mikudagur 5. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2019 · Nr. 64
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dukkuleikur verður við Gjógv í næstu viku
Nú verður møguleiki at koma til Gjáar, har søgan
um Marina verður sýnd sum dukkuleikur
Tíðindaskriv
Dukkuleikurin »Marin« tekur
støði í einari gamlari søgn frá
Gjógv. Leikurin vendir sær til
allar aldursbólkar, og er hann
ein uppliving fyri allar sansir.
Eitt yvirnatúrligt fyribrigdi er
gjøgnumgangandi í leikinum,
og áskoðararnir verða hug
fangaðir á ymiskan hátt.
Í leikinum verða nýttir yms
ir frásøguhættir, eitt nú er eitt
kvæði yrkt. Fyrsta ørindi er
soljóðandi:
Børnini eru øll úti og spæla.
Líkt er til, at nú fer at æla,
nú kemur ein myrkur skuggi.
Píka sjey, hetta er eingin ódn,
men ein ørn, ið taka kann
børn,
so nú er best, at eg flýggi.
(Lag: Veturin kom við kulda
og kava)
Dukkuleikur er ein sterkur
miðil, og tí verður nógv at sam
skifta um, bæði ímillum ættar
liðini og børn og børn ímillum.
Leikurin er góðan hálvan
tíma til longdar. Aftan á leikin
hava áskoðararnir møguleika
at ganga til tey støðini, sum
verða lýst í leikinum.
Tað er Helena Fríðheim, ið
hevur skrivað leikin og setur
hann upp. Hon hevur fingið
ráðgeving frá samstarvsfólki í
Tallinn.
Helena er útbúgvin náms
frøðingur, og seinni hevur hon
útbúgvið seg víðari. Í 2012 tók
hon bachelor-prógv frá lærda
háskúlanum í Stavanger, og í
2016 tók hon Master-prógv í
“Børne- og ungdomskultur –
medier og æstetiske lærepro
cesser” frá Syddansk Univers
itet.
Helena hevur sítt egna virki,
Leiktrá, sum hevur starvast
við barnamentan síðan 2004,
og hevur hon skipað fyri yms
um tiltøkum við børnum, eitt
nú stóra tiltakinum ”Havnin
ein býur, har børnini trívast”.
Harumframt hevur hon sett
fleiri dukkuleikir upp, eitt nú
“Bábylon”, sum varð settur upp
í samstarvi við dukkuleikhúsið
Nuku Teatre í Tallinn. Eisini
samskipaði hon dukkuleikin
“Jonny og 7 vinir hansara”,
sum Nuku Teatre framførdi í
Havn. – Dukkuleikurin “Marin”
er gjørdur í samstarvi við
dukkuteatrið Kirjkas í Tallinn
umvegis UNIMA í Estlandi.
Dukkuleikurin
“Marin”:
Framførslur verða hvønn dag í
døgunum 11. til 19. juni kl. 10 og
kl. 14 í Dansistovuni við Gjógv.
Tað ber til at hava framførslur
aðrar klokkutíðir eftir umbøn,
um áhugi er fyri tí, t.d. kl. 17
ella 19. Høvi er hjá starvsfólka-
og áhugabólkum at bíleggja
eina sýning.
Kostnaðurin er kr. 80,- kr.
fyri hvønn.
Neyðugt er at bíleggja pláss.
Atgongumerki kunnu fáast
við at venda sær til Helenu
Fríðheim á tel. 517772 ella við
at senda teldupost til:
leiktrad@gmail.com
Verið vælkomin!
Vinaliga
Leiktrá v/Helenu Fríðheim
Tórshavnar Manskór á pall
við Rúna Brattaberg
Áhoyrarnir, sum leita sær í
Norðurlandahúsið til várkon
sertina hjá Tórshavnar Man
skóri, fáa eina stóra uppliving.
Tí tað verður ein samansett
konsert við føroyskum og
donskum kóri, sum bæði fara
at syngja saman og hvør sær,
sleppa áhoyrararnir eisini at
hoyra
víðakenda
føroyska
bassin, Rúna Brattaberg, sum
annars ikki ofta er at hoyra á
palli í Føroyum.
Leygardagin verður Norður
landahúsið karmur um eina
stórfingna kórkonsert.
Tá skipar Tórshavnar Man
skór fyri árligu várkonsertini,
sum í ár er øðrvísi enn hon
hevur verið undanfarin ár.
