Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Frants Jensen Stjórin í Jarðir talar áhuga­málini hjá bóndum og óðalsmonnum. Og hjá honum er greitt, at tað eru ikki bara ferða­smið­ ir­nir, ið skulu fáa inntøku av hesum. – Ferðavinnan er hjarta­ liga vælkomin, men tey, ið sita á jørðini, mugu eisini fáa sín part av inn­ tøkunum. Og tal­an er ikki um smá­peng­ar, men pengar í milliarda­klassa­ num. Ferða­vinn­an er ikki burð­ar­dygg, um øll inn­ tøk­an endar í Havn. Hon má skaffa inntøkur kring landið, sigur Sigert Patus­ son. Jarðir Jarðir er eitt úrslit av, at bøndur og óðalsmenn hittust í januar. Tá var mill­um annað gongd í haga, og tað at hava eina vinnu­liga ferðavinnu, við­gjørt. – Tað eru nógv, ið ikki hava verið nøgd við støðuna, at ferðasmiðir hava selt túrar á ogn­um hjá bóndum og festar­ um. Hetta er okkara vin­ nu­grundarlag, og tað, vit royna at liva av. Nú mugu vit steðga á, og nevnd­ irnar í feløgunum báðum fingu áheitan at finna eina loysn, sigur Sigert Paturs­son. Loysnin varð, at Jarðir varð stovnað, og Sigert Patursson gjørdist stjóri. Vóna at fáa royndir í summar Endamálið við felagnum er at hjálpa bóndum og óðalsmonnum at skipa túrar og selja teir. Jarðir skal savna upp­liv­ing­ar­ nar, sum møguleiki er at fara til ymsastaðni í Før­ oyum, á einum stað, so at kundin, ferðafólk, ferða­ smiðir og onnur kunnu síggja og bóka. – Tilgongdin hevur tik­ ið nakað av tíð. Vit vóna tó at fáa nakað klárt til í summar, so at vit kunnu gera nakrar roynd­ir nú í ár at byggja víðari upp á til næsta ár, sigur Sigert Patursson. Hann vísir á, at teir kanna tveir møguleikar, nevni­liga at fara í sam­ starv við onkran, ið longu frammanundan selur túrar í føroysku náttúru­ ni, og so verður møgu­ leik­in eisini kannaður at byrja frá grundini av at savna veitarar og tilboð. Selt undir skeivum fortreytum Jarðir hevur í tilgongdini millum annað havt fund­ ir við umboð fyri Visit Faroe Islands. – Vit hava eisini sam­ starva við Visit Faroe Is­ lands. Har er dialogur í ein ávísan mun, men eg kann ikki pástanda, at har er semja, sigur Sigert Patursson. Bøndur og óðalsmenn eru sum heild ikki fegn­ ir um háttin, Visit Faroe Islands hevur selt Før­oy­ ar í fleiri ár. – Kvisturin er, at landið hevur selt undir skeivum for­treytum. Vit fyrigykla ferðamanninum nakað, ið ikki passar. Visit Faroe Islands hevur ikki gjørt sítt heimaarbeiði til lítar. Um tey høvdu upplýst ferða­manninum rætt, so høvdu vit ikki staðið í hes­um trupulleikanum í dag, sigur stjórin. Visit Faroe Islands hevur fingið eina rúgvu av ferðafólki til Før­ oya, men nústani hava tey sett fólk at men­na ferðavinnuna innan­ lands, sigur stjórin í Jarðir. Útlendingar vinna pening Hann vísir á, at tað er farið alt ov langt við at onnur fáa pengar úr før­ oysku náttúruni. – Nú eru eisini fleiri út­ lendskar fyritøkur, sum selja ferðir og náttúru­ upplivingar í Føroyum. Ferðamaðurin rindar nógv fyri ferðirnar, men einki endar hjá okkum, sum umsita jørðina í Før­oy­um. Tað kann ikki vera meiningin, at inn­ tøkurnar enda í París ella aðrastaðni úti í heimi og