mikudagur 15. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Arbeiðið at gera wc,
parkeringspláss,
skelti, gøtur o.a. í
Saksun er fyribils
steðgað.
Valstaðið í
Haraldssundi er strikað,
og veljararnir skulu nú
greiða atkvøðu í Kunoy
Georg L. Petersen er
settur sum nýggjur
tíðindaleiðari í
Kringvarpinum, og
Kári Sólstein verður
mentanarleiðari.
Fróðskaparsetrið
søkir av nýggjum
eftir rektara, tí ov
fáar umsóknir vóru til
starvið
Tanum eitur nýggi
báturin hjá Havnar
Bjargingarfelag,
sum kom á Havnina
mikumorgun
Lýkka
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
30 nýggir el-bilar
eru skrásettir,
sambært hagtølum
hjá Akstovuni
30
Várið er komið! Tað byrjar
av álvara at merkjast í
veðrinum. Sólin hevur sett
sín dám á hesa vikuna, og
sambært veðurstøðunum
fer tað at halda fram.
Várið merkir millum
annað lembing og egg.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Um tað góða veðrið heldur
fram, fari eg ikki suðureftir
í summar - her er deiligt í
Føroyum!
Fyrr stillaðu vit
klokkuna, nú stilla vit
bilin
Gul til stívt andøvsgul úr útsyninningi,
5 til 10 m/s, sum minkar í lot
til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Um
náttina snarar hann í ein eystan.
Turt og onkrir sólglottar at hóma.
Hitin millum 10 og 15 stig, um
náttina millum 5 og 8 stig.
Lot til andøvsgul úr útnyrðingi, 2
til 7 m/s. Skýggjað og stundum
eitt sindur av regni. Hitin millum
8 og 13 stig, onkrastaðni 15 stig,
um náttina millum 6 og 9 stig.
Lot til andøvsgul úr eystri, 2 til 7
m/s, stundum stívt andøvsgul, 10
m/s. Fyrst turt og eitt sindur av
sól, men seinni skýggjað og kanska
okkurt æli. Hitin millum 10 og 15
grader, um náttina um 8 stig.
2-7 m/s
2-7 m/s
Tað er ótrúligt, sum vit føroyingar
megna at vevja summi mál upp í
ellibitar, bara tí vit ikki tíma at seta
okkum inn í, hvat vendir upp og hvat
vendir niður.
Síðani einaferð í fjør hevur eitt tilboð
frá donsku medisinfyritøkuni Novo
Nordisk fleiri ferðir sett dagsskránna
– uttan at hvørki almenningurin
ella politikararnir vita, hvat málið í
veruleikanum snýr seg um.
L a n d s s t ý r i s kv i n n a n
v i ð
heilsumálum hevur eisini latið málið
rulla uttan at upplýsa almenninginum
og politisku flokkunum um, hvat tað
snýr seg um. Hennara aðalráð takkaði
í fyrstu syftu nei til tilboðið, men
síðani hevur hon drigið eitt sindur í
land aftur.
Nú skal alt kannast so væl, sum
neyvan nakað annað politskt mál
og í útvarpinum mikudagin lat
landsstýriskvinnan almenningin skilja,
at talan í veruleikanum bert snýr seg
um 5-7 milljónir krónur.
Ája
Í Saksun er kinkur komin í samskifti
millum kommununa og borgararnar og
festararnar í bygdini. Kommunan hevði
ætlanir um at betra um viðurskiftini í
bygdi í sambandi við invasiónina av
ferðafólki.
Hóast samskifti hevur verið millum
festararnar og kommununa, so vildu
teir ikki, at arbeiðið skal halda fram.
Heðin Zachariassen, borgarstjóri
í kommununi, valdi at lurta eftir
borgarunum og steðgaði arbeiðnum
beinanvegin.
Skulu vit tosa um nærdemokrati,
so er hetta nakað av tí nærmasta vit
koma tí.
Ája!
Havi hug at skriva um tunnlar.
Nú er aftur ball, nú skjøtil verður
settur á Dalstunnilin. Við nýggjum
“haka” skal Heðin Mortensen,
landsstýrismaður byrja grevsturin,
men neyvan verður hakin amboðið,
sum verður nýtt.
Gitt verður, at tað fara at ganga
eini fimm ár at grava seg ígjøgnum
og hol verður til Dals, so kanska
verður Dals-tunnilin fyrr liðugur enn
Suðuroyartunnilin.
Tí har er onki óført. Áðrenn 2030
er koyrandi til Suðuroyar. Tað søgdu
floksformennirnir, tá ið teir vijaðu á
Drelnesi í Salt og kjakaðust um tunnilin.
Bert formnaðurin í Framsókn tyktist
kenna føroysku búskaparsøguna.
Hini hildu bara, at vit eiga at koyra á.
Ája!
Hetta er bert ein lítil partur av
tunnilsíløgunum, tí fyrst skulu vit bora
til Hvalbiar, so Norður um Fjall og til
Fámjins.
Risa íløgur, sum partvís verða
goymdar uttanfyri fíggjarlógina.
Landsbankion kom í vikuni við
einari frágreiðing, har tey siga, at
neyðugt er at halda eitt vaki eyga við
útlánsvøkstrinum. Alarmklokkurnar
eiga at ringja, tá ið útlánsvøksturin
veksur skjótari enn BTÚ.
Ája!
Lýkka merkist í luftini.
Hesar seinastu dagarnar
hevur lágættin tikið yvir og
tað merkist beinanvegin.
Framvegis er nakað av vindi,
men nú er hann lýggjari enn
tann íshavsvindur vit hava
merkt alt vár.
So smálombini eru farin at
spæla á bønum og gróðurin er farin
at síggjast.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Sprotin DA-FØ:
lýkka -u kv1e
lýtt veður, varmi; sms. t.d. vár-
1 (um veður) gerast lýggjari, lýna (1), tað lýkkar
2 hita, fløva (t.d. vatn, mjólk o.tíl.), lýna (2)
Visti tú?
Á Facebook hevur ein
nýggjur bólkur fingið vind í
seglini. Bólkurin, sum eitur “4
plastik um dagin”, eggjar
føroyingum at savna
plast saman.
2-7 m/s