Í ár fær kórið nevniliga
vitjan í samband við hesa kon
sertina; og tað er ikki hvør sum
helst sum kemur á vitjan.
Við føroyskum brillum er
tað stórt, at Rúni Brattaberg,
sum í dag er víðagitin sangari
á altjóða pallunum, skal syngja,
men tað er sanniliga eisini sera
áhugavert, at danska kórið
Studentersangerne úr Keyp
mannahavn, skulu syngja á
somu konsert.
Konsertin verður skipað so
leiðis, at kórini syngja hvør
sær og saman, og so skulu tey
eisini syngja saman við Rúna
Brattaberg.
Úr manskórinum
og út í heim
Tað er í dag eingin, sum ivast í,
at Rúni Brattaberg er ein sera
stórur og dugnaligur sangari.
Hann er javnan við í sera
stórum pallsetingum, og tað
boðar frá, at hann veruliga
dugur sítt kramm.
Tað áhugaverda í hesum
sambandi er, at tað í grundini
ikki var fyrr enn hann var
komin nakað til árs, at Rúni
Brattaberg gjørdi av at royna
sínar veingir í sangi. Og í
tíðarskeiðnum frá 1997 til 2000
læs hann fyrst á Sibelius Aka
deminum í Helsinki og sein
asta árið á International Opera
studio í sveitsiska býnum,
Zürish.
Rúni Brattaberg gjørdi tað,
sum nógv ítróttarfólk hava
gjørt.
Hann valdi at taka stigið út í
heim, uttan at hava nakra
trygd fyri, um tað bar. Hann
trúði upp á egin evnir sum
sangari, og tað skuldi vísa seg
at halda.
Tí í dag er hann ein ógvuliva
væl dámdur og hátt virdur
bass-sangari, sum er við í sera
stórum
uppsetingum
kring
um í Evropa.
Men
leygardagin
verður
hann at hoyra saman við Tórs
havnar Manskóri og Student
ersangerne í Norðurlandahús
inum.
Elsta og størsta
manskór í Danmark
Hin gestaframførslan á kon
sertini kemur frá danska kór
inum Studentersangerne, sum
er úr Keypmannahavn.
Sambært egnum upplýsing
um er kórið bæði tað elsta og
tað størsta manskórið í Dan
mark. Kórið var stovnað í 1839
og hevur tí 180 ár á baki í ár.
Kórið var stovnað í stud
entaumhvørvinum,
harav
navnið, og fekk skjótt fast
tilknýtið til universitetið í
Keypmannahavn, men tað var
kortini ikki fyrr enn 30 ár eftir
stovnanina, í 1869, at Student
ersangerne
alment
gjørdist
kórið hjá universitetinum.
Kórið er rættiliga aktivt og
er rættiliga ofta uttanlands.
Tann seinasti túrurin var til
Berlin í 2015, og í ár liggur túr
urin so á fyrsta sinni til Føroya.
Tað eru umleið 30 sangarar
við á ferðini til Føroya.
Fjølbroytt skrá
Tað er Tórshavnar Manskór,
sum skipar fyri konsertini, og
sum er vertur fyri danska kór
inum ár ferðini.
Hetta er ikki ókent hjá
manskórinum,
sum
hevur
havt nógvar útlendskar vitjan
ir millum ár og dag. Kórið, var
stovnað í 1986 av Bjarna Rest
orff og Kára av Reyni, og hevur
tí 33 ár á baki í ár. Og tað er
øgiliga nógv eftirspurt. Sam
anlagt hevur kórið millum 30
og 35 uppgávur um árið, nógv
ar smærri og nakrar stórar,
harav várkonsertin er ein av
teimum.
Skráin hesaferð er bæði
áhugaverd og fjølbroytt.
Sum
nevnt
frammanfyri
syngja kórini hvør sær og sam
an, og alt byrjar við einari
felags framførslu av sanginum
Sangerhilsen. Og tað endar við,
at kórini saman við Rúna
Brattaberg
syngja
sangin
Landkjending.
Felags
fyri
hesar
báðar
sangirnar er, at tað er Grieg,
sum hevur gjørt teir. Men
ímillum teir báðar sangirnar
eru nógvir aðrir sangir í einari
øgilga fjølbroyttari skrá.
Atgongumerkir
kunnu
keypast á heimasíðuni hjá
Norðurlandahúsinum
og
kostnaðurin er 125 krónur.