Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mai 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mai 2019 · Nr. 55 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Skála Seinastu løtuna er trýstið stórt á málið hjá KÍ. Tað er lagdir seks minuttir afturat og KÍ er í undirtali á Skála. Simen Sandmæl hevur fingið sítt seinna gula kort, og dómarin er ikki keisarans vinur í KÍ-leguni. Herrópini frá KÍ við­halds­ fólk­unum ljóða so hart, sum ongan­tíð fyrr hetta mána­ kvøld­ið á Skála. Heima­áskoð­ar­ arnir eru lítið aftanfyri og díkja á sínar menn, men hvørja ferð bólturin nærkast málinum hjá KÍ, er tað ein spælari í bláum, sum stendur fyri. Tá dómarin bríkslar fyri sein­astu ferð, hevur KÍ vunnið sjeynda dystin upp í slag í lands­kappingini. Hinir báðir eru endaðir við javnleiki, og tí er KÍ ósigrað í toppinum av stiga­talvuni. Fýra stig eru niður til NSÍ, og átta stig eru niður til komandi mótstøðuliðið, HB. Profilarnir á vøllinum Fróði Benjaminsen og Jákup Jakob­sen eru aftur í mið­verju­ ni hjá Skála, meðan Ronni Møller-Iversen er í góða lag­ num á vonginum. Fyri KÍ er Deni Pavlovic nú tøkur at spæla fast frá byrjan. Hann og Jesp­er Brinck standa seg væl gjøg­num allan dystin, meðan Jákup B. Andreasen enn eina ferð er avgerandi. Hann spælir sum ein sannur liðskipari á mið­vøllinum. Fyri KÍ heldur Jonn Johan­ ne­sen fast í plássinum á høgra vongi, meðan Ísak Simon­sen er við frá byrjan á vinstra bakki. Skála er uttan Edvin Jakobsen og Søren B. Nielsen. Jákup Johan­sen er fremsti maður hjá Skála. KÍ klárt betri Gestirnir úr Klaksvík eru nógv betri í fyrra hálvleiki. Tað tekur eina løtu at koma til málmøguleikar, men tá teir koma, so eru teir eisini rími­ liga stórir. Málverjin hjá Skála, Karstin Hansen, hevur mill­um annað ein tvíbjarging, har hann fyrst fær hondina á skot frá Patriki Johannesen, og síðani stór­bjargar, tá Jóannes Bjarta­ líð roynir at fylgja upp. Patrik Johannesen er eisini ein støðug hóttan í einum hálv­ leiki, har KÍ nakrar ferðir eisini kemur til innlegg úr høgru. Simen Sandmæl og Jákup B. Andreasen hava tamarhald á miðju­ni, meðan Jesper Brinck og Deni Pavlovic halda Jákupi Johan­sen vekk frá øllum. -Eg kann gott góðtaka at tapa ein fótbóltsdyst, men ikki tá vit spæla sum vit gera í fyrra hálv­leiki. Tað kann eg ikki liva við, sigur Eyðun Klakstein, venj­ari hjá Skála. Jákup veksur við ábyrgdini Tað er skjótt at gloyma, at Jákup Biskopstø Andreasen bara er 20 ára gamal. Hann hev­ur spælt á besta liðnum hjá KÍ síðani hann var 16 ára gamal. Síðani Páll A. Klettskarð skif­ti til US Breno í fimtbestu deild­ini í Italia, hevur Jákup B. Andreasen verið liðskipari. Avrikið á Skála er kanska ikki tað besta hjá unga mið­ vall­ar­a­num, men hann er avgerandi. Hann skorar av­ger­ andi mál­ið, tá Simen S a n d ­m æ l eft­ir 27 minut­t­ir send­ ir frí­spark inn­ fyri úr vinstru. Við aftari stong stend­ur lið­skipar­in og skor­ar. Í seinna hálvleiki eigur hann eisini uppspælið til størsta málmøguleikan hjá KÍ, tá hann ósjálvsøkin spælir Simen Sandmæl leysan, men Karstin Hansen stórbjargar. Sum heild er talan um eitt búgvið og skilagott avrik frá nýggja