mánadagur 3. juni 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐIND SÍÐA 6-7
Løkke
partur av
valstríð
num
TÍÐINDI SÍÐA 6-7
Sum væntað var tað fyri at fiska
eftir borgarligum atkvøðum til
Sambandsflokkin og Fólkaflokkin,
at Lars Løkke Rasmussen valdi at
brúka tveir dagar í valstríðnum upp
á Føroyar og føroyingar. Hósdagin
sigldi hann við Westward Ho í træ
seglskipafylginum frá Kronborg til
Keypmannahavnar.
Fríggjadagin
var hann í Føroyum, hevði almennan
fund í Østrøm.
Tað er ikki hent áður, at ein dansk
ur forsætisráðharri – fyri ikki at
siga politikari – kemur til Føroya at
blanda seg upp í valstríðið. Men Lars
Løkke Rasmussen vil eftir øllum at
døma ikki enda sum Uffe Elleman
Jensen, ið tapti forsætisráðharra
sessin, tí at Sambandsflokkurin tapti
fólkatingsvalið í Føroyum í 1998.
Orsøkin til, at Sambandsflokkur
in tapti fólkatingsvalið var tí, at Ed
mund Joensen koyrdi Sámal Petur
í Grund frá sum landsstýrismann
í desember í 1997 – tí at hann ímóti
vilja løgmans arbeiddi við fyrireik
ingum til undirsjóvartunnilin til
Vágar. Tí fekk Sámal Petur í Grund
sekkin frá Edmundi Joensen.
Tá fólkatingsval so var 11. mars
í 1998 – bara tríggjar mánaðir eftir,
at løgmaður hevði sagt landsstýr
ismannin úr starvi, sum vldi geva
vágafólki undirsjóvartunnilin, so
var valið einfalt hjá vágafólki. Har
fór maður av húsi at velja Sjálvstýr
isflokkin. Á fólkatingsvalinum í 1994
fekk Sjálvstýrisflokkurin 7 atkvøður
tilsamans í Vága valdømi. Á valinum
í 1998 fekk sjálvstýrisflokkurin 333
atkvøður.
Atkvøðutalið
nærum
fimmtifaldaðist.
Vága valdømi var eitt trygt sam
bandsvaldømi. Tí fóru nógvar pot
entiellar
sambandsatkvøður
til
Sjálvsstýrisflokkin – og tí kunnu
vit siga, at akkurát hetta stríðið
ímillum Edmund Joesen og Sámal
Petur í Grund kostaði Uffe Elleman
Jensen forsætisráðharradreymin og
formanssessin í Vinstraflokkinum.
Leiðslan í Vinstraflokkinum fór til
Anders Fogh Rasmussen, sum vann
tey næstu trý fólkatingsvalini í Dan
mark – til Lars Løkke Rasmussen
tapti valið í 2011 til Helle Thorning-
Schmidt. Seinastu kanningar vísa,
at reyði vongur fær 104 tingsessir,
og at blái vongur fær 71. Altso tørvar
Løkke at vinna 19 tingsessir afturat –
ella 17 í Danmark og tveir í Føroyum.
Um nú tað ikki gongur so galið,
sum allar veljarakanningarnar siga
– og um so verður, at tað fer at gang
ast Venstre enn betur á hesum vali
num enn á ES-valinum, so kunnu
tveir borgarligir sessir í Føroyum
merkja, at Løkke kann halda fram.
Tí breyt Løkke ta gomlu siðvenjuna
og blandaði seg beinleiðis í føroyska
valstríðið – men tað kann fara at vísa
seg at geva bakslag.
LØKKE BLANDAÐI SEG
Fólkaflokkurin vil hvørki
hjálpa burturi ella heima
Tað kann geva bakslag at
blanda seg í føroyska valstríðið
Ein trupulleiki,
sum varð stað
festir á Skála
firði í gjár, er
eisini aðrastaðni
í landinum, og
nú er løgreglan
komin upp í
málið
Seinnapartin í gjár varð ringt
til løgregluna at boða frá um
fatand dálking við plasti í
Skálabotni. Løgreglan sigur,
at talan er um túsundtals
plastlutir, sum liggja og sløð
ast á strondini og síðani er
tað staðfest, at talan er um
lutir, sum hoyra til biofiltur,
sum verða brúkt at reinsa
vatn við. Talan er um lutir,
sum eru í ymiskari stødd og í
ymsum litum.
