Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Eg stuðli føroyingum í teirra rætti at vera føroyingar uttan á­virk­an frá øðrum mentanum og trúð­ar­ bólk­um. Soleiðis segði tann høgra­víð­ gongdi dan­in, Rasmus Paludan her í blaðnum í gjár. Maðurin, sum beint eft­ir fólk­a­tings­valið ætlar sær til Før­oy­ar at stuðla før­oy­ing­um, sum ræð­ast muslimar. Tað er ein kona í Havn, sum er so bangin fyri muslimum, at hon hev­ ur sent boð eftir hesum óvanliga víð­gongda manni. Vit hava ofta staðfest, at pol­i­ tikk­ur er løgin. Tað eru politikarar eis­ini viðhvørt. Men við hesum kunnu vit siga, at tað er veljarin so sann­i­lga eis­ini. Hvat er tað sum ger, at ein kona í Havn kemur dragsandi til Før­ oy­a við einum so víðgongdum og hat­urs­full­um manni, sum eingin í donsku pol­itisku skipanini vil hava nak­að við at gera? Um tað skuldi ging­ið donsku stjórn­a­r­flokk­u­num eitt sind­ur fræg­ari, enn valj­ar­a­ kann­ing­ar spáa, so verð­ur tað júst Ras­mus Paludan, sum tryggj­ar, at ein reyð stjórn kem­ur til valdið. Saman við hinum nýggja víð­ gongda høgraflokkinum, sum still­ ar upp í Danmark, Nye Borg­er­lige, kunnu Starm Kurs og Nye Borg­ er­lige tilsamans fáa 8-10 ting­sess­ ir í Fólk­a­ting­i­num. Tað merkir, at stjórn­ar­flokk­ar­nir skulu vinna ein­ar 15 tingsessir í mun til seinastu velj­ara­kan­ning. Eitt er, at bæði Vinstri flokk­ur­ in og Konservativi flokkur av­vísa sam­starv við hendan høgr­a­víð­ gongda flokk. Men tað ger sjálvt Danski Fólkaflokkur. So her er ver­ u­liga tal­an um ein persón og ein flokk, sum eingin í Fólkatinginum vil hava nak­að sum helst við at gera. Hann er eisini beinleiðis or­søk­in til fríggjaríið hjá fo­r­sæt­is­ráð­harr­a­ num til danska Javnaðarflokkin um at skipa eina stjórn tvørtur um miðj­una í donskum politikki. Ein møg­u­leiki, sum helst ikki kemur í eyga hesa­ferð, men sum saktans kann vísa seg sum alternativ í hesum val­skeiðnum, um Mette Fred­e­rik­sen fær trupulleikar at føra sín poli­tikk saman við onkr­um av reyðu flokkunum. Tað nærmasta vit eru komin slík­um alternativum politikki í Før­ oy­um, sum hevur til endamáls at halda ávísum átrúnaði niðri, var tá Jógv­an Skorheim boðaði frá upp­ skoti um burkaforboð í desember í 2017. Í mars í 2018 segði hann, at upp­skotið fór at verða lagt fyri ting­ið. Men tað bleiv bara til snakk, og eing­in frágreiðing er komin frá Sjálv­stýrisflokkinum, hví hetta løgna mál ikki varð lagt fyri tingið. »Løg­ið mál« siga vit, tí enn er eingin kvinna sædd í burka ella niqab í Før­oyum. Kanska sjálvstýrisuppskotið um »tóm­an tingsess« í onkrum føri er skila­betri enn politiska innihaldið? Eitt sindur løgið at skapa trupulleikar sum ikki eru til YNA OKKURT NÝTT, SIGUR VILJORMUR DAVIDSEN JORMUR SVARAR FIMM SPURNINGUM Á SÍÐU 22 VINNARAR RASMUS PALUDAN: MUSLIM- HATARI VITJAR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! ÓTTI SKAL VALDAST Sigrun Gunn­ar­s­ dótt­ir og Beinta á Tork­ils­heyggi vald­ar út millum 1.638 listafólk 10. mai í ár lat upp lista­fram­ sýn­ing á »Det Na­ti­on­al­hi­st­or­ iske Museum« á Fredriksborg slotti. Her er talan um eina so­kall­aða »portræt-fram­sýn­ ing«, sum Portræt nú skipar fyri. Framsýnarnir eru úr Norð­an­londum og Eyst­ur­ev­ ropa. Framsýningin verður hild­ in annaðhvørt ár, og er hetta so­statt sjeynda ferðin hon verð­ur hildin. Í ár komu ikki færri enn 1.638 listaverk inn, og vórðu av hes­um 128 vald at sýna fram. Millum hesi 128 vóru tveir før­oy­ingar, nevnliga Beinta á Tork­ils­heyggi í Tórshavn og Sigr­un Gunnarsdóttir á Eiði. Fotomyndin, sum Beinta fekk við, hevur heitið »Vinur mín og eg«, og málningurin hjá Sigr­un hevur heitið »Móð­ir Ter­esa á Eiði«. Í frágreiðing til mynd sína skriv­ar Beinta: »I en lille landsby på Fær­ ø­er­ne, kaldet Selatrað, bor Jan­grím. Han er organist i lands­by­ens kirken og lever al­ ene i sit barn­domshjem som lig­ger yd­erst i landsbyen. Jangrím fik en dag øje på en svane der var blevet væk fra sin flok, og hvis vinge var bræk­ket. Jangrím tog sig af svanen og den blev hans bedste ven. Eft­er seks år er de stadig bed­ ste venner.« Sigrun skrivar soleiðis um sín máln­ing: »Moder Teresa på væggen og Mo­der Teresa i stolen, beg­ ge to med en stærk kristen tro. Den ene arbejdende i Ind­ i­en og den anden på Fær­ø­er­ ne. Begge med et opofrende sind. Et forbillede for os andre.« Tað er Carls­berg­grunn­ ur­in, ið letur virðislønir. Ein av hesum virðislønum er »á­skoð­ar­a­virð­is­løn­in« og ber til at fara inn á heima­síð­una hjá Por­træt Nu og atkvøða fyri teirri mynd, ið einum dám­ar best. Hetta kann ger­ ast fram til 5. august 2019, tá fram­sýn­ingin letur aftur. Heimasíðan hjá POR­ TRÆT NU er: https://portraitnow.org/da/ Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin telefon 20 59 59 Súkklur til ein OG hvønn tørv Fotomyndin hjá Beinut, »Vínur mín og eg« og máln­ing­ur­in »Móðir Teresa á Eiði« hjá Sigurn Gunnarsdóttir Viðgitni marg­lista­ mað­ur­in úr Fuglfirði – Frits Johannesen – fyllir 75 ár tann 22. mai Sprotin leggur fram nýtt verk við hansara mynd­list, og Fuglafjarðar komm­una skipar fyri føð­ing­ar­dagskvøldi í Ment­anarhúsinum. Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjartaliga væl­ kom­in at heilsa upp á Frits, njóta tónleik og røð­ur og okkurt gott til góma og háls. Skráin sær soleiðis út: • Gentukórið syngur 3 sangir • Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, ber Frits eina heilsan • Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram • Hornorkestrið spælir 2-3 løg • Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan • Og so okkurt óvæntað! Bøkurnar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær. Borðreitt verður við góðum bitum, onkrum drekkandi og góðum práti. Tveir føroyingar sluppu gjøgnum nálareygað