Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI - HETTA ER EIN ÓGVULIGA SYRGILIG STØÐA Fríðhild Winther, forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun, sigur, at einir 25-30 av hennara limum hava havt sítt arbeiði á fiskavirkinum í Skopun Vilmund Jacobsen - Hetta hevði eg slett ikki væntað, og eg havi ikki hoyrt eitt einasta orð um, at virkið møgu­liga fór at lata aftur. Sand­oy Seafood hevði bjóðað øllum arbeiðsfólkinum út til Nóls­oyar ein túr seinni í hes­ um mánaðinum. So, hetta kom í allar mátar púra óvart á okk­ um. Tað sigur Fríðhild Winther, for­kvinna í Arbeiðskvinnu­fel­ agn­um Vónini í Skopun, sum hevur havt einar 25-30 limir á flaka­virkinum, sum nú letur aft­ur. Fríðhild Winther hevur verið knýtt at flakavirkinum í Skop­un heilt síðan 1978 – við und­antaki av umleið trimum ár­um, tá virksemið hevur ligið stilt. - Tað var ein steðgur á virk­ in­um eini tvey ár í kreppuni í fyrru hálvu av nítiárunum, tá óføru Delta-menninir á Tvør­ oyri vóru við til at reisa virk­ semið á føtur aftur. Síðan var aft­ur ein steðgur nøkur fá ár her­fyri, tá Marine Harvest hjálpti til at fáa virksemið á føtur aftur. Forkvinnan í Vónini heldur, at nú er lítil vón um, at virk­ semið verður reist á føtur aft­ ur. - Vit kenna ikki framtíðina, men nú haldi eg, at tað sær svart út. Eg hevði als ongan var­huga av, at virksemi nú fór at halda upp at, og vegna tey ar­beiðsfólk, sum virksemið í Skop­un hevur havt so stóran týdn­ing fyri, harmist eg ómeta­liga nógv um støðuna, sum knappliga hevur tikið seg upp. Hon vísir á, at nøkur av teim­um, sum arbeiða á flaka­ virk­inum í Skopun, ikki hava fing­ist við annað enn fiska­ar­ beiði, og nú virkið letur aftur, noyðast tey kanska heilt inn á Skála­fjørðin, um tey skulu fáa líknandi arbeiði aftur, sum tey hava havt í Skopun. - Onnur, sum hava roynt okk­urt annað, kunnu kanska fáa arbeiði í røktini ella aðra­ staðni, men eingin vissa er fyri hesum. Fríðhild Winther sigur, at hon er ógvuliga hørm um tað, sum er hent. - Flakavirkið í Skopun hevur havt so ómetaliga stóran týdn­ ing fyri Skopun og fyri mong onnur í Sandoynni, sum hava havt sína inntøku her. Tað er eitt serstakt samanhald á ein­ um fiskavirki, og í staðin fyri, at fólk nú kunnu gleða seg til ein útferðartúr saman, verða øll nú søgd úr starvi. Forkvinnan í Arbeiðs­kvinnu­ felagnum Vónini held­ur, at støðan, sum nú hevur tikið seg upp, er ógvuliga syrgilig, og hon heldur tað vera synd í teim­um, sum nú kanska skulu noyð­ast av oynni at finna sær arbeiði. - Hetta verður serliga trup­ult hjá teimum, sum hava børn, og har maðurin kanska er sjó­ mað­ur, sigur Fríðhild Winth­er. Fiskavirkið í Skopun lukkar Raksturin ber seg ikki og tí lukkar virkið Áki Bertholdsen Orsøkin er, at tað ikki er eydn­ast at fáa raksturin at bera seg. Hetta merkir, at virkið keypir ikki meira rá­ vøra, og fiskurin, sum er á virk­inum, verður virkaður, pakk­aður og seldur. Eftir tað verð­ur virkið stongt. Tað eru Mowi Faroes og Delta Seafood, sum eiga Sand­oy Seafood. Mowi Far­o­ es heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faro­es í tveimum umførum hev­ur gjørt royndir á Sands­ vág sum aliøki, fer felagið nú undir framleiðslu á Sands­ vág, har felagið í august í ár fer at leggja seks aliringar. Ring boð til sandoyingar Mangla skip atknýtt at virkinum í Skopun Tað er ov dýrt at keypa rávøruna á fría marknaðinum, heldur nevndarformaðurin í Sandoy Seafood Árni Gregersen Onki avlop av íløgunum er orsøkin til at eigararnir hava valt at lata Sandoy Seafood í Skopun aftur og siga øllum starvs­fólkunum upp. Tilsamans eini 60 fólk ar­ beiddu á virkinum, tá ið tey í gjár fingu boð um, at virkið let­ur aftur. - Ja, hetta er sjálvandi ein tungur dagur fyri øll, men veru­leikin er, at vit fáa tað ikki fíggj­arliga at bera til, sig­ur Hans Jákup Mikkelsen, nevnd­ar­formaður í Sandoy Seafood. Virkið í Skopun hevur fyrst og fremst arbeitt tosk og upsa, men tað hevur verið ógvu­liga tor­ført at fáa fatur á rávøruni. - vit hava keypt alla okk­ ara rá­vøru á fría markn­að­in­ um. Tað er ofta dýrt, so tað er ringt at fáa nakað at leypa av, sigur nevndarformaðurin. Mugu hava atknýtt skip Hans Jákup Mikkelsen sigur, at fyri at eitt flakavirki skal kára seg í dag, so er neyðugt at hava skip atknýtt, so til­ gongd­in av rávøru er trygg. Hetta er tað, sum búskap­ ar­frøð­ingarnir kalla fyri verti­k­ala integratión. - Fyri at tryggja, at eitt virki koyrir so effektivt, sum til ber, so má hetta gerast. Tá ber eis­ini tl at gera lang­tíðar­ sátt­mál­ar um levering og tað kunnu báð­ir partar fáa gagn av, sigur hann. Nevndarformaðurin legg­ ur dent á, at arbeiðsfólkið á Sand­oy Seafood hava gjørt tað, tey hava kunnað fyri at fáa virkið at ganga, men sum longu nevnt er ongin pen­ ingur lopin av í rakstrinum. Í seinasta almenna rokn­ skap­inum frá 2017 javnvigar rokn­skapurin, men árið fyri gev­ur roknskapurin eitt hall uppá tríggjar milljónir krón­ ur. Núveerandi eigararnir Movi Faroes og Delta Sea­ food hava átt og rikið virkið sein­astu fýra ár­ini. Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður Sandoy Seafood í Skopun hevur latið aftur