mikudagur 15. mai 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
29
TRÓNDUR ARGE
E
in triðingur av kapp
ingarárinum er nú farin,
og tíðin er komin til at
gera ársins fyrsta ársins
lið. Tað hevur sum ikki eina ferð
verið torført, tí tað eru fleiri
spælarar um boðið, umframt at
tað eru fleiri meiningar um av
rikini og týdningin av teimum
ymisku spælarunum. Hetta er
so tað, sum ÍtróttarSosialurin
hevur sett – tó at tað ikki var
semja um øll plássini.
Karstin í mál
Kristian Joensen úr KÍ var
eisini á markinum at koma á
liðið, meðan Milos Budakovic
úr TB eisini var eitt boð. Karstin
Hansen vinnur dystin, tí hann
hevur fleiri ferðir megnað at
staðið væl í málinum hjá Skála.
Verjan
Ari Olsen og Fróði Benjaminsen
umboða Skála í verjuni, men
her kundi Jákup Jakobsen eisini
verið, men Jesper Brinck hevur
eisini verið sannførandi fyri
KÍ. Pætur Hentze fær munin
á Alex Mellemgaard á vinstra
bakki, tí bakkurin hjá NSÍ
hevur spælt væl fleiri minuttir.
Oddur Højgaard og Vukasin
Tomic hava eisini verið nevndir.
Ari Olsen fær høgra bakkin í
harðari kapping við Jóannesi K.
Danielsen.
Miðjan
Simen Sandmæl og Jákup B.
Andreasen úr KÍ eru sjálv
skrivaðir á miðjuni, meðan
Jóannes Bjartalíð er fluttur á
vongin, fyri at gera pláss fyri
Stefani Radosavljevic úr TB.
Her vóru eisini onnur boð.
Eitt nú Luc Jeggo hjá TB, sum
kemur úr Avstralia, umframt
Sølvi Vatnhamar. Á vengrunum
eru Adrian Justinussen úr
HB, sum akkurát vinnur á
Símuni Samuelsen og Árna
Frederiksberg, meðan Petur
Knudsen úr NSÍ verður ov
stuttur, tí hann hevur verið ov
skaddur. Eisini er Boris Dosljak
eitt boð.
Álopið
Klæmint A. Olsen er toppskjútti
og tí á liðnum. Her kunnu nevn
ast Jákup Johansen úr Skála og
Patrik Johannesen, sum hava
arbeitt væl, men ikki fingið so
nógv mál.
Venjari
Her var hørð kapping millum
Eyðun Klakstein hjá Skála og
Mikkjal Thomassen úr KÍ. Her
fellur valið akkurát á Eyðun
Klakstein, tí hann hevur
flutt Skála úr botn-fimm
upp í topp-fimm. Her kann
argumenterast
fyri báðum.
Karstin Hansen
Skála
Fróði Benjaminsen
Skála
Simen Sandmæl
KÍ
Adrian Justinussen
HB
Pætur Hentze
NSÍ
Venjari:
Eyðun Klakstein
Skála
Stefan Radosavljevic
TB
Jóannes Bjartalíð
KÍ
Ari Olsen
Skála
Jesper Brinck
KÍ
Jákup B. Andreasen
KÍ
Klæmint A. Olsen
NSÍ
Ársins lið fyrsta triðingin:
KÍ og Skála eiga bulin á liðnum
KÍ og Skála eiga átta av 12 plássum á ársins
liðið higartil. Tá eru enntá onkrir valdir frá
í seinastu fráveljingini. HB og TB eiga ein
í part, meðan NSÍ eigur tveir spælarar