liðskiparanum, sum eisini er avgerandi á vøllinum. Spent móti dystarenda Hóast KÍ hevur tamarhald á megin­partinum av dystinum, so blívur tað avbera spennandi og spent móti dystarenda. KÍ hevur fleiri møguleikar at av­ gera dystin, men sjálvt ikki brots­spark fáa teir umsett til mál. -Vit møta einum góðum Skála-liði, men vit megna at trýsta teir. Vit koma til nógvar kjansir, og hesin dyst­ ur­in skuldi verið dripin langt áðrenn vit koma móti dystar­ enda. Vit fáa tríggjar heilt stór­ar málmøguleikar, sum vit skulu skora uppá – umframt eitt brotsspark, sigur Mikkjal Thomassen, ið millum annað skifti Darius Lewis inn, og út í seinna hálvleiki. -Vit missa tamarhaldið á dysti­num í tí vit leita eftir sein­na málinum. Tað vísur seg, at vit koma til at verða akkurát ov seinir í dysti­num. Tá velji eg at seta ein krops­liga sterkan mann inn á miðvøllin, og flyta Jóannes Bjartalíð út á vongin, so vit fáa betri tamar­hald á pressspælinum hjá okkum, forklárar Mikkjal Thomas­sen og leggur afturat: -Tað stóð nógv á, men eg haldi ikki tað blívur so vanda­ mikið. Tá tú kemur undir eitt trýst, so skal so lítið til, men eg haldi at vit standa royndina aftur í dag. Rok um dómaran og døming Rok­miklasta hendingin í dyst­ um var, tá Jóhan Hendrik Ellef­ sen gav Simen Sandmæl sítt sein­na gula kort. Sum skilst, so var talan um eina hending, ið fór fram aðrastaðni enn har bólturin var í spæl. Stinni norski miðvallarin skal hava skumpað Fróða Benjaminsen. - Tað undrar meg øgiliga nógv, at ein so friðarligur dyst­ ur, har tað ikki eru nakrar óndar intentiónir frá hvørgan av liðunum, skal enda við einum reyðum korti. Dómar­ar­ nir eru ein viðspælari í fót­bólti og teir skulu leiða ein dyst, so alt ikki verður øst upp. Vit høvdu ein ringan dag í dag, men eg haldi eisini dómarin hugs­ar, at hann ikki rakti sítt topp­støði. Tað skulu vit verða rúm­ligir nokk at góðtaka, men eg undrist á gongdina í sein­ na hálvleiki, sigur Mikkjal Thomas­sen eftir dystin. Skálamenn fáa eitt mál í seinna hálvleiki, men hjálpar­ dóm­arin vinkar bóltin úti. -Eg eri spentur upp á at síggja hasa støðuna umaftur, tí fleiri ivast um hasin bólturin var uttanfyri, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála. Simen Sandmæl hevur nú leikbann til dystin móti HB, sum verður sunnudagin. Í løtuni er KÍ á FM-kós, men tað er bara ein triðingur farin av kappingarárinum, so enn kann nógv henda, men stendur KÍ royndina í Gundadali, so verður tað ikki HB, ið steðgar KÍ í ár. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Skála – KÍ 0-1: ONGIN JAPANSK INNRÁS Undan kappingarbyrjan kom japanski Takuya Matsunaga til KÍ, men hann hevur bara verið á vøllinum í fáar minuttir. – Tit skulu ikki vænta at síggja hann á vøllinum. Hann er komin í ein aldurdal og arbeiðir upp á at venda tí. Tað eru nógvir tvídystir í føroyskum fótbólti, og tað mistrívist hann við, sigur Mikkjal Thomassen. KÍ er klárt oddalið í føroyskum fótbólti, eftir sjeynda sigurin upp í slag í landskappingini. Fyri aðru ferð í megnaðu klaksvíkingar at standa í móti í undirtali. Við sínum 23 stigum hevur KÍ tangerað stigametið fyri fyrsta triðingin SJEYNDI SIGURIN UPP Í SLAG