Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Gundadalur Gott bóltspæl er vegurin fram í føroyskum fótbólti í løtuni. Tað er ein av niðurstøðunum, eftir at HB partvís spældi KÍ av vøllinum í Gundadali sunnu­ dagin. Stóri munurin á vølli­ num er, at HB hevur skjót­ar og góðar bóltspælarar á mið­ vølli­num, tí Brynjar Hlöð­vers­ son situr uttanfyri, meðan KÍ er uttan Simen Sandmæl, ið bindir spælið hjá KÍ saman. Fyrsta hálva tíman er minni munurin á liðunum, men tá HB fyrst fær hol á, eru teir ikki til at steðga. Teir skora tvær ferðir afturat upp á sjey minuttir. KÍ svarar aftur, men tá er langt á mál. - Vit eru nøgdir við teir fyrstu 25 minuttirnar, men tað broytur nógv, tá tað koma trý mál ígjøgnum upp á tíggju minuttir. Tað er eitt frí­ spark, eitt hornaspark og ein ”clearing”, har vit ikki raka bólt­ in, so tað eru øgiliga smáir lutir, sum gera at dysturin nærmast verður avgjørdur. Sjálvt um vit fáa eitt mál, so blívur dysturin ikki ordiliga spennandi, tí vit fáa ikki eitt mál afturat, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, sum tó er nøgdur við inn­ satsin hjá sínum monnum. - Allir spælararnir gera sítt besta í dag, men onkrar dagar rakar tú bara ikki títt hægsta støði, men hjartað, innsatsurin og viljin var har. Tað eri eg glað­ ur fyri, sigur venjarin hjá KÍ. HB vinnur spælið á miðvøllinum Í fjør var íslendski stríðs­mað­ urin, Brynjar Hlöðversson, mill­ um bestu spælararnar hjá HB. Í ár hevur hann als ikki havt sama týdning, meðan sakn­ urin í Tróndi Jensen hevur verið stórur. Eitt nú hevur HB spælt fleiri dystir við Brynjari Hlöðverssyni og Hørði Askam á miðjuni. Sunnudagin er Hørður Ask­ am í miðverjuni, meðan Dan í Soylu og Tróndur Jensen eru á miðjuni, tí Brynjar Hlöðversson er skaddur. Tað skal vísa seg at verða ein góð loysn, tí lætti og bólt­sterki miðvøllurin hjá HB, tókt­ist vera grundin undir góða spæli­num hjá heimaliðnum, meðan kropssterki miðvøllurin hjá KÍ hevur ávísar avbjóðingar. Reyða kortið hjá Simen Sand­mæl á Skála í farna um­ fari, merkist væl í hesum dysti­ num. Hann hevur serligar egin­leikar á bóltinum, sum KÍ saknar í dystinum. Av tí saman eru tað veng­ur­ nir hjá HB, Símun Samuelsen og Adrian Justinus­sen, ið koma í fleiri góðar støð­ur, meðan fram­rættaðu spælar­ar­nir hjá KÍ hava meiri trupult við at koma í eins góðar støður. Hartil leggja Sebastian Pingel og Ari Mohr Olsen eitt stórt trýst á verjuna hjá KÍ, sum ger fleiri mistøk, ið vit ikki hava sæð higartil í ár. - Hetta var ein øgiliga spenn­ an­di og týdn­ing­ar­ mik­il dystur fyri okkum. Tað eru átta stig í millum okk­um áðrenn dyst­in, so vit vistu at vit skuldu vinna, um vit skulu verða ein part­ur av topp­stríðnum. Vit hava rætta hug­burðin. Vit fara fram at leggja trýst á og vinna tví­dyst­irnar. KÍ er eitt gott lið, sum hevur latið fá mál inn og teir standa væl í verjuni, sigur Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB. Sjey avgerandi minuttir Dysturin er eitt sindur rótutur mið­skeiðis í fyrra hálvleiki. Bæði liðini leggja nógv fyri, men einki bendir á at annað liðið skal skjóta trý mál upp á sjey minuttir – men mál broyta dystir. HB fær horna í vinstru, sum Magnus Egilsson leggur innfyri. Har kemur Dan í Soylu at standa púra leysur og hegnisliga prikar hann bóltin afturum seg og í málið. Fýra minuttir seinni fær HB frí­spark úr eini 25 til 30 metrum frá málinum. Tað er heilt úti í vinstru síðu, so tað tykist eitt sindur ørt at skjóta upp á mál. Men tað er júst tað, ið Adrian Justinussen ger. Skotið snýtir Kristian Joensen í málinum og fer í stongina og inn. -Hatta málið má Kristian Joen­sen nokk taka á seg, sigur Heðin Ask­ham, við­ merkj­ari á FM1. Málverjin hjá KÍ hevur annars verið stinnur í alt ár, men óiva iðrar hann seg um, at Adrian Justinussen megnar at skora úr slíkari fjarstøðu. Tað ganga bara tríggir minutt­ir, so er aftur galið. Verjan hjá KÍ fær ikki sparka bóltin vekk, og so er Ari Mohr Olsen fyrstur á. Hetta er fjórðu ferð, at hann sandoyingurin í álopi­num hjá HB skorar móti KÍ upp á tvey ár. KÍ svarar aftur fyri hálvleik við máli, sum Jóannes Bjartalíð skorar, eftir fínt uppspæl frá inn­skifta Jonn Johannesen og Patriki Johannesen. Stutt framman­undan sendir Patrik Johanne­sen eisini fríspark á stongina, so KÍ er við í dysti­ num. Stong inn Líka fram til 77. minutt er lív í dystinum. Tú situr við eini kenslu av, at skorar KÍ eina ferð, so kunnu teir eisini skora tvær ferð. Tað blívur tó ikki meiri spennandi enn tað sam­ an, tí 13 minuttir fyri tíð setur Dan í Soylu punktum, tá hann taklar bóltin í stongina og inn. KÍ rakar stongina tvær ferð­ ir í dystinum, men báðar ferðir­ nar er tað stong og út, men HB rakar stongina tvær ferðir – og báðar ferðirnar er tað stong og inn. HB var leikliga omaná og vinnur samanlagt uppiborið, men munurin á máltalvuni sæst eisini í skotunum á steng­ ur­nar. Hesa ferð er tað stong og inn fyri HB, og stong og út fyri KÍ. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... HB-KÍ 4-1: ALLIR GERA SÍTT BESTA - Hetta er ein dystur, har bæði liðini velja at lata meiri upp enn í tí fyrra dystinum. Vit millum annað sæð tað frá dystunum í fjør, at bæði liðini velja at trýsta aggresivt og tá eru tað smálutir, sum avgera hvør fær trýst mótstøðuliðið. Allir spælararnir gera sítt besta í dag, men onkrar dagar rakar tú bara ikki títt hægsta støði, men hjartað, innsatsurin og viljin var har. Tað eri eg glaður fyri, sigur Mikkjal Thomassen, venjarin hjá KÍ. Við Dan í Soylu á odda er HB fyrsta liðið, sum vinnur á KÍ í hesum kappingarárinum. Heimaliðið skoraði tríggjar ferðir upp á sjey minuttir í fyrra hálvleiki. KÍ er enn oddalið, men nú er bara eitt stig niður til NSÍ SO-DAN VANN HB Á KÍ