Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mai 2019 · Nr. 60 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóan Símun givið avboð – Gunnar sera ivasamur Jóan Símun Edmundsson hevur givið avboð til komandi landsdystirnar, meðan Gunnar Nielsen hevur brotið hondina og er sannlíkt heldur ikki við Tróndur Arge Í morgin verður aftur lands­ liðs­úttøka. Hesaferð skal før­ oyska landsliðið spæla móti Spania og Norra. Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Før­oyar vertir fyri norð­monn­ um. Nú er greitt, at Jóan Símun Edmundsson ikki verður við á landsliðnum hesaferð. Hann hevur framvegis trupulleikar í knænum, og fer at brúka kom­ andi tíðina at blíva fult klárur aftur. Hann hevur í seinastuni spælt við Arminia Bielefeld, men tað er við nógvari pínu. -Eg hevði gjarna vilja verið við, men eg og Lars Olsen eru samdir um, at tað er fyri tað besta at eg komi fult fyri meg, sigur Jóan Símun Edmundsson í stuttari viðmerking við Ítrótt­ ar­Sosialin. Gunnar brotið hondina Gunnar Nielsen breyt hondina fyri kortum í dysti fyri FH. Heimasíðan hjá Fótbólts­sam­ bandinum skrivar, at nýggjur maður skal í hansara stað. Gunnar Nielsen sigur í stuttari viðmerkring, at hann skal til læknan í dag, og tá verður endaliga avgjørt, um hann hev­ur nakrar møguleika at spæla hesa dystirnar. Fyribils eru útlitini ikki góð. Í gjár spældi Valur við Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum. Hann fór av vøllinum við skaða. Hann er í løtuni iva­sam­ ur til landsdystirnar. Hann skal eisini til lækna í kvøld, har hann fær meiri at vita. Í undankappingini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, sam­ an við Spania, Svøríki, Rum­ enia, Malta og Norra. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spani­ól­ ur fremst við seks stigum, sum teir hava vunnið á heimavølli móti Norra, og á útivølli móti Malta. FM1 sendir beinleiðis frá lands­liðsúttøkuni, sum verður í morgin klokkan 10. trondur@sosialurin.fo KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Boksing komið fyri at vera Leygarkvøldið var fyrsta almenna føroyska boksi­ stevnan, sum stendur á egnum beinum. Til Burn Show­ down í 2017 var eisini boksing á skránni, men leyg­ arkvøldið var bara boksing. Tað er Tórshavn Boksing við Martin Meg á odda, sum skipaðu fyri. Síðani hósdagin hevur verið ein venjingarlega, har tað hava verið yvir hundrað gestir úr Danmark í Føroyum. Millum teirra var fyrrverandi kendi danski boksarin, Jimmy Bredahl, sum er fyrrverandi evropameistari og heimsmeistari. Hann hevði millum annað ein fyrilestur á ferðini. Tórshavn Boksing hevur veruliga spílað seg út til hesa stevnuna. Fyrireikingarnar og umstøðurnar vóru av­ bera góðar. Fleiri av gestunum høvdu á orðið leyg­ arkvøldið, at hendan boksistevnan er í einum heilt øðrum flokki, enn tær vanligu amatørboksistevnurnar í Danmark. Tí var tað eisini eitt sindur harmligt, at tað vóru so fá fólk í høllini. Tiltakið er ikki nóg væl lýst, men hesa ferð var týdningarmest, at øll hini tingini riggaðu hjá fyriskiparunum. Martin Meng kunngjørdi eftir stevnu­ na, at hetta verður ikki seinasta boksistevnan í Føroyum. Arbeitt verður longu við at gera eina boksistevnu til komandi kappingarár. Tveir føroyskir boksarar vóru í ringinum. Bjartur René Nielsen og Benjamin Baadsager umboðaðu før­oyska boksing, og teir vunnu báðir sín dyst. Samstundis sum tað er ræðandi at síggja boksarar smekka til hvønn annan, so var tað eisini spennandi at uppliva fólkini í høllini brøla og rópa, meðan føroysku boksararnir vinna sínar dystir. Tað kunnu verða nógvar meiningar um boksing og avleiðingarnar av at sláa hvønn annan, men atburðurin hjá øll boksarunum var góður. Ítróttarandin hevur hægstu raðfesting og ongantíð var ilt millum boksarnar, eftir at klokkan hevði ringt. Heldur tvørturímóti. Kanska fótbóltsspælarar og onnur kundu lært av tí! Boksing er komið fyri at vera í Føroyum. Tað er ein fantastiskur máti at koma í form, tú lærir at hava ræðið á tær sjálvum og sinninum. Mong eru tey, ið hava verið vilst bæði í sinni og í samfelagnum, ið hava fingið nógv gott burturúr boksingini. Boksing er meir enn bara nevar í gronina. At so Bjartur og Benjamin velja at kappast og bjóða av – tað er bara spennandi, men eg ivist ikki í, at foreldrini hava hjartað í hálsinum meðan dystirnir eru. Tað hevði eg í hvørtfall og tað kendist onkuntíð, sum tú sjálvur bleiv raktur! trondur@sosialurin.fo Landsliðið: