týsdagur 14. mai 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ALMANNAMÁLARÁÐIÐ
Samskipari til javnstøðumál
Søkt verður eftir einum samskipara
at arbeiða við javnstøðumálum.
Samskiparin verður skrivari hjá
Javnstøðunevndini og Demokratia.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
•
at varpa ljós á javnstøðumál
og vera andlitið úteftir
•
at vera virkin kjakari bæði í
skrift og talu, og tíðum leggja
tilfar á heimasíður og á sosialar
miðlar
•
at halda fyrilestrar og taka lut í
orðaskifti um javnstøðumál
•
at gera fjøltáttað, upplýsandi
og kunnandi tilfar um
javnstøðumál
•
at virka fyri, at átøkini í virkis
ætlanini hjá landsstýr inum
verða sett í verk
•
at skipa fyri ráðstevnum,
evnisdøgum og kjakfundum,
sum varpa ljós á viðkomandi
evnir
•
at fyrireika mál til Javnstøðu
nevndina og Demokratia,
útinna ætlanirnar, sum
nevnd irnar seta út í kortið og
standa fyri átøkum hjá
Javnstøðunevndini og
Demokratia
•
at svara fyrispurningum og
avgreiða mál til Javn støðu
nevndina og Demokratia
•
at skriva árligar frágreiðingar
um virksemið í samstarvi við
Javnstøðunevndina og
Demokratia
Førleikar
Tú hevur viðkomandi útbúgving
frá hægri lærustovni. Viðkomandi
arbeiðsroyndir eru ein fyrimunur.
Tú dugir væl at orða teg á føroysk
um, norðurlendskum og enskum,
bæði í skrift og í talu, og hevur
góðan kunnleika til og áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum.
Tú tímir og dugir væl at samstarva
og samskifta bæði við myndug
leikar og borgarar og hevur góð
samstarvsevnir. Tú megnar at hava
nógvar bóltar í luftini í senn og
dámar væl at samskipa og seta
nýggj átøk í verk. Tær dámar væl at
leggja fram og taka lut í orðaskifti.
Tú ert ágrýtin og hevur góð evnir
at arbeiða sjálvstøðugt. Tú dugir
væl at finna fram vitan, at greina
tilfar og at skriva. Tú ert væl skipað/
ur, dugir væl at leggja til rættis og
skjalprógva. Tú ert til reiðar at taka
eitt eyka tak, tá á stendur.
Lønar- og setanartreytir
Talan er um parttíðarstarv, har
starvstíðin fyribils er 30 tímar um
vikuna.
Almannamálaráðið er setanar
myndugleiki, og fyribils starvs
staðurin verður í Almanna
málaráðnum.
Starvið verður lønt sambært avtalu
millum Fíggjarmálaráðið og
avvarð andi yrkisfelag. Tann, ið
settur verður, má kunna tola
broytingar í starvinum.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø.
skal sendast til:
Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Ella til teldupost adressu: amr@
amr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 27. mai
2019 kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Jeanette Ellefsen
Blaasvær, fulltrúa, á tlf. 734056 ella
til teldupost jeb@amr.fo.
Játtanirnar til Javnstøðunevndina og Demokratia eru lagdar saman, og samlaða
játtanin er hækkað at skipa skrivstovu at varpa ljós á javnstøðumál og standa fyri
átøkum, sum fremja størri javnstøðu. Skrivstovan verður tøk hjá myndugleikum,
stovnum, feløgum og einstaklingum at venda sær til at fáa hjálp og ráðgeving í
javnstøðuspurningum.
Javnstøðunevndin virkar sambært løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu
millum kvinnur og menn. Javnstøðunevndin skal m.a. hava eftirlit við, at
javnstøðulógin verður hildin, vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og
einstaklingum í javnstøðuspurningum og gera tilmæli í javnstøðumálum.
Demokratia hevur umboð úr øllum politisku flokkunum umframt
Kvinnusamskipanina, Kommunufelagnum og Javnstøðunevndina. Demokratia virkar
fyri at leikluturin hjá kvinnum í føroyskum politikki økist.
AVBJÓÐANDI
SKRIVSTOVUSTARV
Í LØGTINGINUM
(vegna barnsburðarfarloyvi)
Í sambandi við barnsburðarfarloyvi er eitt ógvuliga spennandi og
avbjóðandi skrivstovustarv í Løgtinginum, fulla tíð, leyst at søkja til setan
frá 1. juli 2019, ella eftir nærri avtalu og fyribils í eitt ár fram.
Uppgávurnar fevna m.a. um:
•
at skráseta innkomin tingmál og at ansa eftir, at hesi eru málsliga røtt
•
at umsita tingmál og tingfundir á heimasíðuni og hava ábyrgd av, at
tilfarið er dagført og tøkt á síðuni
•
at umsita post og teldupost tingsins, og at journalisera hendan
•
at umsita tinglistan
•
at vera nevndarrøkil í m.a. Landsstýrismálanevndini og
Uttanlandsnevndini
Talan er um eitt til tíðir rættiliga krevjandi starv, har nógv er at halda skil
á. Tann, sum settur verður, skal hava skrivstovuútbúgving, hava góðan
kunnleika til føroyskt mál, áhuga fyri arbeiðinum í politisku skipanini og
góðan kunnleika til nýtslu av teldu.
Starvið verður lønt sambært 7. lønarflokki í sáttmálanum millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í
seinasta lagi 27. mai 2019, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti
til logting@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur
1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóruna S. Ludvig á tlf.
363912 ella Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294.
Minnist til
haldaragjaldið
Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn