Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SPANI­ ÓLAR FÁA VIND Tað verður heldur mis­ javnt veður komandi dag­ arnar. Danska veður­stov­ an DMI roknar við, at í morgin hampuliga gott veður –  lítið av vindi og mest turt. Fríggjadagin verður meira vindur, og tá kann vindferðin koma upp í 15 m/s. Hetta er dag­ ur­in, tá ið stóri fótbólts­ dysturin millum mans­lið­ ini hjá Føroyum og Spania verður spældur á Tórs­vølli. Hitin verður meira føroyskur enn spansk­ur – millum 5 og 10 hitastig. Leygardagin verð­ur 5-10 m/s og upp í 13 hitastig. Sunnudagin verður høgætt og nakað kaldari. GRØN­ LAND EIGUR NÚ FLOG­ FELAG Grønlendska heimastýrið eigur nú flogfelagið Air Greenland, eftir at heima­ stýrið hevur keypt parta­ brøv frá danska statinum og flogfelagnum SAS. Naa­lakkersuisut keypti 37,5 prosent av parta­ brøvunum í felagnum frá SAS og 25 prosent frá danska statinum. Saman­ lagt vórðu tey 62,5 pro­ sentini av partabrøv­un­ um keypt fyri 462 milli­ónir krónur. Nú eig­ ur grønlendska heima­ stýrið 100 prosent av Air Green­land. Sea Shepherd fólk koma til Føroya at stríðast ímóti grindadrápi. Samstundis er umrøðu av grindadrápi uttanlands vaksin aftur Eyðun Klakstein Líkt er til, at tað í summar aftur kemur meira trýst á grinda­drápið. Felagsskapurin Sea Shepherd boðar frá, at tey senda fólk til Føroya, og júst nú er fjølmiðlaumrøðan av grindadrápi vaksin, og tað hevur verið sær fleiri mótmæli – eisini av tí meira navnframa slagnum. Í 2014 og 2015 gjørdi Sea Shepherd nógv um seg í Før­ oyum. Mótmælisfólk royndu tá at leggja upp í grindadrápið – bæði á sjógvi og landi – og tá vóru fleiri fólk handtikin, og hald var lagt á skjóttgangandi bátar. Síðan hava mótmælis­tiltøk­ ini ikki verið so umfatandi, og í mars mánaði segði Høgni Hoy­ dal, landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, á aðalfundi hjá Grinda­mannafelagnum, at mót­mælini frá útlendingum ímóti grindadrápi alsamt fjarða burtur. –  Hetta er eitt prógv um, at tað arbeiðið, føroyingar, og ser­stakliga Grindamanna­fel­ agið, hava gjørt fyri at upplýsa um­heimin um grindadráp, hev­ur eydnast betur enn nak­ ar tordi at vóna um, segði Høgni Hoydal, sum tó kendi seg sannførdan um, at okkurt álop á grindadrápið fór at koma afturat. Nýggj átøk Seinastu tvey árini hevur leið­ arin fyri Sea Shepherd, Paul Watson, fyri tað mesta hildið seg til at gera nøkur gleps á Face­book um grindadrápið. Onkur tíðarskeið hevur hann verið heilt friðarligur um grinda­dráp, men nú er líkt til, at Watson og hansara fólk fara at leggja meira fyri í royndini at órógva grinda­ drápið. Fyrst og fremst skal hetta gerast við at dokumentera og vísa útheiminum sjálvt drápið. Blóðugu myndirnar eru sterk kort at brúka móti grinda­ dráp­ inum. Tí sendir Sea Shepherd í summar fólk til Før­ oya at halda eyga við grinda­drápi. Hetta verður upplýst á Facebook síðu hjá Sea Shep­herd nú um dag­ ar­nar. Átakið hjá Sea Shepherd móti grindadrápi kallast framvegis »Operation Bloody Fjords«, og nú verður meira tosað um at av­dúka og um­ røða grinda­ drápið heldur enn at leggja beinleiðis uppí, sum fel­ WATSON SEN FÓLK TIL FØRO Paul Watson og hansara fólk gera nú enn eitt átak ímóti grindadrápi