Løgreglan sigur, at tey
hava tikið málið upp og eru
farin at kanna tað, tí talan
er um umhvørvisdálking.
Sløkkiliðið á Skálafirðið fekk
boð um hendingina og skuldi
fara at taka upp.
Men tey siga, at síðani
hetta málið tók seg upp, er
komið fram, at talan er um
sama trupulleika fleiri aðra
staðni í landinum, eitt nú
í Norðoyggjum, í Vágum,
ymsastaðni í miðstaðarøki
num og úr Suðuroy.
Løgreglan sigur, at talan
er um rættiliga umfatandi
dálking, men enn vita tey
ikki, hvør tað, sum stendur
fyri hesum, men tað er júst
hetta, tey vóna, at kanning
arnar fara at avdúka.
Leita eftir teimum
sum hava dálkað
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Helena Dam á
Neystabø,
valevni til fólkatingvalið
fyri Javnaðarflokkin
Tað sømir seg ikki kristnari
tjóð ikki at vilja hjálpa fólki,
sum verða pínd og myrd.
“Nei til flóttafólk” er her
rópið hjá Fólkaflokkinum til
fólkatingsvalið. Eitt herróp
tikið úr leysari luft. Hevur
einki við veruleikan ella við
fólkatingsvalið at gera. Onk
ur
fólkafloksmaður
hevur
helst hoyrt, at haturstala móti
flóttafólki og fremmandum er
gott valagn. Man Fólkaflokk
urin leggja upp samstarv við
“Stram Kurs” á fólkatingi?
Men hvat er tað so Fólka
flokkurin sigur? Skulu vit so
heldur ikki hjálpa ella taka
ímóti kristnum, sum verða for
fylgd, pínd og myrd í nógvum
londum kring heimin? Tey eru
eisini flóttafólk.
Og er tað í samsvar við
okkara kristna grundvøll bert
at hyggja at, meðan kvinnur
og børn eru fyri ræðuleikum?
Eftir øllum at døma í samsvari
við fatan Fólkafloksins.
Fólkaflokkurin vil ikki
hjálpa í nærøkjunum
Haldi at hetta herróp Fólka
floksins til fólkatingsvalið er
bæði ósømiligt og óvirðiligt.
Fólkaflokkurin vil “heldur”
hjálpa flóttum á staðnum, siga
tey. Men tað hevur Fólkaflokk
urin prógvað aftur og aftur,
at tað vilja tey heldur ikki. Tí
tey vilja ikki játta pening til
menningar- og neyðhjálp.
Sitandi samgonga hevur í
2019 játtað 9 milliónir til neyð-
og menningarhjálp á fíggjar
lógini. Tað er ein fleirfalding
av tí neyðareggi, sum undan
farna samgonga játtaði.
Men Fólkaflokkurin bara
snakkar.
Fólkaflokkurin megnaði
heldur ikki at yvirtaka út
lendingamálið. Tað hevur sit
andi samgonga gjørt. Nú skal
ein greiður, avgjørdur, men
eisini virðiligur útlendinga-
og
integratiónspolitikkur
skipast.
Fyrisitingin av útlending
amálum eru yvirtikin, men
flóttafólkamál eru ikki yv
irtikin, flóttafólkamál vóru
ikki partur av yvirtøkuni av
útlendingamálinum. Tí hevur
herrópið bert eittans endamál
- at skapa ein púra ógrundað
an ótta í Føroyum.
Eitt føroyskt fólkatingsum
boð skal leggja orku í, at yvir
tøkan av útlendingamálinum
fer at ganga so smidliga sum
møguligt og í tráð við avgerðir
og vilja løgtingsins og lands
stýrisins.
Ósamd
um nær
loysast
skal
Fólkatingsval 2019