týsdagur 28. mai 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Um eina viku skulu føroyingar á val
at kjósa síni tvey umboð til Fólka
tingið, og tí fer valstríðið at harðna
tað, sum tað kann harðna til eitt val,
sum ikki hevur ein stóran áhuga,
sum løgtingsvalið hevur.
Føroyingar tíma ikki líka væl
á fólkatingsval sum løgtingsval.
Seinastu 20 árini hevur størsta
valluttøkan til fólkatingsval ligið
á 79,5 prosent, tað var í 2001, tá
stórir spenningar vóru ímillum
donsku stjórnina hjá Poul Nyrup
Rasmussen og landsstýrið hjá
Anfinn Kallbserg og Høgna Hoydal.
Lakast vallutøkan seinastu 20
árini var í 2011, tá 58,9 prosent vóru
á fólkatingsval. Tá tíma føroyingar
nógv betur á løgtingsval. Seinast
var
valluttøkan
88,8
prosent.
Hægsta valluttøka til løgtingsval
seinastu 25 árini var í 2004, tá hon
var 92,1 prosent. Lakast valluttøka
til løgtingsval var í 1994, tá hon var
niðri á 81,4. Tá vóru føroyingar sera
misnøgdir, og stórar broytingar
vóru á tingi.
Tað sigur seg sjálvt, at eitt fólka
tingsval ikki fær sama týdning, sum
eitt løgtingsval. Skilið er tað sama í
Danmark, um vit bera saman fólka
tingsval og val til ES-tingið. Úrslitið
tykist eisini at vera ógvuliga ymiskt
frá ES valinum, har Vinstri var stóri
sigursharrin, til fólkatingsvalið, har
hann sambært veljarakanningu
num gongur aftur heldur enn fram
og missir borgarliga meirilutan í
Fólkatinginum. Teir fýra fólka
tingsflokkarnir í Føroyum leggja
tó nakað fyri at vinna hesar sessir,
sum tí hava onkran týdning – í
øllum førum efir teirra tykki.
Javnaðarflokkurin hevur verið
drúgvastur í Fólkatinginum, næstur
honum Sambandsflokkurin. Síðani
Fólkaflokkurin og Tjóðveldi.
Hondin á hjartað: Tað er vónleyst
at spáa um, hvørjir tveir av hesum
flokkum draga longra stráið. Vit
kunnu siga, at Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi hava ein fyrimun, við tað,
at teir eru har og hava verið heldur
sjónskari, enn Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin hava verið. Høgni
Hoydal, Sjúrður Skaale og Magni
Arge hava broytt mátan, sum før
oyingar eru fólkatingsumboð uppá.
Tað kann fara at vísa seg at vera ein
vinningur. Men tað er als ikki vist,
at veljarin gevur teimum kreditt
fyri tað. Hinvegin hava Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi tveir sterkar
kandidatar í part, og tað kann fara
at vísa seg á valinum.
Og so er tað Havnin. Á seinasta
fólkatingsvali vunnu Javnaðar
flokkurin og Tjóðveldi sínar sessir
í Havn. Tjóðveldi fekk 30,8 prosent,
Javnaðarflokkurin
26,0.
Fólka
flokkurin og Sambandsflokkurin
fingu ávikavist 14,3 og 18,5 prosent.
Broytist lutfallið millum flokkarnar
í Havn ikki hesaferð, so peika pílar
nir ímóti afturvali.
Tapa Fólkaflokkurin og Sam
bandið Havnina, gongur tað ikki
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
HAVNIN FÆR AVGERANDI ORÐIÐ
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Peng
ar skulu
liggja
eftir
TÍÐIINDI SÍÐA 6
Vildi
brúka
góðu ár
ini til list
TÍÐINDI SÍÐA 9
– Eg trúgvi øll kunna relatera
so ella so til Kioskina hjá
Astu. Og enntá eg sjálv í mun
til Astu, tí mamma og Asta
lógu á føðideildini saman, tá
ið eg bleiv fødd. So tú hevur
ein serligan týdning fyri
rættiliga nógv fólk.
Soleiðis segði Annika Ol
sen, borgarstjóri í Havn, tá
hon helt røðu fyri Astu Jac
obsen, tá Kioskin hjá Astu
læt upp í síðstu viku.
Ein fitt søga um, at Ann
ika Olsen hevur kent Astu
altíð, tí Asta var eitt tað
fyrsta menniskja, sum Ann
ika sá, tá hon bleiv fødd.
Ein lesari hevur gjørt okk
um varug við, at um Annika
Olsen talar satt, so hevur
Asta ligið á føðideildini í
minst seks mánaðir og tveir
dagar eftir at hon átti dóttir
sína, Marionnu, sum er fødd
11. september í 1974.
Trupulleikin hjá Annika
Olsen er, at hon er fødd 13.
mars í 1975. Sjálvandi ber til
at minnast skeivt, tá tú skalt
minnast aftur á fyrstu dagar
tínar her á fold. Men spurn
ingurin er, um Annika Olsen
so hevur kyst skeiva Astu á
Vaglinum hendan dagin.
Kanska tað er ein onnur
Asta onkrastaðni í Føroyum,
sum hevur átt eina dóttur á
føðideidlini á Landssjúkra
húsinum um grækarismess
umundið 1975?
Vit frætta fegin frá lesar
um.
Kysti Annika skeivu Astu?
Bíbil og himmal
ferð á Sandi
Felagsgudstænasta verður í
Sandoyar prestagjaldi Kristi
himmalsferðardag, hósdagin
30. mai, kl. 12.00. Gudstænast
an verður í høllini inni í Dal.
Jógvan Fríðriksson, biskupur,
prædikar. Bergur D. Joensen,
prestur, hevur ein boðskap
fyri børnum. Havstein Klein,
prestur, er liturgur.
Kristiliga sangkórið syng
ur, undir leiðslu av Sámali
Matras Kristiansen.
Børn av Sandi syngja. Kon
firmantar hava saman við
lærara og sniðgeva gjørt alt
artalvu, sum verður avdúkað
til høvið.
Føroyska bíbliufelagið vitj
ar, og vit hoyra eitt sindur um
teirra virksemi.
Hetta er ein gudstænasta,
har allar sóknirnar í presta
gjaldinum eru við, og seta sín
dám á. Vit hava verið millum
300-400 fólk til hesar guds
tænastur.
Bátur fer av Gomlurætt kl.
9.45.
Gudstænastan verður hild
in í sambandi við B71-marat
hon kappingina. Høvi verður
at keypa brunsj undan og
suppu eftir gudstænastuna.
Felags gudstænasta í
Sandoyar prestagjaldi
Um borgarstjórin í Havn tosar satt, so lá Asta á føðideldini í minsta lagi í seks mánaðir og
tveir dagar eftir at hon átti dóttir sína 11. september í 1974
Jógvan Fríðriksson, bispur, Havstein Klein og Bergur
Debes Joensen hava felags gudstænastu á Sandi kristi
himmalferðardag