Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað var ein ikki sørt snópislig støða, sum Sjálvstýrisflokkurin kom í – at hann ikki kundi møta til valsending í út­varp­i­num í gjár. Ikki er tað hent áður, at flokk­ur, sum still­ar upp til eitt val, ikki hev­ur stund­ir at føra valstríð. Hetta lýs­ir kanska best tví­støð­una, sum fólk koma í, sum vilja røkja fleiri fólka­vald­ar sess­ir í senn. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkin er Før­oya hægst lønti politikari – saman hinum báðum borgarstjórunum í ting­i­ num teir ein­astu politikarnir í Føroyum, sum fáa væl meira enn eina millión í árs­løn fyri at vera pol­it­ik­ari. Hann fær meira í løn enn bæði løg­mað­ur og løg­ tings­for­mað­u­r­in við tað, at hann fær fulla borg­ar­stjór­a­løn í Klaks­vík og fulla løn í Løg­ting­i­num. Tí hann røkir tvey fólka­vald full­tíð­ar­størv. Flestu flokkar eru komnir til ta nið­ur­støðu, at umboð teirra røkja ikki fleiri sess­ir. Tað er støðan hjá Sam­bands­flokk­i­ num, Tjóðveldinum og Javn­að­ar­flokk­i­ num. Hjá Fóklaflokkinum hevur í øll­um før­um høv­uðs­val­evn­ið til fólka­tings­val­ ið, Annika Olsen, sagt tað sama og enn­tá lagt lógaruppskot fyri tingið um tað. Tí er tað rættiliga margháttligt, at formaður Sjálvstýrisins nú stillar upp til tann triðja fólkavalda sessin – við eini so fjákutari valskrá. Á seinasta fólkatingsvalið gekk tað rætt­i­liga illa hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum bara fekk 403 atkvøður til­sam­ans um alt landið. Tað var 1,7 prosent av at­ kvøð­u­num. Skuldi flokkurin vunnið ann­að fólk­a­tings­um­boð­ið, so vant­aði flokk­i­num 5.264 atkvøður. Sjálvt í há­ borg­ini hjá Sjálvstýrinum, Klaksvík, fekk flokk­urin bara 124 atkvøður. Møguleikin hjá Sjálvstýrinum at vinna tóma sessin á Fólkatingi er als ikki til. Flokk­urin hevur ongan kjans. Sama er hjá Miðflokkurin, sum hevur staðfest tað og still­ar ikki upp. Tað er ein greið støða. Framsókn hevur tikið aðra støðu, sum eisini er greið. Flokkurin still­ar upp, tí flokkurin vil sjálvandi ikki lata veljarar til aðrar flokkar. Sum vera man er tað ørkymlandi og ó­rógv­andi hjá smáu flokkunum at stríð­ ast við eitt fólkatingsval, har teir ongan kjans hava. Tað eru bara teir fýra stóru flokk­ar­nir, sum hava kjans – men tað er vón­leyst at taka dagar ímillum, hvørjir tveir draga longsta stráið. Vónleysa málið hjá Sjálvstýrinum 24. MAI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Frá januar til apríl í ár ferð­aðust 102.882 ferða­fólk um flog­vøll­in í Vágum, og tað eru 11,6 pro­sent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá flog­vøll­i­ num. Uppgerðin hjá flogvøllinum vísir eisini, at ferð­a­fólkatalið er størri hvønn mánað hig­ artil í ár, enn tað var í sama mánað í fjør. Ikki óvæntað er talið á ferðafólkið minst fyrst í árinum, tí bæði í Januar og februar lá tað um 20.000 hvønn mánað. Men síðani er tað vaksið, og nú apríl er av, tyk­ist tað, sum um at ferðafólkatíðin byrjar av álv­ara, tí í apríl í ár ferð­aðust 37.979 ferða­fólk um flog­ vøll­in í Vág­um, og tað eru 24,1 prosent meiri enn í apríl í fjør. 102.882 ferða­ fólk fyrsta ársfjórðing VÁGA FLOGHAVN Les eisini blaðið á telefonini John Eliasen: Hitti sjálvan Gadaffi Siðsøga síða 24-25 Eitt slag av marg­ læti at brúka peng­ar upp á mat síða 16 Í dag eru 92 ár síðani, at Sosialurin kom út á fyrsta sinni. Tað var týsdagin 24. mai í 1927. Tað var tann nýstovnaði ar­beið­ar­a­flokk­ ur­in í Føroyum, Føroya Javn­að­ar­flokk­ur, sum stovnaði Sosialin, sum tá æt »Før­oya Social-Demokrat«. Manna mill­um varð blað­ið bara kallað »Sos­i­al­ur­in«, og tí valdu tey 2. apríl í 1955 at broyta navn­ið til­svar­ andi, og síðani hevur blaðið itið »Sos­i­al­ urin«. Tá blaðið flutti í nýggju blaðhúsini á Argj­um í 1982 varð roynt at gera blaðið meira til eitt tíðindablað heldur enn eitt pol­itiskt blað. Tá fekk navnið forskoytið »Tíð­ind­a­blaðið Sosialurin«. Men í oktober í 2000 varð farið aftur til navnið »Sosia­l­ur­ in«. Talið av bløðum í Føroyum fylgdi tal­i­ num av politiskum flokkum. Áðrenn Javn­ að­ar­flokkurin vóru tveir flokk­ar á tingi, Sam­bands­flokk­ur­in og Sjálv­stýr­is­flokk­u­ rin. Teir høvdu hvør sítt blað, Dimm­a­lætt­ ing og Tinga­kross, sum virk­aðu sum teirra mál­gøgn. Skuldi ein flokkur vinna sæti á tingi, so var neyð­ugt við einum blað. Tí varð Sos­i­al­ urin sett­ur á stovn. Næstu flokkarnir eru Fólkaflokkurin (Vinnu­flokkurin) í 1936 og Tjóðveldi í 1950ø Teir stovn­a eisini síni egnu bløð, Dag­blað­ið, sum kom í 1935, og 14. Sep­tem­ber, sum kom á fyrsta sinni í 1947. Bløðini eru øll hesi árini politiskt heft at sín­um flokki, og tað sæst aftur í skriv­ing­ ini. Tað er ikki fyrr enn útvarpið kem­ur í 1957, at føroyingar fáa tíðindi, sum eru ó­heft av politiskum áhugamálum. Gam­aní hava verið onnur bløð eisini, sum ikki hava havt tilknýti til politisku flokk­ar­nar. Men floksbløðini vóru bul­ur­in í føroyska fjøl­ miðla­heiminum – áðr­enn Útvarpið . Politisku flokkarnir sótu framvegis á bløð­u­num heilt fram til aldarskiftið. Í sjeyt­ár­u­num royndi Sosialurin at flyta seg til at vera eitt tíðindablað. Politiska til­ knýtið var tó eyðsýnt. Men sum tíðin leið gjørdist floksbandið strævið – bæði fyri Javn­að­arflokkin sum eigara og fyri ó­heftni hjá blaðnum. Dimmalætting loysti seg eisini spakuliga frá Sam­bands­flokk­i­num, men Dagblaðið og 14. Sep­tem­ber fóru bæði á húsagang, eins og Tinga­kross­ur. Í 2006 seldi Javnaðarflokkurin blaðið til P/F Miðlafelagið, sum leiðsla og starvs­fólk á Sos­i­al­i­num høvdu stovnað til enda­mál­ið. Sosialurin fyllir 92 ár í dag Í blaðnum... ÁRG. 93, BLAÐ NR. 59 24. MAI 2019 tilboð VIKUSKIFTIS- GALDANDI 24.05–25.05 HEIL NEYTASTEIK Fyri 1/2 kg. Uml. 3 kg. 7995 VANL. 9495 PITSA RISTORANTE Fleiri sløg. 1295 VANL. 2995 PREMIER ÍSAR 750 ml. Fleiri sløg 20.- VANL. 3995 Løgmansfinala: – Í hesum aldrinum plagar man ikki at fara undir nak­ að so garvilt sum at fara til sjós. Men tað er ong an tíð ov seint at royna nakað nýtt, sigur Elisabeth Ny bo, sum stongdi matstovu sína á Viðar eiði og fór til skips Tema um kaffi­ og mat støð í Føroyum TEMA EG STÓR­ TRÍVIST UMBORÐ Elisabeth fór til sjós: Síða 6-9 Trupult at verja seg Síða 20-21 Algur og alivinna: MIÐFLOKKURIN Løgmaður, skriva út val beinanvegin!! Síða 5 Ari sendi HB í finaluna síða 30-31 92 ár og so umleið 11.000 útgavur av Sos­ial­ i­num, eru millum hesar báðar forsíðurnar. Fyrsta útgávan kom á gøtuni 24. mai í 1927