mikudagur 29. mai 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
mai 2019
31
NÝGGJU MATSTOVURNAR
GERA SÆR DÆLT AV GÓÐU
FØROYSKU RÁVØRUNUM, SUM
ALTÍÐ ER FESKAR OG FRÍSKAR
Árni Gregersin
Ein nýggj vinna hevur tikið seg upp, síðani
útlendsk ferðafólk fingu eyga á Føroyar sum
ferðamál.
Umframt at vit hýsa ferðafólkunum, sum
koma hendan vegin, so skulu tey eisini hava
mat at eta meðan tey eru her.
Ídnir íverksetarar hava sæð, at ein máti at
fáa ferðafólk at leggja eitt sindur av peningi
eftir seg meðan tey eru í Føroyum, er at gera
dygdargóðar matstovur.
Fleiri av hesum matstovunum er á so
høgum støði í dag, at tað sum í ferðavinnuni
verður nevnt matturistar koma til Føroyar, bert
fyri at royna mastovurnar.
Barbara
Sum tað ofta verður nevnt, so er tað neyðugt
at finna veitaarar til mastovur, skal okkurt
serligt gerast við góðari dygd.
Tað kemur ikki óvarat á, at mastovurnar
í Føroyum altíð kunnu borðreiða við fiski
dagliga. Fiskur av besta slag svimur rundan
um oyggjarnar og hann er spillfeskur, tá ið
mastovurnar fáa hann.
- Tað er ómetaliga stuttligt at arbeiða við so
góðari rávøru, sigur Teitur Christensen, sum er
kokkur á mastovunum í Hongini í Havn.
- Munurin at fáast við fisk í Føroyum og í
Danark, har eg havi lært og arbeitt í fleiri ár, er,
at fiskurin í Føroyum altíð er og luktar feskur,
sigur Teitur Christensen.
- Tað vil sjálvandi eisini siga, at tað sum vit
sum kokkar so lataz úr hondum eisini er ferskt
og gott, sigur hann.
Tann fiskin, sum teir brúka á matstovunum
í Gongini kemur fyri tað allarmesta frá Fish.fo.
Dagliga er Teitur Christensen kokkur í
Fútastovu, medn nú eitt skifti hevur hann eisini
ábyrgdina av Barbaru.
Tað vil siga, at hann arbeiðir við øðrum
rávørum enn bara fiski.
- Eg má siga, at tað grønmeti, sum vit fáa frá
Veltuni á Sandi er ómetaliga gott og hevur ein
sera góðan og frískan smakk. Bert eitt sindur
keðiligt, at vit ikki fáa meira av føroyskum
grønmeti, sigur nann.
Kjøt
Barbara er ein matstova, sum bert hevur fisk
Góða rávøran ge
lættari av vera k