mánadagur 3. juni 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2019 · Nr. 63
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Hetta skuldi á pappírinum
verða ein pliktsigur til HB í
einum dysti, har Lars Muller
takkar fyri seg sum dómari.
Dysturin er bara tveir minuttir
gamal, tá fyrsta ávaringin kem
ur um, at hetta ikki verður ein
vanligur fótbóltsdystur.
Eftir innkast fær Arnbjørn
Hansen bóltin í brotsteiginum
hjá HB. Hann temur bóltin til
høgra beini og fluktar hann í
handara trýkant. Eitt framúr
fantastiskt mál, sum vitnar
um eginleikarnar hjá Arnbirni
Hansen at skjóta mál, sum eru
á altjóða stigi.
Tað er mál nummar 148 í
bestu deildini í føroyskum fót
bólti. Seinni í dystinum skorar
hann eisini mál nummar 149.
Samanlagt hevur hann nú
tvey fleiri enn John Petersen.
Næstur á listanum er Jákup á
Borg við 153 málum, ið er næst
flest. Klæmint A. Olsen leggur
hvørt vikuskiftið afturat við
sínum nú 176 málum.
Restin av dystinum er ein
málveitsla við fleiri góðum mál
um. Støðan í dystinum broytist
fleiri ferðir. EB/Streymur er
á odda 1-0, 2-1 og 4-3, men tað
endar við 6-4 sigri til HB.
Blómutyssi og seks mál
Undan dystinum fær Lars
Muller handa blómutyssi. Tað
er hugaligt at síggja, at allir
spælararnir á vøllinum klappa,
tá frásøgumaðurin í Gundadali
sigur, at hetta er seinastu ferð
vit síggja Lars Muller sum
dómara. Hann er níggju ferðir
kosin til ársins dómara. Sjey
hava teimum hava verið upp í
slag sjey tey seinastu árini.
Arnbjørn Hansen setur hol
á við fyrrnevnda dreymamáli
num, men HB svarar skjótt aft
ur. Adrian Justinussen skoraði
eitt av sínum tiltiknu fríspørk
um, har málverjin bara stendur
púra paff. Spælararnir hjá HB
hava ikki fingið armarnar
niður, so hevur Arnbjørn Han
sen aftur skorað. Hesa ferð
eftir fríspæling frá Steffani A.
Løkin.
Klokkan er illa nokk komin
um korterið, tá tað aftur er
mál. Símun Samuelsen leggur
innfyri, og har Ari Mohr Olsen
fyrstur á og stútar bóltin í
málið til 2-2.
Síðani gongur ein løta uttan
mál, men tað er nú bara lut
falsliga. Tí tíggju minuttir fyri
hálvleik er Ari M. Olsen aftur á
blettinum. Hann verður spæld
ur leysur í høgru og er trygg
ur, tá hann plaserar bóltin í
handara síðunet.
Málveitslan í fyrra hálvleiki
endar í yvirtíðini, tá Steffan
Løkin prikar bóltin um mál
strikuna, eftir at Teitur M. Gests
son hevur brúkt alt hann eigur,
fyri at halda bóltinum røttu
megin málstrikuna eftir innlegg.
Seks mál og áskoðar
arnir í Gundadal hava
ríkiligt at tosa um í
hálvleikinum.
HB sleppur við skrekkinum
Í seinna hálvleiki heldur mál
veitslan fram. Aftur er tað EB/
Streymur, ið skorar fyrst. Málið
er av tí vakra slagnum. Steffan
Løkin sleppur leysur í vinstru
og við baklinjuna leggur hann
útfrá til Gest B. Dam, ið sendir
bóltin í handara síðu net.
Sundalagsmenn
fegnast,
meðan tónin í HB-húsinum er
hvassur hesa løtuna. Men sein
asta stóra korterið er tað HB,
sum fær málini.
Tað
er
við
eitt
sindur
av hepni, at HB fær glið á
málskjótina í seinna hálvleiki.
Ein EB/Streymari tveitur seg
niður fyri at blokera fyri einum
innleggi, men endar við at fáa
bóltin á hondina, ið stingur
afturúr.
Lars Muller dømir sítt sein
asta brotsspark. Helst er tað
í tráð við reglugerðina, men
ein beiskur biti fyri gestirnar.
Adrian Justinussen umsetur
til mál og so er 4-4.
Innskiftið Sebastian Pingel
ger munin seinastu løtuna.
Tveir minuttir eftir brotsspark
ið verður hann spældur leysur í
høgru. Komin inn í brotsteigin
leggur hann bólti fyri føturnar
á Ara Mohr Olsen, ið skorar
hattrik.
Løtu seinni er tað sami
Sebastian Pingel, ið verður
spældur leysur, men hesa
ferð rennur hann framvið
málverjanum
og
skorar
sítt fyrsta mál síðani 20.
september 2017. Hann hevur
verið skaddur tað mesta av
2018, og er júst byrjaður at
spæla í ár.
Lars Muller bríkslar
fyri seinastu ferð
Tá tríggir minuttir eru spældir
av yvirtíð bríkslar Lars Muller
fyri seinastu ferð. Bókstaviliga!
45 ára gamli suðuroyingurin
takkar fyri seg sum dómari í
føroyskum fótbólti. Tað bleiv
í einum hendingaríkum dysti
við tíggju málum.
-Hetta var júst sum mær
dámar tað best, men tað var
tungt at koma gjøgnum tíggju
teir seinastu minuttirnar, sigur
Lars Muller.
Hann skal í næstum til Born
holm at arbeiða og verður ikki
at síggja aftur sum dómari.
-Eg havi merkt tað seinnu
árini. Tað krevur meiri og
meir at vera við og hetta hevði
ikki borið til uttan ein góðan
leiðara á arbeiðaplássinum og
eina góða familju, sigur Lars
Muller og leggur afturat:
-Tað hava sjálvandi verið
ósemjur, men eg havi ongantíð
kent meg hóttan. Eg havi hin
vegin fingið nógvar vinir fyri
lívið, sigur Lars Muller.
Eftir seiansta bríkslið fekk
Lars Muller eitt klemm frá
flestu av spælarunum, og tað
sigur ikki so lítið um mannin,
sum nú leggur floytuna á hilli
na.
Hann fer í søguna sum
okkara besti dómari eftir aldar
skiftið. So gott verður eftir
mælið ikki av hesum dystinum,
men tey sum vóru í Gundadali
í gjár fara nokk at minnast
dystin leingi.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
HB-EB/Streymur 6-4
ARNBJØRN YVIRHÁLAR JOHN PETERSEN
Arnbjørn Hansen skoraði tvey mál. Tað eru mál
nummar 148 og 149 í bestu deildini í føroyskum
fótbólti. Samanlagt hevur hann nú tvey fleiri enn
John Petersen. Næstur á listanum er Jákup á Borg við
153 málum, ið er næst flest. Klæmint A. Olsen leggur
hvørt vikuskiftið afturat við sínum nú 176 málum.
Tað bleiv einki minni enn ein fótbóltsveitsla, tá HB
vann 6-4 á EB/Streymi í gjár. Lars Muller takkaði fyri
seg í einum dysti, har Ari Mohr Olsen skoraði hattrik,
meðan Arnbjørn T. Hansen skoraði flottasta málið, og
yvirhálaði John Petersen á samlaða máltindinum
MÁLVEITSLA
Í GUNDADALI