týsdagur 11. juni 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Túsund fólk til
útigudstænastu
Umleið túsund fólk vóru til afturvendandi útigudstænastuna,
ið var á Ovaravølli í Gundadali annan hvítusunnudag
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Bygdarskýlið á Ovaravølli var
fult av fólki annan hvítusunnu
morgun. Harumframt stóðu
fleiri fram við girðingini. Tað
var ikki tí at nakar fótbólts
dystur var á skránni, men tí at
fólk úr øllum kirkjum í Suður
streymoy umframt nógv onn
ur vóru komin saman til árligu
útigudstænastuna,
ið
varð
hildin fyri sjeyndu fer.
Tað eru prestarnir í eystara,
vestara og norðara prestagjøld
um í Suðurstreymoy, sum
skipa fyri. Kirkjuráðini hjálpa
eisini væl til.
Bubu legði dent á
at hava vinir
Prestarnir tóku lut á ymiskan
hátt. Sonja Klein bjóðaði væl
komin og bað eina bøn, Henn
ing Bøgesvang læs kollektina,
Bergur D. Joensen epistulin,
Sverri Steinhólm trúarjáttan
ina, Derhard Jógvansson evan
gelitekstin, Heri Joensen præd
ikaði, og Theodor Eli D. Olsen
takkaði, bað Faðirvár og lýsti
áronittisku signingina.
GHM og Havnar Hornork
estur spældu til sálmasangin.
Hesir sálmar vórðu sungnir:
Nú skínur sól í dýrd og mæti,
Kom, friður av himni, Mána og
sól, Harra Guð, títt dýra navn
og æra og Alt í føðurhendi er.
Í ár var tað klovnurin Bubu,
ið hevði nakað til børnini.
Hann segði søguna um heim
leysa Henry, sum bara hevði
ein vin, og tað var Jim. Bubu
vísti á týdningin at hava vinir,
og at gera nakað gott fyri
hvønn annan.
Prædikaði um
Jóhannes 3,16
Tað var Heri Joensen, ið præd
ikaði. Teksturin var tann kendi
í Jóhannes 3,16, sum eisini verð
ur kallaður tann lítla Bíblian.
Skriftstaðið er úr samrøðuni
millum Jesus og Nikodemus,
sum vitjaði Jesus á náttartíð.
Heri Joensen vísti eisini á,
at hvítusunna er føðingardag
ur kirkjunnar.
Gudstænastan varð tulkað
fyri deyvum, og hon varð eisini
send í KvF.
Eftir gudstænastuna fóru
fólk í Badmintonhøllina til ein
drekkamunn, og okkurt gott
var eisini til børnini.
– Tað er hugaligt, at fólk
aðrastaðni úr landinum koma
til útigudstænastuna. Eisini
koma fleiri fólk úr øðrum sam
komum í Havn og eru við. Tað
hevur óivað nakað við tað at
gera, at aðrar samkomur ikki
hava tiltøk um morgunin ann
an hvítusunnudag, sigur Der
hard Jógvansson.
Umleið 1000 fólk vóru til útigudstænastu á Ovaravølli í Gundadali
Bubu fortaldi søgu fyri børnunum
Heri Joensen, prestur, prædikaði
200 fólk á fólkafundi í Føgrulíð
Hvítusunnudag var fólkafundur í Føgrulíð í sambandi við at 120 ár eru
liðin, síðani Føroya Fólkaháskúli byrjaði í Føroyum
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tað var ein sera góð løta í
Føgrulíð. Nógv fólk og góðar
røður, sigur Anfinnur Heine
sen, háskúlastjóri.
Sangur, røður og
framførslur
Gingið varð frá Klaksvík upp
um Háls oman til Føgrulíð.
Einir sjey limir úr Klaksvík
ar hornorkestri spældu og
gjørdu løtuna hugnaliga. Jógv
an Andrias Joensen og Hanus
G. Johansen framførdu.
Annika Waag og Heini Gaard
bóru fram røður.
Annika Waag kom í røðuni
nógv inn á tilknýtið, langabbi
hennara, Símun í Vági, hevði
við háskúlan. Símun í Vági var
vinnulívsmaður og stovnaði
Føroya Bjór. Hann stuðlaði há
skúlanum væl tey fyrstu árini,
meðan skúlin var á Borðoynni.
Hann sat eisini í stýrinum fyri
háskúlan, men tá ið hann flutti
til Havnar, segði hann seg frá í
øði.
– Heini Gaard eftirgav í síni
røðu langabba sín, Rasmus
Rasmussen, fyri at hava sagt,
at tað var meira nytta í at telja
sáðberar á eini plantu, enn øll
tey árini hann hevði sitið á
tingi, sigur Anfinnur Heinesen.
Sangirnir Vár við lýggjum
vindi og Nú skínur sólin bjarta,
sum Símun av Skarði hevur
yrkt, vórðu báðir sungnir.
Hugnalig løta
– Tað vóru knapt 200 fólk.
Eisini lógu nakrir bátar út fyri
og fylgdu við. Fólk høvdu mat
pakka og okkurt at drekka aft
urvið og hugnaðu sær, sigur
Annfinnur Heinesen.
Skipað varð eisini so fyri, at
nakrir fjallmenn gingu við
fólki, so at øll kom væl fram og
aftur, eisini tey, ið ikki vóru
kend.
Í Tunghúsi, ið er eitt seyða
hús tætt við tann sokallaða
ástarvegin niðan á Háls, vórðu
dyrnar latnar upp, og Waag
familjan bjóðaði fólki ein bita
og okkurt leskiligt afturvið á
heimvegnum.
Tað vóru Anfinnur Heine
sen, Fríðfinnur Johnsson og
Per Jacobsen, sum vegna Há
skúlan skipaðu fyri tiltakinum.
Úr Føgrulíð til Havnar
Háskúlin varð stovnaður í
1899. Byrjað varð 2. november.
Tað vóru Rasmus Rasmussen
og Símun av Skarði sum stovn
aðu og vóru persónarnir aftan
fyri Háskúlan í nógv ár. Fyrsta
árið helt Háskúlin til norðuri
hjá Jóan Petur í Stongum í
Klaksvík. Har var hann í eitt ár
og flutti so til í Føgrulíð. Í 1909
flutti hann til Havnar, har
hann er enn í dag.
Umleið 200 fólk vóru til fólkafundin í Føgrulíð hvítusunudag
Mynd: Petur Martin Solmunde.