einki endar hjá okkum. Tað er farið langt av sporinum, og er als ikki burðardygt, sigur Sigert Patursson. Eingin kann ráða yvir annan mans ogn Hann vísir á, at tað eru nógv­ir bøndur, sum hava sett seg í skuld fyri at liva av jørðini. Í nøkr­um før­ um órógvar ferða­vinn­an dagliga arbeiði hjá bónd­ unum. – Tað ber ikki til, at onnur eru inni á okkara jørð og kunnu gera akkur­ át sum teimum lystir. Hann vísir á, at tað ber heldur ikki til at koma frá ferðavinnuni ella tí al­menna og siga yvir ein kamb, hvussu bøndur skulu gera. – Eingin kann ráða yvir annan mans ogn. Hagar­ nir í Føroyum eru sum privat­ar fyritøkur. Tær mugu eftirspyrjast, og tað eru eisini tær, ið seta treyt­ir­nar, sigur Sigert Paturs­son. Bøndur hava ikki tíð at bíða Hann vísir á, at tað er semja millum megin­part­ in av bóndunum, hvussu teir skulu skipa seg í ferða­vinnuni. – Bøndurnir eru sum so samdir um, at gjald eigur at takast, tá ið ferða­vinnan er inni á jørð­ini, sum bøndur og óðalsmenn umsita. At onkur í miðlunum er sagdur at hava aðra mein­ing, er avsannað av við­komandi, sigur Sigert Paturs­son. At nakrir bøndur og festarar longu eru farnir at taka gjald frá fólki fyri at koma á teirra jørð, áðrenn Jarðir kemur út við eini felagsloysn, undr­ ar hann ikki. – Ferðavinnan koyrir í fullari ferð. Nakrir bønd­ ur hava longu í fleiri ár tikið pengar frá fólki fyri tænastur, millum annað í Skálavík og Kirkju­bø. Aðrastaðni er trupul­leik­ in so stórur, at bøndur hava ikki tíð at bíða, sigur Sigert Patursson. Hann vísir á, at bønd­ ur­nir standa sjálv­støðug­ ir, og Jarðir kann ikki taka støðu fyri allar. – Tað er eins og við mat­stovunum í Havn. Vit kunnu ikki avgera fyri tey, hvussu og hvat tey skulu gera. Tað eru eigar­arnir av hvørjari matstovu, ið avgera hetta. Soleiðis er eisini við jørðini, sigur Sigert Paturs­son. Ferðavinna skal gjalda Hann er greiðir, tá ið talan er um ferðavinnu. – Har talan er um ferða­vinnu, skal bóndin, ella tey, ið vara av jørðini, hava rætt til at taka gjald fyri tað. Tá ið talan hinvegin er um føroyingar, ið fara ein túr í føroysku náttúruna, er støðan ein onnur. – Vit í Jarðir hava alla­ tíð­ina sagt, at um ein før­ oysk familja ella nakrir fáir føroyingar fara túr í hagan, so skulu tey ikki gjalda fyri tað. Men um tað eru føroyskir bólkar, ið fara við ferðaleiðara, og tey rinda fyri tað, so skal tann ella tey, ið umsita jørð­ina, eisini hava eitt gjald fyri tað, sigur Sigert Paturs­son. frants@sosialurin.fo Pengar skulu liggja eftir hjá bóndum og óðalsmonnum – Ferðafólk koma ikki til Føroya fyri at liggja á einum hotelli í Havn. Tey koma fyri at síggja tað vakrasta, vit hava, nevniliga føroysku náttúruna kring landið. Tí eiga pengar eisini at liggja eftir hjá teimum, sum umsita jørðina kring landið, og ikki bara á hotellunum í Havn, sigur Sigert Patursson, stjóri í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum í Hoyvík – Tað ber ikki til, at onnur eru inni á okkara jørð og kunnu gera akkurát sum teimum lystir, sigur Sigert Patursson, formaður í Jarðir og bóndi á Vatnaskørðum. Mynd: Álvur Haraldsen