mikudagur 29. mai 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
2
mai 2019
31
- TAÐ VAR EIN TÍÐ Í BYRJANINI HJÁ OKKUM, AT VIT IKKI
RÆTTILIGA MEGNAÐU AT FYLGJA VIÐ EFTIRSPURNINGINUM.
MEN, NÚ VIT HAVA GJØRT ÍLØGUR Í NÝGGJA TØKNI OG
HAVA UMSKIPAÐ YMISKT Á VIRKINUM, HAVA VIT VUNNIÐ
Á TEIRRI AVBJÓÐINGINI, SIGUR STJÓRIN Í KJØTBÚÐINI
Vilmund Jacobsen
Tað var hin 6. oktober í 2014, at P/F Poul
Michelsen keypti P/F Kjøtbúðina í Akranes
gøtu 7 í Havn, og stjóri í fyritøkuni er Petur
Amon Dalbø.
Í dag eru 10 ársverk í sjálvari framleiðsluni,
og eitt ársverk er í fyrisitingini.
Fleiri av fólkunum, sum mynda framleiðsl
una í dag, hava arbeitt í fyritøkuni í nógv ár og
formaðurin, Sámal Nielsen, hevur starvast her
í eini 37 ár.
Longu sum blaðungur í 1976 byrjaði Sámal
Nielsen at loysa av í fyritøkuni.
Skjótt 100 ár á baki
Kjøtbúðin hevur røtur heilt aftur til 1921, og
soleiðis hevur fyritøkan skjótt 100 ár á baki.
Øll árini hava eigararnir lagt seg eftir at
hava fáar, men dygdargóðar vørur, og dygdin á
vørunum er eins og áður eisini aðalmálið í dag.
Hetta er ikki minst orsøkin til, at Kjøtbúðin
– og ikki minst rullupylsan – er vorðin víðagitin
millum viðskiftafólk.
Hóast árini hjá Kjøtbúðini skjótt eru vorðin
100, trívast nærlagni og gomlu uppskriftirnar í
fyritøkuni sum fyrsta dagin, og andin við dygd
argóðum rávørum og handverki heldur í dag
fram á einum nútímans matvøruvirki.
Rullupylsan flaggskipið
Hvørjar eru høvuðsvørurnar í dag, og er rullu
pylsan framvegis ”flaggskipið” hjá Kjøtbúðini?
Henda spurning settu vit stjóranum, Petur
Amon Dalbø.
- Høvuðsvørurnar hjá okkum eru rullupylsa,
skinsakjøt, kjøtpylsa, kjøtfars og fiskafars, og
rullupylsan er framvegis flaggskipið, ásannar
stjórin.
Spurdur, hvussu tað ber til, at rullupylsan er
so nógv eftirspurd, svarar hann soleiðis:
- Tað er tí, at hon er so góð. Rullupylsan
hjá okkum er helst mest seldi viðskeri í Før
oyum. Sjálvt útlendingar keypa rullupylsu við
heimaftur. Tey spyrja eisini, um vit ikki kunnu
senda teimum rullupylsu frá Kjørbúðini, men
tað kunnu vit ikki. Føroyar eru ikki ES-góð
kendar til at útflyta landbúnaðarvørur, og tí
letur tað seg ikki gera, sigur Petur Amon Dalbø.
Uppskriftir óbroyttar
Vit spurdu eisini stjóran, hvussu nógv gomlu
uppskriftirnar hjá Kjøtbúðini telja í dag – og er
nøkur uppskrift hin sama, sum tá fyritøkan sá
dagsins ljós?
- Nærlagni og uppskriftirnar telja alt. Eingin
uppskrift er broytt yvirhøvur. Rullupylsan og
skinsakjøtpylsan eru framvegis hondseym
aðar, og við seymingini verður einki maskinarí
brúkt yvirhøvur.
Petur Amon Dalbø sigur, at Kjøtbúðin eitt
nú ger fiskafars burtur úr feskum fiski.
- Tað er eingin handil í Føroyum, sum ikki
hevur vørurnar hjá okkum, tí hesar eru kring
allar Føroyar. Finna viðskiftafólk ikki okkara
vørur í einum handli, er tað tí, at vøran er útseld,
sigur hann.
Íløgur í nýggja tøkni
Tá P/F Poul Michelsen keypti Kjøtbúðina, vóru
tað tíðir á árinum, har fyritøkan ikki rættiliga
megnaði at fylgja við eftirspurninginum.
- Men av tí, at vit hava gjørt íløgur í nýggja
tøkni og hava umskipað ymiskt á virkinum,
hava vit eisini vunnið á teirri avbjóðingini.
Vit spurdu eisini stjóran, um tað er hugs
andi, at Kjøtbúðin í framtíðini fer at koma við
nýggjum vørum á marknaðin – ella, um fyri
tøkan fer at halda fast um gomlu vørurnar?
- Tað er eingin ivi um, at vit fara at halda
fast við góðu gomlu vørurnar, men tað er ikki
óhugsandi, at okkurt nýtt fer at koma. Men,
sum hjá so nógvum øðrum fyritøkum í hesum
døgum, hevur Kjøtbúðin í Akranesgøtu 7 eisini
avbjóðingar við at fáa starvsfólk, sigur Petur
Amon Dalbø.
Rullupylsan helst mest
seldi viðskeri í Føroyum
Tað er her í Akranesgøtu 7, at Kjøtbúðin hevur sítt framleiðsluvirksemi
Kjøtpylsa er eisini ein av umtóktu vørunum
Rullupylsa og skinsakjøtpylsa eru hondseymaðar
Rullupylsan hjá Kjøtbúðini er kend fyri sínar dygdir