týsdagur 21. mai 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
Vit eru nærri fullveldinum enn nakrantíð. Komandi
fýra árini taka vit stór mál á føroyskar hendur og renna
seinasta teinin av maratoninum móti einum sjálvstøðugum
stati. Í Føroyum fer Tjóðveldi at taka seinastu fetini á
fullveldisleið; tí verður tað avgerandi, at vit eisini fáa eitt
frælst føroyskt umboð á Danating at tala Føroya søk.
Frælsa rødd á Fólkating!
1
2
3
Rættin til sjálvi at avgera framtíðina
Staðfest er í farna fólkatingsskeiði, at Danmark
– móti almennu fatanini í Føroyum – ongantíð
hevur boðað Sameindum Tjóðum frá, at landið
viðurkennir føroyska rættin til sjálvi at velja og
sjálvi at gera av, um og nær vit vilja loysa frá
Danmark. Hendan rættin krevur Tjóðveldi, at
Danmark boðar ST frá í stundini, tí føroyingar
eru tjóð við rætti til egið land. Hesin rættur kann
ikki dúva upp á munnliga tilsøgn frá einum
tilvildarligum forsætisráðharra í Danmark, sum
hann ger í dag.
Altjóða politikkur og limaskapir
Tjóðveldi talar fyri, at Føroyar røkja
egin áhugamál og reka sjálvstøðugan
uttanríkispolitikk við rætti til at gera egnar
avtalur við øll heimsins lond. Enn vantar
Føroyum limaskap í fleiri altjóða stovnum, so
sum Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum,
Sameindum Tjóðum, Olympisku leikunum,
WHO og FAO. Fyri bert at nevna nakrar. Teir
skulu fáast til høldar, og Tjóðveldi vil nýta
allar pallar til at tala okkara søk og virka
fyri at lata hesar dyr upp. Farna skeið hevur
Tjóðveldi á Fólkatingi dúgliga talað Føroya
søk um allan heim.
Vakið varðhald
Neyðugt er alla tíðina at vera á varðhaldi, tá
lógir, ið viðvíkja Føroyum, verða samtyktar
í Fólkatinginum. Neyðugt er at tala at, tá
danskar lógir verða samtyktar, ið ganga móti
føroyskum áhugamálum. Føroyar og Danmark
førka seg hvør sín veg á heimspallinum og
hava ymisk politisk og búskaparlig áhugamál.
Tí mugu vit eisini vera á varðhaldi, tá Danmark
flytir meira vald til Bruxelles og sníkir ES inn
gjøgnum okkara bakdyr.
Við virðing og sjálvsvirðing
á Fólkating
Tjóðveldi vil, at í Føroyum skulu føroyingar
ráða, og tí skal okkara virðiliga umboð á
Fólkatingi virka fyri at flyta vald heim til
Føroya. Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til
at biðja um olmussur frá danska statinum,
men í øllum lutum virka fyri einum
sjálvstøðugum Føroyum og vinarligum
sambandi við Danmark.
Fólkaræðislig rødd
Føroyar eiga at vera sjónligar í heiminum,
tá um fólkaræði, mannarættindi og
sjálvsavgerðarrætt ræður. Tjóðveldi torir
at tala at órætti og virka fyri frælsi og
fólkaræði – eisini tá onnur tiga. Vit virka
eisini fyri burðardyggu heimsmálunum
bæði heima og úti í heimi. Eisini á
Fólkatingi vil Tjóðveldi leggja orku í altjóða
samstarv um eina umhvørvisvinarliga kós
og grøna framtíð.
4
5
NÆR, UM IKKI NÚ?
HVØR, UM IKKI VIT?
X við E 05/06/19
ÓLUVA
KLETTSKARÐ
BJØRT
SAMUELSEN
PAULI TROND
PETERSEN
ANNITA
Á FRÍÐRIKSMØRK
INGOLF SÓLHEIM
OLSEN
SIRIÐ
STENBERG
MAGNI
ARGE
HERVØR
PÁLSDÓTTIR
HØGNI
HOYDAL
KRISTINA
HÁFOSS
PÓL ESPER
HANSEN
KATRIN
KALLSBERG