týsdagur 21. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Vit ætla bara at
hava ein fund, har
Paludan kemur
at fortelja um
sín politikk, og
hvat hann hevur
upplivað, sigur Tove
Ellingsgaard, sum er
ein av teimum, sum
hevur bjóðað danska
politikaranum
Rasmus Paludan
til Føroya
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Mánadagin høvdu vit eina
samrøðu við umstrídda islam
kritikaran, Rasmus Paludan,
sum er formaður í víðgongda
danska
flokkinum,
Stram
Kurs. Hann ætlar sær til Før
oya í næsta mánað, og í hesum
sambandi greiddi hann frá,
hvørji hansara ørindir eru í
Føroyum.
Hann segði, at nógvir føroy
ingar vóru áhugaðir í at hoyra
um hansara politikk, og tí er
hann bjóðaður til Føroya at
tosa við áhugaðar føroyingar.
Føroyingar ímóti islam
Innbjóðingin stavar uppruna
liga
frá
facebookbólkinum
“Føroyingar ímóti islam”, sum
hevur eitt sindur meira enn
1000 limir. Felags fyri flestu
limirnar er, at teir ikki ynskja,
at muslimar skulu fáa ávirkan
í Føroyum og í besta føri ikki
koma hendan vegin.
Leirvíkskvinnan Tove Ell
ingsgaard er ein av orðstýrar
unum í bólkinum, og hon hev
ur
samskift
við
Rasmus
Paludan Føroyavitjanina. Vit
spyrja hana, hvørjar ætlanir
nar eru við vitjanini hjá Stram
Kurs-formanninum.
- Vit eru nógv í hasum bólk
inum, sum stúra fyri, at musl
imar kunnu taka ræði á Føroy
um. Mann sær longu nú,
hvussu teir taka yvir í granna
londum okkara. Hví skuldu
teir ikki eisini gjørt tað her í
Føroyum? Vit rokna ikki við,
at tað verður eitt undantak
her, sigur Tove Ellingsgaard.
- Ikki ein trupulleiki enn
Men vit hava ongar trupulleik
ar ella avbjóðingar við muslim
um ella øðrum útlendingum í
løtuni. Hví vilja hesir bólka
limirnir skapa ein trupulleika,
sum í roynd og veru ikki er til
staðar?
- Nei, tað er kanska ikki ein
trupulleiki enn. Muslimarnir,
sum eru her nú, eru ov fáir í
tali til tað. Men vit royna at
steðga innrásini, áðrenn tað
verður aktuelt. Eg veit ikki,
hvussu
nógva
ávirkan
vit
kunnu fáa, men hetta er í øll
um førum ein roynd, sigur
Tove Ellingsgaard.
Hon vísir á eina gallup
kanning frá síðst í fjør, sum
vísir, at umleið helvtin av
teimum spurdu vilja avmarka
tilflyting av muslimum til Før
oya.
- Tað er so lætt hjá útlend
ingum at koma inn í landið.
Teir skulu bara hava pass, og
so sleppa teir inn, og teir fáa
arbeiðs- og innflytingarloyvi
beinan vegin, umframt bústað.
Tað haldi eg vera út av lagi, nú
tá føroyingar skríggja eftir bú
støðum.
- Hann skal vera vælkomin
Tað eru limirnir í bólkinum,
sum fíggja ferðina hjá Rasmus
Paludan. Tey hava savnað
nakað av peningi saman til
ferðina.
Tove Ellingsgaard vísir á, at
útlendskir politikarar og aðrir
almennir persónar koma til
Føroya í heilum, og tí skal Pal
udan vera eins vælkomin og
teir, hóast hann hevur mein
ingar, sum ikki hóska øllum.
- Hann skal vera vælkomin,
akkurát líka sum allir hinir
gestirnir, sum koma til Føroya.
Hann kemur bara sum ein frið
arligur maður við einum boð
skapi, sum fleiri føroyingar
vilja hoyra meira um. Hann
dugir jú óalmindiliga væl at
tosa og er ein væl lisin maður,
sum veit, hvat hann tosar um,
sigur hon.
Ætlanin er at hava ein al
mennan fund, har høvi verður
hjá øllum at koma og lurta.
- Vit ætla ikki at lammitera
runt Føroyar við Koranini, líka
sum hann ger í Danmark. Vit
ætla bara at hava ein fund, har
hann kemur at greiða frá
sínum politikki, og hvat hann
hevur upplivað. Kanska mann
verður eitt sindur klókari um,
hvat tað er, sum gongur fyri
seg aðrastaðni. Vit í Føroyum
eru ikki nærindis Norðurbrúgv
og onnur støð, har ófriður er
við bæði einum og øðrum, so
tað kann vera gagnligt fyri
fleiri, sigur Tove Ellingsgaard.
Kemur seinni í juni
Paludan segði við Sosialin
mánadagin, at hann vónaði at
koma aftaná fólkatingsvalið 5.
juni og áðrenn Fólkafundin á
Bornholm, sum verður í viku
skiftinum 13.-16. juni. Men
Tove Ellingsgaard sigur, at tað
allarhelst verður í seinnu helvt
av juni, tá tað liggur betur fyri
hjá øllum pørtum.
Føroyskir islamkritikarar
bjóða Paludan til Føroya:
- Vit vilja fyribyrgja
ávirkan frá islam
Rasmus Paludan, formaður í Stram Kurs (Mynd: Philip Davali - Ritzau / Scanpix)