Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað er popput og fjollut at egna við ikki at vilja møta á Fólkatingi – Nú hava vit øll møguleikan. Ein at­ kvøða fyri Sjálvstýri er ein atkvøða fyri, at stól­ur­in á Fólkatingi stendur tómur. Soleiðis skrivar formaður Sjálv­stýr­is­ floks­ins í áheitan á veljaran um hesaferð at skriva søgu og fyri fyrstu ferð í 104 ár at velja eitt sjálvstýrisumboð á Fólk­a­ ting. Tað er ikki hent á nøkrum fólka­tings­ valið seinastu 100 árini, og tað fer heldur ikki at henda hesaferð. Tað kunnu vit skuffa sjálvstýrisformannin við at stað­ festa. Men tá tað er sagt, so kunnu vit væl fylgja honum í , at hetta er eitt týdn­ing­ ar­leyst val. Tað hevur bara týdning fyri fýra flokkar og eini seks persónar, sum hava møguleikan at verða vald á Fólk­a­ ting. Fyri veljaran í Føroyum hevur tað ikki tann stóra týdningin, um tað verða Magni Arge og Sjúrður Skaale sum skulu im­pon­era danskar fólkatingslimir við at halda hugatakandi røður og vøkr­ um goml­um donskum máli, ella um tað verð­ur Edmund Joensen, sum fer at fiska onkr­ar danskar stuðulsmilliónir hend­an­vegin. Tað verður hvørki betri ella verri at vera føroyingur, líkamikið hvønn vit velja á Fólkating. Tað einki at ivast í, at tað er gott fyri Javn­að­ar­flokkin og Tjóðveldi at hava fólka­tings­sessirnar. Men tað broytir ikki pol­i­tiska veruleikan í Føroyum. Tí er hetta eitt løgið val og eitt týdningarleyst val. Men eitt val, sum veljarar hjá pol­it­ isku flokkunum í rættiliga stóran mun stuðla – tí teir eru sínum flokki trúgvir. Men hinvegin at argumentera fyri at velja ein persón á danating, sum als ikki æltar sær at møta, tað er bæði fjollut og popput. Vit hava ikki eitt slíkt stríð millum Danmark og Føroyar, at tað á nakr­an hátt kann forsvarast. Vit hava góð við­ur­skifti landanna millum, og vilja Før­oyar broyta viðurskifitni, ann­ að­hvørt við at fara úr ríkinum ella gera onkr­an form fyri ríkjasambandi, ja so stend­ur tað okkum frítt at gera tað. So skuldi gamla Sjálvstýrið heldur tón­að reint flagg og sagt, at nú vilja vit úr ríkinum og so spurt Føroya fólk um tað. Týdningarleyst val um danskan sess? 17. MAI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Víðagitni marg­lista­ mað­ur­in úr Fugl­a­firði, Frits Jo­hann­e­sen, fyllir 75 tann 22. mai. Í hesum sam­bandi leggur Sprot­in fram nýtt verk við hans­ara myndlist, og Fugl­a­ fjarðar komm­una skipar fyri føð­ing­ar­ dags­kvøldi í Ment­an­ ar­hús­i­num. Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjarta­liga væl­komin at heilsa upp á Frits, njóta tón­leik og røður og okkurt gott til góma og háls. Skráin sær so­leið­is út: • Gentukórið syngur 3 sangir • Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fugla­ fjarð­ar Kommunu, ber Frits eina heilsan • Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram • Hornorkestrið spælir 2-3 løg • Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan • Og so okkurt óvæntað! Bøk­ur­nar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær. Borðreitt verð­ur við góðum bit­um, onkrum drekk­andi og góð­ um práti, siga fyri­ reik­ar­ar­nir. Kendur fugl­firð­ ingur sjeytifimm FRITS JOHANNESEN Les eisini blaðið á telefonini John Eliasen: Eitt hendingaríkt lív á sjónum Siðsøga síða 22-23 Kioskin kemur aftur á Vaglið mánadagin síða 16-17 Jógvan K. Mørkøre Tær elstu komm­un­ur­nar eru Tórs­havn, Vest­manna komm­una og Eiðis kommuna. Tríggjar tær elstu eftir komm­un­u­ lógini 28. februar 1872, (29. juni 1972) eru: • Vestmanna kommuna 1892 •Eiðis kommuna 1894 •Tórshavnar kommuna 1908 Tríggjar tær elstu bygda-komm­unu­r­ nar eru: •Vestmanna kommuna 1892 •Eiðis kommuna 1894 •Viðareiðis kommuna 1913. Hesar tríggjar kommunurnar eru all­ ar nær Norðhavinum. 1. oktober í 1894 var fyrsti fundardagur hjá Eiðis kommunu. Verður ein 1. oktober 2019 verður tað 125 ára dagur hjá Eiðis kommunu. Sjálvur bleiv eg á fyrsta sinni valdur í komm­unustýrið valið 1967 og var komm­ un­ustýr­is­limur tilsamans í 38 ár, og í komm­unalum høpi samanlagt 44 ár – sum komm­unu­stýr­is­lim­ur, skriv­ari, komm­unu­fel­ags­stýr­is­lim­ur og komm­ un­u­fel­ags­for­mað­ur. 1967 var skattaprosentið í Eiðis komm­ unu 8. Tað kundi verið nógv at sagt um hesi franu árini, t. d. um ta komm­unu­ stýr­is­limi­r tá vóru – og ikki hildu seg vera, og tað teir í dag, í fjølmiðlunum, fáa seg at vera. Kjak: Tær elstu serstøku kommunurnar í Føroyum Val nærkast, og í morgin verður hátíðarhald, tí FYRSTA FLAGIÐ VERÐUR LOYST fyri Dals­ tunli­num. Er tað onkur sum ikki hevur tíð at bíða eftir fyrsta skotinum? Og verður aftur hátíðarhald, tá skotið verður? Helgi Abrahamsen á Facebook MYND: DÁVUR WINTHER Í blaðnum...