týsdagur 21. mai 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BÁTASTEVNA
Vestmenningar bjóða til stevnu
Eins og undanfarin ár,
verður aftur leygardagin
siglt undan Fútakletti
og inn á Vestmanna
Vilmund Jacobsen
Bátastevnan í Vestmanna hevur síðan
byrjan verið hin størsta av sínum slag í
Føroyum, og sambært tilmeldingum til
báta-og kampingpláss í Vestmanna,
verður stevnan í ár einki undantak.
Tað er nevniliga hugsandi, at stevn
an í ár, sum verður leygardagin kom
andi, fer at teljast millum tær størstu
nakrantíð.
Bátarnir fylla nógv á stevnuni í
Vestmanna, og soleiðis hevur verið síð
an byrjan.
Sum árini eru liðin, er talið av fólki,
sum koma í kampingvogni, eisini
vaksið, og í ár eru líka nógvir kamping
vognar tilmeldaðir sum bátar.
Eins og undanfarin ár, verður aftur
leygardagin siglt undan Fútakletti og
inn á Vestmanna.
Tá farið er um middag, plaga bátar
nir at loysa í Vestmanna og leita sær út
í Vestmannasund, og tá klokkan nærk
ast 14.30, savnast allir bátarnir undir
Vágalandinum.
Síðan fylgjast bátarnir - stórir sum
smáir - í lagaligari sigling tvørtur um
sundið og inn á Vestmanna.
Fremstur í siglingini plagar at verða
gamli postbáturin, Ólavur, og siglingin
tekur kanska ein stóran hálvan tíma
ella so.
Tá bátarnir nærkast Vestmanna,
taka fólk ímóti og syrgja fyri, at allir
koma upp á pláss við brúgvarnar.
Eftir túrin í Vestmannasundi, verður
bjóðað inn í stóra tjaldið á bryggjuni,
har borðreitt verður við góðari, feskari
suppu, og her eru allir bátastevnugestir
vælkomnir.
Hevur tú hug at fáa tær ein undir
tonna á veg inn í tjaldið, standa gjarna
tveir mans við inngongdina til tjaldið
við
kaldari
fløsku
og
føroyskum
snapsahorni.
Í tjaldinum taka kvinnurnar sær av,
at allir gestir fáa suppu, og her fer eing
in avstað aftur við ongum.
Meðan stevnugestir hugna sær í
tjaldinum við vælsmakkandi suppu, er
eisini livandi harmonikutónleikur at
hoyra.
BÁTASTEVNAN
Í VESTMANNA
Leygardagin 25. mai 2019
Myndirnar eiga Tórarinn
Didriksen og Hilbert Elison