum vitjaðu bæði heima og á
sjúkrahúsinum, teirra millum vinkonan frá
skúlaárum hennara í Klakksvík Jórun Hannudóttir
og Hans Olaf, og trúføstu føroysku vinfólkini alt frá
ungdómsárum okkara í Danmørk.
Pól Johannessen, trúboðara, Hanus á Gørðum
og Øssur Kjølbro, prestar, skulu hava stóra tøkk
fyri vitjan og andakt á landssjúkrahúsinum og
troystarríkar talur har, í kapellinum, við kórseting
og jarðarferðina í góðveðrinum í Klakksvík. Tøkk
til synir og abbabørn, ið bóru, og allra teirra,
ið fylgdu bæði í kapellinum og dagin eftir til
jarðarferðina úr kirkjuni út í Grøv, har Elsebeth
lærdi seg at svimja og hevði mangar góðar løtur.
Tøkk til líkbil og Ólavur, ið koyrdi bæði úr Havn
og í Klakksvík til hennara síðsta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til bróðurdóttrina, Elsebeth í
Árnafirði, fyri sera vøkru minningarorð hennara í
Norðlýsinum og fyri vitjanina á landssjúkrahúsinum
og stór tøkk til grannarnar bæði í Havn og
Klakksvík.
Ein sera stór tøkk til øll teirra, sum tóku sær
av ervinum, til teirra, sum sendu minningargávu
til KFUM og –K, og til øll teirra, sum komu við
køkum. Tøkk fyri tær nógvu uppringingarnar, tær
fløva.
Jesus fylgi tykkum øllum! Vit liva í vónini, sum
vit eiga ígjøgnum Hann um at síggjast aftur handan
deyða og grøv.
Niels Pauli Danielsen
Takk
Vit takka hjartaliga fyri samkenslu og hjálpsemi, tá
kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi, langabbi og
boyggi okkara
Grímur Rasmussen
f. 13.08.1938 d. 14.08.2018
andaðist og var jarðaður.
Takk til starvsfólkið í Norðoya Búð og
Heimatænastu og takk til starvsfólkið á Klaksvíkar
Sjúkrahúsið, fyri góða umsorgan og røkt.
Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu
til. Takk til tykkum sum ringdu ella stukku inn á
gólvið. Og tøkk til tykkum sum fylgdu honum til
gravar. Harrin signi tykkum.
Takk fyri minnisgávu til Parkinsonfelagið.
Vegna familjuna
Klara, Sylvin, Durid og Frimodt
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi
okkara andaðist og varð jarðaður.
Símon Hansen
27.01.1933 – 16.03.2019
Takk fyri heilsanir og troystarík orð.
Takk til tykkum á Lágargarði,
ið vóru um hann hesi seinastu árini.
Takk til prestin, kirkjutænara, sangarar,
urguspælarar, berarar, bilførara,
gravarar og Gravarhjálp.
Takk til tykkum øll sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Takk til tykkum sum hjálptu til
við ervinum og bakaðu.
Takk fyri blómur, kransar
og minnisgávur til Lágargarð.
Paula, Torkil, Torbjørn og Bjarne við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Sólveig Olsen
Doyði og var jarða.
Tøkk til Bergur D. Joensen fyri troystarrík orð.
Tøkk til urguspælara,
Kirkjutænara, sangarar, berarar og gravara.
Takk til tykkum
øll sum á ymsan hátt hjálptu til
við jarðarferðina og ervið.
Takk fyri blómur og peningagávur
til Krabbameinsfelagið.
Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Heilsu
og Umsorgartænastuni hjá Tórshavnar kommunu,
G3, B6 og Sjúkraflutningstænastuni.
Familjurnar vegna
Sólbjartur, Eystein og Steinbjørn v/ familjum
Tøkk
Torleif Dorius Justinussen
f. 24.02.1932 – d. 03.04.2019
Takk til øll tykkum sum vóru um hann,
vitjaðu og vóru góð við hann,
og hjartans tøkk til tann stóra skara,
sum saman við okkum út í grøv mundi fara,
at fylgja Torleif tað síðsta petti,
tá hann fór ferðina síðsta strekki.
Av hjarta vit siga takk fyri tað,
í trúnni vit tá verða glað.
Nicolina við familju
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo