Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Hóast fleiri hava ilt eyga á velj­ar­a­ kann­ing­um, so vóru kortini nakr­ar kann­ing­ar undan hesum fólka­tings­ val­i­num, sum vístu á tað úrslitið, sum bleiv: At Sam­bands­flokk­u­r­in fór at taka fyrra sessin og Javn­að­ ar­flokk­urin tann seinna. Men tá til stykkis kemur, so er eing­in velj­ar­a­kanning so góð, sum tá velj­ar­a­rnir fara fram at at­kvøð­ u­kass­anum og velja. Taka vit so úrslitið av fólka­tings­ vali­num og gera tað um til eitt løg­ tings­val, so verða stórar broytingar í sam­an­sestingini á tingi, tí so verð­ ur Sam­bands­flokkurin tann størsti flokk­ur­in, sum fær 9 tingfólk. Javn­að­ar­flokk­uri­n næstur við 8, síð­ani Fólka­flokk­urin 7 og Tjóð­ veldi helst við 6. Tað kundi merkt, at Sam­bands­flokk­ur­in og Javn­ að­ar­flokk­ur­in gjørdu eina heima­ stýrissamgongu einsa­mall­ir. Ein samgonga, sum ikki er roynd áður. Bara tvær ferðir hava vit havt tvey­flokka­sam­gong­ur. Tað var valskeiðið 1950-54, tá Sam­bands­ flokk­ur­in og Fólk­a­flokk­ur­in vóru einsamallir í samgongu, og tá Javn­ að­ar­flokk­ur­in og Fólkaflokkurin vóru eins­a­mall­ir í sam­gongu frá 1991-93. Men hóast vit taka fólka­tings­ val­ið sum eina veljarakanning, so vita vit av royndum, at heldur ikki hon er serliga eftirfarandi fyri eitt løg­tings­val. Eitt er, at Miðflokkurin ikki still­aði upp hesaferð. Men taka vit teir fýra stóru flokk­ar­nar, so vita vit av roynd­um, at úrslitið ikki er tað sama, hó­ast fólkatingsvalið bara er góð­ar tveir mánaðir fyri løg­ tings­valið. Soleiðis var eisini í 2015, tá fólka­tings­val var 18. juni og løg­ tings­val 1. september. Hesaferð var fólkatingsvalið 5. juni og løgtingsvalið verður eftir ætl­an løgmans 31. august. Ímynda vit okkum, at munurin hjá flokkunum á báðum valunum í 2015 verð­ur tann sami í ár millum fólka­tings- og løgtingsval, so skal Fólka­flokk­urin rokna við eini fram­ gongd og fær 24 prosent. Sam­bands­ flokk­urin missir, tí lutfalsliga fleiri sam­bands­fólk fara á fólkatingsval. Flokk­urin hevði fingið 22,5 prosent. Javn­að­arflokkurin hevði fingið 26,3 og Tjóð­veldi 15,7 prosent. Tað hevði giv­ið Fólkaflokknum 8, Sam­bands­ flokk­i­num 7, Javnaðarflokkinum 8 og Tjóð­veldi 5 tingfólk. Helst fara vit at síggja aðr­ar velj­ ar­a­kann­ingar fram til løgtingsvalið, og helst fara tær eisini at peikað í yms­ar ættir. Fólkatingsvalið er heldur ikki ein velj­ar­a­kanning. Men eitt val til Fólk­ a­tingið. Vit vita, at veljarar hugsa øðr­vísi til løgtingsval – og enn er góð tíð hjá ymsu flokkunum og val­ evn­un­um at gera vart við seg. Men eins og áður vísti fólkatingsvalið, at tann, sum hálar atkvøður inn í Havn – hann vinnur valið. Vinnandi flokkarnir á tingi mugu vera sterkir í Havn Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! KANNINGAR OG TVEY YMISK VAL Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Hevur tú hug at vera við í einum sterkum dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna gerandisdag? Ert tú motiveraður til at gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so er starvið sum internt sølufólk hjá okkum tann rætta avbjóðingin til tín. Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá smáum kundum til størri verkætlanir. Við tað at tín dagligdagur verður fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt spennandi arbeiðspláss hjá tær. Tín vanligi arbeiðsdagur Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari ráðgeving og sølu til el-installatørar og ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at geva tilboð og standa fyri søluátøkum. Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta kundan í fokus. Tínar kvalifikatiónir Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk ímynda vit okkum, at tú hevur eina bakgrund innan el-vinnugreinina t.d. handilsútbúgving ella sum elektrikari ella el-installatørur. Sum starvsfelagi ert tú álítandi og áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Ert tú áhugaður? Ljóðar hetta sum ein spennandi karrierumøguleiki? So send okkum tína umsøkn/CV á mail starv@solar.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin 24. juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni. Starvssetan Skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, set teg í samband við stjóran Claus V. Christensen tel. 237930 mail: cvc@solar.fo Vit síggja fram til tína umsókn. Solar Føroyar P/F Brekkutún 2 FO-188 Hoyvík Tel. 357933 Ert tú okkara nýggja sølufólk? Grafix 504251 Starvið Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskap, skatt, ráðgeving og eina røð av øðrum tilknýttum uppgávum. Samstundis sum tú arbeiðir hjá okkum, hevur tú møguleika at taka víðari útbúgving at gerast góðkendur grannskoðari. Tínir førleikar Kravið er, at tú hevur eina Cand. Merc. Aud. ella HD-R útbúgving. Harumframt ert tú framsøkin at røkka settum málum og arbeiðir effektivt og sjálvstøðugt við stórum nærlagni. Viðkomandi royndir innan fakøkið er ein fyrimunur. Vit bjóða Hjá okkum fært tú eitt fjølbroytt, avbjóðandi og spennandi starv við góðum møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Í starvinum fært tú somuleiðis eitt breitt innlit í føroyska vinnulívið. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu. Umsókn og freist Umsóknir við prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2019. Starvið verður ætlandi sett 1. september 2019. Umsóknir skulu sendast til roknskap@roknskap.fo ella Roknskaparfelagið Sp/f J. C. Svabosgøta 48 Postboks 2210 FO-110 Tórshavn Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til okkum á tlf. 309400. Tórur við Áir, skrásettur grannskoðari, torur@roknskap.fo Olaf Frits Joensen, skrásettur grannskoðari, olaf@roknskap.fo Roknskaparfelagið er ein góðkend grannskoðarafyritøka, sum hevur til endamáls at veita dygdargóðar tænastur í sambandi við grannskoðan, roknskap, bókhald, mvg, skatt og ráðgeving. Vit leggja stóran dent á yrkisliga dygd og tætt samskifti við okkara kundar. www.roknskap.fo GRANNSKOÐARI TIL ROKNSKAPARFELAGIÐ