Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MAI 2019 SOSIALURIN 59 30 TRÓNDUR ARGE – VIÐ DJÚPUMÝRU, KLAKSVÍK H B hevur vunnið seg í finalu­na í kapp­ing­ini um Løg­mans­steypið annað árið á rað. Eftir 1-1 í Gundadali í fyrru hálv­ finaluni, vann HB miku­kvøldið 1-0 í Klaksvík. Tað stóð nógv á, tí málið kom ikki fyrr enn í 89. minutti. Enn eina ferð er tað Ari Mohr Olsen, sum skorar fyri HB móti KÍ. Tað er fimti ferð í seks dyst­ um, at sandoyingurin hevur skorað móti júst KÍ. Avgerðin Tað er ein minuttur eftir av van­ ligari leiktíð, tá bólturin endar fyri føturnar á Tróndi Jen­ sen. Miðvallarin hjá HB hevur sitið uttanfyri, síðani HB tann 23. september í fjør vann 23. meistaraheitið í Klaksvík. Hann hevur verið nógv saknaður og tað sæst á spæli­ num, at hann nú er aftur á vølli­ num. HB skal skorað, tá hann temur bóltin og hyggur upp. Frammanfyri rennur Ari Mohr Ol­sen, sum hevur brent í ólukku­ mát í landskappingini í ár. Hann er ótroyttiligur í sínum renn­ ingum og hevur hegnið at skora móti júst KÍ. Tvær ferðir í fjør skoraði hann avgerandi mál í Klaksvík, og tað ætlar hann eisini, tá Tróndur Jensen sendir honum bóltin. -Eg síggi bara at Tróndur fær bóltin og ein klaksvíkingur stendur ov langt úti, so eg taki renningina innum og skjóti bóltin í málið. Eg havi brent onkrar líknandi kjansir úr akkurát hasi støðuni. Eg havi fingið at vita, at eg skal bara raka millum stengurnar. Um bólturin ikki fer inn, so kemur hann út aftur og onkur annar kann skjóta hann inn. Hesa ferð fer hann so undir málmannin og í málið, sigur Ari Mohr Olsen um løtuna, tá hann sendir HB í steypafinaluna og rennur móti HB-áskoðarumum, og leggur afturat: -Tað er blivin ein vani at renna út akkurát hendan veg. Hetta er triðju ferð eg skori í hesum endanum, og renningin er tann sama hvørja ferð. Tað er líka gott hvørja ferð, eg haldi eg havi skotið fimm mál í seks dystum móti KÍ, sigur Ari Mohr Olsen. Tey flestu av mongu áskoðarunum við Djúpumýru munnu halda, at møguleikin hjá HB er rokin og KÍ er á veg í Løgmansfinaluna, tá HB skorar. Ungi áleyparin hjá HB leitar líka til tað seinasta eftir møguleikanum. - Tú mást vera vakin, har sum møguleikin er, serliga tá tað er so stutt millum dystirnar og bæði liðini eru troytt. Møguleikin skal nokk koma, og tað er at bíða til røttu løtuna, sigur Ari Mohr Olsen, sum saman við liðfeløgunum skal spæla steypafinalu 21. september á Tórsvølli. Broytingar á KÍ-liðnum Meðan gestirnir úr Havn eru í somu útgávu, sum til lands­ kappingardystin sunnu­dagin, har HB vann 4-1, so eru onkrar broytingar á liðnum hjá KÍ. Danski miðverjin, Jesper Brinck, er fluttur á høgra bakk, Jóannes K. Danielsen er flutt­ ur fram á vinstra vong, meðan Simen Sandmæl kemur inn á miðjuna, eftir at hava sitið uttanfyri við leikbanni sunnu­ dagin. Í fyrra hálvleiki er lítið, sum skilur liðini. HB hevur kanska størsta málmøguleikan, tá Símun Samuelsen sendir innfyri úr vinstru, men Ari Mohr Olsen stútar beint framvið. HB hevur mun­in í opnum spæli, men í løtum megnar KÍ eisini at trýsta HB. Í seinna hálvleiki byrjar HB at satsa meir, meðan KÍ kemur til skjótálop. Besta álopið í seinna hálvleiki eigur KÍ, tá Simen Sandmæl, Jóannes Bjartalíð og Patrik Johannesen fara í skjótálop, men Patrik Johannesen fær ikki ordiliga skot á. HB ger eina taktiska broyting, har Hørður Askham verður sendur fram í álopið, meðan Adrian Justinussen verður fluttur aftur á miðvøllin. Við tíðini blívur trýstið størri og størri, men Kristian Joensen ella verjan eru fyri – inntil 89 minuttir eru spældir. -Eg veit ikki heilt hvat hendir har. Har er kanska ein lítið løta, har vit sova. Annars standa vit heilt ótrúliga væl allan dystin. Vit halda teimum næstan frá øllum, men so er tað ein støða har ein einfaldur bólturin verður spældur upp í millum. Hetta er súrt, tí vit standa so væl allan dystin og missa tað móti endanum, sigur Jóannes Bjartalíð og leggur afturat: -Vit hava jú betra útgangsstøði, so vit spæla eitt sindur meiri upp á kontra í dag. Sum tú sær, so hava vit nakrar støður, har tað manglar ótrúliga lítið í. Eg haldi at uppleggið riggar, men vit sova í síðstu løtuni, sigur Jóannes Bjartalíð. KÍ valdi meiri verjukendu loysnina í seinnu hálvfinaluni og var ein minutti – umframt tað sum dómarin legði afturat – frá at eydnast. HB var kroyst at satsa við øllum og tað eydnaðist. Annað árið á rað skal HB spæla í finaluni um Løgmanssteypið. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KÍ-HB 0-1: ARI MOHR OLSEN UM MÁLIÐ: -Eg síggi bara at Tróndur fær bóltin og ein klaksvíkingur stendur ov langt úti, so eg taki renningina innum og skjóti bóltin í málið. Eg havi brent onkrar líknandi kjansir úr akkurát hasi støði. Eg havi fingið at vita, at eg skal bara raka millum stengurnar. Um bólturin ikki fer inn, so kemur hann út aftur og onkur annar kann skjóta hann inn. Hesa ferð ferð hann so undir málmannin og í málið, sigur Ari Mohr Olsen Fyri triðju ferð upp á hálvt annað ár, hevur Ari Mohr Olsen søkt KÍ í Klaksvík. Hann er dagsins hetja í HB, sum er í finaluni um Løgmanssteypið, eftir 1-0 sigurin í evstu løtu mikukvøldið ARI SENDI HB Í LØGMANS­ FINALUNA ÍTRÓTTUR