Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MAI 2019 SOSIALURIN 62 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Mikudagin var hampiliga stór grind í Havn, og nakrir fáir springarar vórðu riknir inn á Skálabotn Nýggj kanning millum fólkaskúlanæmingar kring landið vísir, at 11% eru happað í skúlanum, sum er minni enn í 2015, tá talið var 13% og 2007, tá talið var 15% Danmark og ES- tingið: Vinstri bleiv toppskorari, meðan DF gjørdist stóri taparin til valið sunnudagin Verkætlanin at gera bátahyl í Norðragøtu verður nógv dýrari enn væntað Nú fer Landsverk undir at asfaltera vegirnar til Elduvíkar, Kunoyar og Syðradals Løkke MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Granskingarnevndin hevur játtað tilsamans 7.201.044 krónur til verkætlanir í sambandi við mentan, samfelag, náttúru, tøkni og heilsu 9 Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri Meðan hinir donsku politikararnir strevast í Danmark í sambandi við fólkatingsvalstríðið, hevur forsætisráðharrin valt at koma til Føroya fríggjadagin, tá valstríðið verður á sínum hægsta. Hetta hevur skapt mikið kjak, og serliga eru tað tjóðveldisfólk, sum ikki eru í iva um, at hann ætlar sær at tryggja sær, at báðir teir føroysku tingsessirnir verða bláir FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Øll smelta nú fyri tíðina - serliga um tey síggja smábarnamyndir Mín atkvøða til fólkatingsvalið ger líka lítlan mun sum føroyska C02-útlátið. Ella hvat?? Lítið lot til gul úr útnyrðingi, 2 til 5 m/s, sum snarar eystur eftir. Um náttina veksur hann í andøsvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og onkrastaðni verður sól, men annars skýggjað, og um náttina regn úr suðri. Hitin millum 5 og 8 stig.   Lítið lot til stívt andøvsgul úr útnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, og okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig. Gul til stívt andøvsgul úr útnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. 2-5 m/s 5-10 m/s Grindaboð vóru mitt í vikuni. Grindin sjálv var hildin til í Havn, meðan sjey springarar løgdu beini í Skálafirði. Vit eru helst vorðin eitt sindur immun mótvegis atfinningunum uttan úr heimi móti grindadrápi, men tað er nokk skilabest alla tíðina at vera á varðhaldi. Aldurnar eru ikki altíð eins stórar, men viðhvørt raka mótmælini útflutning okkara og viðhvørt velja stóru cuiseskipini Føroyar frá. Ája! Fólkatingsval er fyri framman og vit hoyra flokkarnar greiða frá hví vit júst skulu velja teirra umboð á Christiansborg. Haldi at tað ongantíð fyrr hevur verið so torført hjá flokkunum at grundgeva fyri, hví tað hevur týdning av teirra flokkur umboðar føroyingar á danatingi. Sjálv fólk, sum hava røkt sessirnar í Danmark í meira enn eitt skeið, duga illa at grundgeva fyri, hví vit skulu velja tey. Tað er torført at siga, hvussu stóran týdning sessurin hevur, samstundis sum roynt verður at siga, at alt samskifti millum Føroyar og Danmark er millum donsku stjórnina og landsstýrið ella milum Fólkatingið og Løgtingið. Knappliga boðar so dnaski forsætisráðharrrin frá, at Lars Løkke Rasmussen kemur ein svipp til Føroyar mitt í valstríðnum. Hann vitjar Sambandsflokkin og roynir at hjálpa flokkinum at vinna annan sessin. Steðgurin er tó so stuttur, at ivasamt er, um hetta fer at geva Sambandinum bnakað. Fara føroyingar at síggja hetta sum uppílegging í Føroyskan politikk? Vit fáa at síggja. Ája! Lat okkum eisini venda veðrinum, sum tað hevur háttað sær her í mai. Kalt og vátaslettingur minnir okkum als ikki á vár ella summar. Hjá okkum, sum ganga til føroyskan fótbólt er ongin møguleiki at leggja tjúkku frakkarnar frá okkum. Vit hava teir hjá okkum – annars frysta vit í hel. Men onkuntíð hevur tað verið soleiðis, at vit hava lopið várið um og eru farin beinkeiðis til summarið. Tað kann vera, at tað stuntið verður gjørt í ár, men tað krevur tó at okkurt hendir nú fyrst í hesum mánaðinum. Ikki tí at ferðafólkini, sum vitja hendan vegin leggja nakað í tað, men vit eru nøkur, sum búgva her árið runt. Fyri okkum hevði tað verið ein lætti, fingu vit nakrar góðar summardagar. Ája! Skasl ikki gloyma at nevna, at her fyrst í juni skal okkara A-landslið hjá monnum møta bæði Spania og Noreg á Tórsvølli. Spennandi ítróttar­upp­livingar, sum vit gleða okkum til og vóna at okkara menn fara at koma væl burt­ur úr. Ikki tí - tað liggur nokk meira til Spania at vin­na enn til Føroyar, men vit hava vón­ina. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! 5-10 m/s