leygardagur 4. desember 2004síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
41
Savnsleiðari
Starvið sum leiðari fyri Listasavni Føroya verður lýst
leyst at søkja. Leiðarin tekur við starvinum tann
1. januar 2005 ella skjótast til ber.
Savnsleiðarin
• hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og um-
sitir í samstarvi við stýrið listasavnið eftir teimum
viðtøkum og reglugerðum, sum eru fyri stovnin
• ger framsýningarætlan og aðrar virkisætlanir fyri
savnið, herundir fíggjar- og rakstrarætlan,
• útvegar tilfar um savnið og tey listaverk,ið savnið
eigur,
• virkar fyri góðum samskifti millum savnið, sam-
starvspartar savnsins,skúlar og almenningin yvir-
høvur.
Umsøkjarin
• skal vera listfrøðingur við prógvi frá hægri læru-
stovni ella hava samsvarandi útbúgving og skal
hava royndir innan listasavnsøkið,
• skal hava leiðsluførleika og góð samstarvsevni,
• skal hava hug og evni at royna nýggjar leiðir,
• skal duga at leggja soleiðis til rættis, at savnið
framhaldandi verður eitt týðandi mentanarligt
andlit burturi og heima.
Setanartreytir
Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár við fyrsta árinum
sum royndartíð og verður sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Stýrið setir starvið eftir tilmæli frá Listafelagi Føroya
og Felagnum Føroysk Myndlistafólk.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
Gunnar Hoydal, formann í stýri listasavnsins, á
telefon 312849 ella á info@art.fo
Umsóknin
Skrivlig umsókn saman við prógvum, starvsroynd-
um og øðrum upplýsingum skulu vera stýrinum í
hendi í seinasta lagi 21. des. 2004 og stílast til Lista-
savn Føroya, postrúm 1141, FO-110 Tórshavn.
Listafelag Føroya
Listasavnið er tjóðlistasavn Føroya. Savnið er sjálvognarstovnur, sum verður
rikin við rakstrarjáttan frá Føroya Løgtingi, Tórshavnar kommunu, stuðli frá
greunnum og við egnari fígging.Endamál stovnsins er at savna og skjalfesta
føroyska list og við skiftandi framsýningum at tryggja vitan um føroyska list
í Føroyum og útlondum.
Fysioterapeutur
Søkt verður eftir avloysara fyri fysioterapeut á
Landssjúkrahúsinum frá 1.januar 2005 til og við 31.
august 2005. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Fysioterapeutarnir á Landssjúkrahúsinum hava
sum endamál saman við øðrum starvsbólkum, og í
samstarvi við sjúklingin at bøta um fysisku, psyk-
isku og sosialu støðuna.
Vit viðgera í størri mun innlagdar sjúklingar á
skurð-, heiliráð-, og psykiatriskum depli, og í minni
mun ambulantar sjúklingar innan øll øki.
Á fysioterapideildini eru 11,0 fulltíðarstørv. Yvir-
fysioterapeutur, deildarfysioterapeutur, fysiotera-
peutar og sjúkrahjálpari, tilsamans 14 fólk.
Vit søkja eftir fysioterapeuti við áhuga og kunnleika
at arbeiða á heiliráðdeildunum. Vit vænta, at tú ert
ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, er opin, og er til
reiðar at arbeiða neyvt saman við deildunum í heili-
ráðdeplinum.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Marjun
Poulsen, Yvirfysioterapeut, ella Karin Djurhuus,
deildarfysioterapeut,Tlf 304599 lok 5790.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fysioterapeufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Freistin at søkja starvið er 20. desember 2004 kl
12.00
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv«, við avriti
av prógvum og viðmælum skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Starvsfólk til
verkætlan
Serstovnadeildin søkir eftir starvsfólki til eina verk-
ætlan á Eirargarði 16 BS, skjótast gjørligt. Talan er
um at arbeiða niðursetta tíð, við skiftandi vaktum
og arbeiði í vikuskiftum og halgidagar. Tey, sum
kunnu søkja starvið, eru pedagogar, sjúkrarøktar-
frøðingar, heilsuatstøðingar og pleygarar. Neyðugt
er at hava royndir innan psykiatriksa øki.
Uppgávan er at stimbra og stuðla í fyrsta lagi einum
brúkara, sum annars klárar seg sjálvan í gerandis-
degnum.
Starvið verður lønt samnart sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvið er í
fyrsta umfari tíðaravmarkað til 1. apríl 2005. Meira
fæst at vita við at venda sær til Annu Johannesen,
tlf. 215540.
Suðuroyar Sjúkrahús
FO-800 Tvøroyri
Hjálparfólk
Vegna farloyvi verður søkt eftir hjálparfólki til
fysiurgisku deild í tíðarskeiðinum frá 10. januar–
1. september 2005, møguliga við eini longjan til
1. september 2006.
Talan er um eitt starv við fullari arbeiðstíð.
Starvið er fjølbroytt og arbeiðsuppgávurnar yms-
ar, m.a. innkalling av sjúklingum, luttøka í venj-
ingum av sjúklingum v.m.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv sum sjúkra-
hjálpari, heilsuatstøðingur ella líknandi.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag
og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til yvir-
fysioterapeut John Rødgaard, tlf. 371133,
lokal 115.
Umsóknir við avriti av møguligum prógvum
skulu sendast til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Umsjónarmannin
FO-800 Tvøroyri
Umsóknarfreist 15. desember 2004.
Finska Aðalkonsulatið
Finskur tjóðardagur
6. desember
Stuðul
Í sambandi við, at finskur tjóðardagur er tann
6. desember, ber til hjá einstaklingum og
feløgum at søkja um stuðul til vinnulig, ment-
anarlig ella ítróttarlig tiltøk ella verkætlanir.
Endamálið við stuðulinum er at menna nevndu
sambond millum Finland og Føroyar. Samlaði
stuðulin, ið latin verður er kr 25.000.
Umsókn saman við einari lýsing av tiltakinum/
verkætlanini kann sendast til:
Finska Aðalkonsulatið
Hoyvíksvegur 74
100 Tórshavn
Poul Michelsen
Frá Viðareiðis
Skúla!
Av tí at okkara danska lærarapar fer niður aftur til
Danmarkar, tørvar okkum tveir lærarar í tíðarav-
markað starv at undirvísa fulla tíð komandi ár:
frá 02.01.2005 til 31.07.2005.
Løn sambart avtalu millum Føroya lærarafelag og
Fíggjarmálaráðið.
Umsókn og møgulig viðmæli skulu vera skúla-
stýrinum í hendi í seinasta lagi 15. desember
2004 á middegi.
Viðareiðis skúlastýri
v/ Lenu Heinesen
FO-750 Viðareiði
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in