týsdagur 28. mai 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
SPEKT er eitt løggilt grannskoðanarvirki, sum veitir tænastur í sambandi við grannskoðan íroknað KT-grannskoðan, roknskaparhjálp,
skatt, vinnuráðgeving v.m. Kundaskarin er breiður og fevnir um bæði persónar, vinnuvirki, landsstovnar og kommunur. Vit miðja
eftir at finna haldgóðar loysnir, sum byggja á trygt grundarlag.
ARBEIÐIÐ
Tú verður partur av einum dugnaligum, vælút bún um
og ágrýtnum toymi av starvsfólkum. Dagligu upp
gávurnar eru fjøl broyttar og fevna millum annað um
at grannskoða ársroknskapir, veita roknskapar hjálp
og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um
fíggjarlig viður skifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í
føroyska vinnulívið.
ÚTBÚGVINGIN
Samstundis sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri
lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD,
harav 2 tey fyrstu árini eru skipað við undirvísing á
Handilsskúlanum í Tórshavn. Seinnu 2 árini av HD
lestrinum eru skipað í samstarvi ímillum Handilsskúlan
í Tórshavn og Århus Universitet.
Eftir loknan HDlestur er møguleiki at søkja inn á
cand.merc.aud.útbúgvingina á lærdum háskúlum í
Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra
cand.merc.aud.útbúgv ingina. Velur tú at arbeiða í
lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað tekur eini 3 til 4
ár at fullføra cand.merc.aud.útbúgvingina.
Cand.merc.aud.útbúgvingin gevur møguleika fyri at
gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari.
Harumframt gevur cand.merc. aud. útbúgvingin fjøl
broyttar arbeiðs møgu leikar, m.a. sum roknskapar/
fíggjar leiðari í størri fyritøkum.
UM TEG
Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúla prógv
serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum støddfrøði
ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa
HD og síðani cand.merc.aud. Harumframt vænta vit,
at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fryntlig/
ur, fyrikomandi og at tú hevur lætt við at samstarva
við onnur.
UMSÓKNIN
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúla prógvið
(seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum
verður at senda okkum skjótast til ber og í seinasta
lagi 3. juni 2019.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at
skriva teldupost til mh@spekt.fo.
Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í
trúnaði.
Starv og hægri útbúgving innan
grannskoðan, roknskap, skatt og
vinnulívsrætt
sansir.fo
Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla? Hevur tú áhuga í sam felags- og vinnuligum viður-
skiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og ætlar tú tær at fáa eina hægri útbúgving innan
búskapar frøði?
Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, sam stundis sum tú hevur møguleika at fáa
eina hægri búskaparliga útbúgving.
Fuglafjarðar kommuna
KUNNGERÐ
UM FÓLKATINGSVAL Í
FUGLAFJARÐAR KOMMUNU
Til veljarar til fólkatingsvalið
05. juni 2019 í Fuglafjarðar kommunu.
Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað 07.
mai 2019, so skal hervið verða kunngjørt, at
atkvøðugreiðslan fer fram í Mentanarhúsinum,
Karvatoftir 5 í Fuglafirði mikudagin tann 05.
juni 2019 fyri Fuglafjørð og Kambsdal og í
Bønhúsinum á Hellunum á Rættarvegi 25 fyri
Hellurnar.
Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og 20.00 og heldur
fram, so leingi veljarar møta uttan støðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini hava rætt
til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
býráðsskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
mánadag til fríggjadag millum kl. 10.00 og 15.00
til og við mánadagin 03. juni 2019. Tá ið seinasta
freist fyri at greiða brævatkvøðu er mánadagin 03.
juni 2019, so verður býráðsskrivstovan eisini opin
nevnda dag til kl. 18.00.
Heimaval:
Tey, sum vegna sjúku ikki kunnu koma á
valstøðini, kunnu velja heima í seinasta lagi
mánadagin 03. juni 2019 við at venda sær til
býráðsskrivstovuna telefon 668000 í seinasta lagi
sama dag kl. 12.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í kommununi
við postinum, og um persónur, sum heldur seg
hava valrætt, ikki fær valkort sendandi, verður
viðkomandi biðin um at seta seg í samband við
býráðsskrivstovuna á telefon 668000 skjótast.
Veljari skal hava valkortið við sær til valborðið.
Fuglafjørður, tann 23. mai 2019
FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Tórsgøta 1 · FO-110 Tórshavn