hósdagur 6. juni 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
– Nei, føroyingar vilja ikki, at Føroyar
skulu fara úr ríkinum í hesum valskeið
num. Og føroyingar hoppaðu heldur
ikki upp á stuntið hjá borgarstjóranum í
Klaksvík um at lata stólin á Christians
borg standa tóman.
Føroyingar valdu ta mest sam
bandsku røddina, sum vit hava havt á
Fólkatingi í nýggjari tíð, Edmund Joen
sen – og Javnaðarflokkin, sum greitt sig
ur seg vera ein samríkisflokk, ið ikki vil
loysa úr danska kongaríkinum.
So er spurningurin, hvussu tað úrslit
ið skal tulkast? Tað var kanska ikki so
snilt av Tjóðveldinum at leggja upp til
polarisering við Sambandsflokkin við at
siga, at hetta skuldi vera tað seinasta
fólkatingsvalið hjá føroyingum, tí Før
oyar fóru at taka loysing í hesum val
skeiðnum – altso at Føroyar skuldu fara
úr danska kongaríkinum fyri 2023.
Valla eru nógv, sum trúgva upp á ein
slíkan boðskap, at vit Føroyar taka loys
ing innan fyri næstu fýra árini. Tað er
bæði praktist og politiskt ógjørligt, og
fólkaviljin er so slett ikki til tess.
Vit sóu, hvussu tað gekk í 1946. Og vit
sóu, hvussu tað gekk í 2000. Tvær ferðir
hevur høvi verið hjá føroyingum at taka
støðu til at loysa, men báðu ferðirnar
eru fólk, sum skuldu slóða fyri, lopin frá.
Allir flokkar á tingi eru samdir um, at
sjálvsavgerðarrætturin liggur í Føroyum
hjá Føroya fólki, um vit skulu loysa ella
ikki. Tí tykist tað heldur enn ikki øvugt
at stríðast um tað í danska Fólkatingi
num. Gamaní hevði tað verið gott hjá
fullveldiskreftunum, um vit fingu eina
váttan frá forsætismálaráðharranum
um, at sjálvsavgerðarrætturin er okkara.
Men veruliga arbeiðið at slóða fyri
loysing má gerast í Føroyum. Tí tað eru
føroyingar, sum skulu vilja tað, og tað
eru føroyingar, sum skulu taka støðu til
tað. Tá tann løtan kemur, um hon kem
ur, so er tað líka mikið, hvat danska
stjórnin heldur.
Stóri trupulleikin er bara tann, at før
oyingar vilja ikki loysa. Í valstríðnum
kom fram, at vit hava bara tríggjar loys
ingarflokkar: Tjóðveldi, Framsókn og
Zakarias Wang-útgávuna av Sjálvstýri
num. Tilsamans fingu hesir loysingar
flokkar 22,4 prosent av atkvøðunum.
Loysingin verður tí ein tungur burð
ur at fáa í hús – í øllum førum næstu
árini.
Føroyingar valdu ríkisfelagsskapin
7. JUNI 2019
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Í dag er tann stóri dagurin komin, tá ið sein
asta skotið verður latið av í Eysturoyartunli
num. Tað verður klokkan seks í kvøld og
hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn.
Har verður stórskíggi settur upp har tað
fer at bera til at fylgja við, tá seinasta skotið
verður latið av.
Skotið verður latið av 5.274 metrar inni í
Eysturoyartunlinum, Hvítanes megin. Tí er
ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum,
so í staðin er tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi,
sigur tunlafelagið í eini fráboðan í dag.
– Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya
størstu byggiverkætlanum, tí nu er liðugt at
bora tunnilin og samstundis er arbeiðið við
at gera tunnilin lidnan, eisini komið væl
áleiðis, sigur felagið.
Tað verður Heðin
Mortensen, sum fær
heiðurin av at lat
seinasta skotið av.
Heðin skjýtur
síðsta skotið
EYSTUROYARTUNNIL
Les eisini blaðið
á telefonini
Lív og vanlukkur
– minnisvarði í
Svínnoy
Siðsøga síða 26-27
Eyðdis ætlar
sær í Løgtingið
síða 23
Jens L. Thomsen, Ragnhild H. Højgaard og
Carl Johan Jensen fáa listafólkløn í trý ár
at arbeiða við list innan tónleik, myndlist
og bókmentir.
Hesum boðaði Mentanargrunnur
Landsins frá í gjár:
– Nevndin hevur gjørt av at veita trim
um umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til
burturav at arbeiða við síni list innan
tónleik, myndlist og bókmentir.
Inn komu 26 umsóknir, og torført hevur
verið at tikið dagar í millum nógvu og góðu
umsóknirnar. Samstundis frøast vit um
tað fjølbroytni og um ta grøði, sum er
innan tey ymsu yrkislistaøkini. Endaliga
avgerðin hjá nevndini speglar eisini hesa
vídd.
Endamálið við listafólkalønum er at
bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum,
og lønirnar verða veittar umsøkjara við
støði í verkevni ella verkætlan, sum, eftir
nevndarinnar meting, hava listalig og
faklig dygdareyðkenni.
Hesi sótu í faknevndunum at gera
tilmæli til nevndina: Ritlist: Ann Ellefsen
og Bergur Rønne Moberg.
Myndlist: Bárður Jákupsson og Solveig
Hanusardóttir Olsen. Tónlist: Hans Pauli
Tórgarð og Sunleif Rasmussen.
Filmslist: Julia í Kálvalíð og Rókur
Heinesen.
Jens, Ragnhild og Carl
Johan listafólkaløn í trý ár
Í blaðnum...