Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Langi listin við uppskotum liggur órørdur í nevndunum Sjálvt um Miðflokkurin royndi at kalla tingið saman, so fekk hann hvørki undirtøku frá andstøðu ella samgongu Árni Gregersen Meðan øll tann politiska skip­ anin hesar seinastu vikurnar hevur verið upptikin av fyri­ reikingum til fólkatingsvalið, so arbeiðir Løgtingið ikki. Tingformaðurin sendi tingið heim, men lat tó eina hurð standa uppá glopp, um onkur ynskti at tað skuldi koa til arbeiðis aftur aðrenn sjálv tingsetan endar á ólavsøku. Fleiri stórmál liggja í nevnd­ um og fella burtur á ólavsøku, verður onki meira gjørt. Miðflokkurin og Jenis av Rana hava roynt at fáa ting­ fólk at kalla tingið saman, men flokkurin fær hvørki undir­ tøku frá nóg nógvum í and­ støðuni ella í samgonguni. Veruleikin er, at ttingið er læst fæst, so samgongan fær onki samtykt tí hon ikki hevur meirluta í Løgtinginum. Hin­ vegin er støðan so undarlig, at andstøðan hedur ikki megnar at koma við 17 atkvøðum. Fer á glið Tað eru fleiri orsøkir til, at flokkarnir ikki vilja hava tingið samanaftur undan ólav­ søku. Samgongan sigur, at hon ger tað ikki, tí landsstýrið og samgongan ikki vilja váða at andstøðan brúkar høvi til at fáa uppskot samtykt, sum fara at kosta landskassanum nógv – uttan at vita hvagani pen­ ingurin skal koma. Fólkaflokkurin og formað­ ur­in, Jørgen Niclassen siga stórt sæð tað sama, at tað í ein­ um valári kann gera óbótaligan skaða á búskapin, verða upp­ skot samtykt í tinginum uttan vit og skil.. Nógv mál liggja eftir í nevnd­um. Eitt av tedimum stóru eru lógirnar í bú­staðar­ pakk­anum, sum landsstýrið hev­ur lagt fram. Eisini liggur upp­skotið um nýtt barnaheim eftir í nevnd. Eisini liggja uppskotini, sum høvdu til endamáls at seta pening av, sum skuldu gera, at farast kundi undir inn­ komu­vegirnar í Havn og í Runa­vík, í sambandi við, at Eyst­uroyartunnilin skjótt er liðugur. At tingið fór heim, hevði eisini við sær, at játtanark­ar­m­ arnir fyri jæsta ár, heldur ikki vóru samtyktir. Náttúruverndarlógin Tvær stórar lógir, sum arbeitt hevur verið leigi við, komu heldur ikki ígjøgnum, áðrenn tingið fór heim. Onnur er lógaruppskotið frá Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinnu, um fyrisiting av marg­ feldni í náttúruni. Her er talan um eina um­ fatandi lóg, sum eisini á angan hátt, brýtur við tað slagið av lógarsmíði, sum vit kenna. Lógin byggir í stóran mun á norsk fyritømi heldur enn donsk. Hin lóginj er uppskotið hjá Eyðgunn Samuelsen um væl­ ferð. Hendan lógin skal eftir ætlan avloysa gomlu lógirnar um vælferð og almannahjálp í Føroyum. Báðar lógirnar hava verið leingi ávegis, so um tær bert skulu bíða til tingið kemur sam­an eftir løgtingsvalið, so ger tað ikki so stóran skaða. Hin spurningurin er so, at um ein onnur samgonga kem­ ur til, fer hon so at raðfesta hes­ar lógirnar eins og hendan sam­gongan gjørdi. Eitt annað mál, sum fram­ vegis ikki hevur funnið ein meir­luta, er málið um veiðu­ gjøld í sambandi við lógina um fyrisiting av sjófeingi. Tað eydnaðist ikki samgong­ uni at semjast um hetta mál og tískil dettur tað eisini burtur – kemur tingið ikki saman áðr­ enn ólavsøku. Ein grein 25 nevnd var eisini sett, at viðgera spurningin um løn og eftirløn hjá tingfólki. Heldur ikki hetta mál, sum sjálvur tingformaðurin legði fram, fekk endaliga viðgerð og fellur burtur. Aksel V. Johannesen, løgmaður, staðfesti, at samgongan ikki hevði meirluta í tinginum. Jenis av Rana, Miðflokkurin, royndi at kalla tingið saman., Jørgen Niclassen, formaður Fólkafloksinbs, helt tað vera óðamannaverk at kalla tingið samanaftur. Stórmálini hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, fingu onga viðgerð og detta helst burtur.