mikudagur 5. juni 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tá hesar reglur verða skrivaðar,
kenna vit ikki valúrslitið, og tí hava
vit eingi tíðindi um fólkatingsvalið
í blaðnum í dag, tí blaðið varð
prentað seinnapartin í gjár.
Men fyri tað ber til at hugleiða
um valið, hóast vit als ikki kenna úr
slitið og ikki vita, um Sjúrður Skaale
og Magni Arge hava eina framtíð á
Christiansborg, ella um teir báðir
nú fara at ganga skrúðgongu á
ólavsøku og vera løgtingsmenn í
valstríðinum til Løgtingið. Magni
eigur løgtingsessin, sum Ingolf
S. Olsen røkir í løtuni. Sjúrður
Skaale eigur ongan løgtingssess,
men hann er uttasti varamaður
fyri
landsstýrisfólkini
hjá
Javnaðarflokkinum – og eigur
soleiðis sessin, sum Kristianna
Winther Poulsen hevur røkt síðani
samgongan varð skipað 15 septembr
í 2015.
Spennandi
verður
eisini
at
frætta, um stjórnarskifti verður í
Danmark, so sum allar tær hundr
aðtals veljarakanningarnar, sum
eru gjørdar í valstríðnum, benda
á. Ella um vit enn einaferð hava
upplivað, at allar veljarakanningar
verða gjørdar til skammar.
Livst so spyrts, tí alt hetta vita
vit nógv meira um, tá næsta blað
okkara kemur á gøtuna – eitt lítið
samdøgur eftir hetta blaðið.
Um valstríðið í Føroyum kunnu
vit siga, at tað hevur ikki verið so
øgiliga nógv øðrvísi, enn valstríð
til fólkatingsvalið plaga at vera,
kanska eitt sindur tamari. Tó við
tveimum frábrigdum. Tað hevur
verið eina góða viku longri, og so
hava vit á fyrsta sinni havt beinleið
is danska uppíblandan í valið.
Ilt er at siga, hvørja ávirkan hon
hevur havt – ella um hon hevur
havt ávirkan. Men Lars Løkke Ras
mussen duldi ikki fyri, at orsøkin
til, at hann kom til Føroya var fyri
at fáa tvey fólkatingsfólk vald, sum
fóru at peika á seg sum komandi
forsætisráðharra Danmarkar.
Tað stóra hugsjónarliga kjakið
hevur ikki verið í valstríðnum, sum
tí onkuntíð hevur verið heldur
hvast við skuldsetingum ímóti
hvørjum øðrum um, hvør leggur
hvønn undir hvat. Um tjóðskapar
fólk hoyra til Tjóðveldi, ella um vit
kanska øll í Føroyum eru runnin av
somu rót – og hvør bara bara fer til
ráðstevur, og hvør veruliga ger eitt
politiskt arbeiði til frama fyri land
og fólk.
Kanska hetta sigur okkum eitt
sindur um, at tilverugrundarlagið
hjá fólkatingsvalinum í Føroyum
ikki er ordiliga til staðar. Sambært
skipan og grundlóg skulu vit velja
til Fólkatingið. Men hevur tað tann
týdning í stóra politiska saman
hanginum, sum tað onkuntíð hevur
havt?
Valla er tað so, og helst átti skip
anin at verið eftirhugd.
Skipanin við fólkatingsum
boðan treingir til umhugsan
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
MEÐAN VIT BÍÐA
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Europeisku
leikirnir fyri smá
tjóðir passa sum
fótur í hosu til
føroyskan ítrótt,
sigur Jón Hestoy
Europeisku
leikirnir
fyri
smátjóðir (Games of Small
States of Europe – GSSE)
vórðu hildnir í Montenegro
døgnum 27. mai til 1. juni.
Limalond
GSSE
eru
tær europeisku smátjóðir
nar við færri ein 1 millión
íbúgvum, ið hava Olymp
iska viðurkenning: Ísland,
Andorra, Liktinstein, Luks
emborg, San Marino, Kypros,
Malta, Monako og Montene
gro.
Í alt kappaðust út við 1000
íðkarar frá hesum 9 lond
unum í 10 ítróttagreinum:
Frælsum ítrótti, svimjing,
kurvabólti, judo, skjóting,
borðtennis, tennis, stranda
rflogbólti, flogbólti og bowls.
Ítróttasamband
Føroya
varð boðið við til leikirnar
sum eygleiðarar. Í Monte
negro var ÍSF umboðað av
aðalskrivarunum Petur Mit
tún og varaforsetanum Jon
Hestoy.
–
Europeisku
leikirnir
fyri smátjóðir passa sum
fótur í hosu til føroyskan
ítrótt. Londini sum luttaka
eru neyvt tey somu, sum
vit plaga at kappast í móti í
øðrum kappingum. Harum
framt er støði á kappingu
num høgt. Vit blivu væl mót
tikin av limalondunum og
merktu týðuliga, at vit hava
nógv felags áhugamál, sigur
Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF.
Hann staðfestir, at Før
oyar í framtíðini ynskja at
luttaka í europeisku leiku
num fyri smátjóðir.
Arbeitt verður miðvíst
fyri, at hetta skal gerast ver
uleiki, men leggur samstund
is dent á, at hetta ikki verð
ur lætt. Leikirnir eru annað
hvør ár, og verða í 2021 hildn
ir í Andorra.
ÍSF eygleiðari á leiku
num fyri smátjóðir í
Princess Nok
ia, sum er
høvuðsnavn
ið til ársins G!
Festival, verður
ikki at hoyra og
síggja á Gøtu
sandi í summar
kortini
Hesum boðar G! Festival
urin frá – tey skriva:
– Tað harmar okkum
at kunngera, at Princess
Nokia hevur avlýst kon
sertina á G! Festivali
num í summar. Vit ar
beiða upp á at finna ein
góðan avloysara og vóna
og vænta, at vit kunnu
kunngera nýtt og spenn
andi íkast til G! skránna
ein av komandi døgunum.
Princess Nokia er ein
amerikanskur kvinnuligur
rappari, sum hevur gjørt
sera nógv um seg seinasta
árið. Destiny Fraqeueri,
sum er borgarliga navn
hennara, er ikki bara ein
fantastiskur rappari og
teksthøvundur - men eitt
feministiskt ikon og hon
er í allar mátar heilt ser
støk.
Men føroyingar koma
so ikki at uppliva hennara
máttmikla, eldhugaða og
bersøgna rapp í ár. Tað er
ikki greitt, hvør orsøkin til
avlýsingina er.
Albert prinsur av Monako og okkara egna ítróttarkempa Jon
Heystoy, varaforseta í ÍSF
telefon
20 59 59
Súkklur
til ein OG
hvønn
tørv
Høvuðsnavnið
gav G! krakk