Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Føroyski búskapurin hevur tað so gott sum sjáld­an. Avgerandi bú­ skap­ar­tøl peika støðugt rætta vegin. Talið á løn­takarum er í toppi og veksur støðugt. Millión­ir­nar, sum verða goldnar í løn, eru so nógvar sum ongantíð og vaksa støðugt í tali. Arbeiðs­loys­ið er í botni. Nýggjar uppgerðir hjá Hagstovu Føroya vísa, at framgongdini í løn­takaratalinum og lønar­gjaldinum heldur fram. Seinastu fimm árini hevur vøksturin verið støðugur, og ongar ábend­ingar eru um, at gongd­in fer at broytast mun­andi komandi tíðina. Í mai mánaði vórðu goldnar umleið 830 millión­ir krónur í lønum. Tað eru umleið 20 millión­ir meira enn sama mánað í fjør. Fyri umleið fimm árum síðani fóru lønar­gjaldingarnar um 600 milliónir krónur, og vøkst­ur­in hevur verið støðug­ur síðani. Í mars mánaði vóru 27.200 løntakarar í Før­ oy­um. Tað eru umleið 800 fleiri løntakarar sam­an­borið við sama mán­að í fjør. Seinastu fimm árini eru støðugt fleiri fólk løgd afturat løn­ takaraskaranum. Menninir økja um munin Bæði tá ið tað kemur til tal á løntakarum og upphædd í lønar­gjald­ ing­um hevur gongdini hesi seinastu fimm árini verið, at munurin millum menn og kvinnur veksur støðugt. Í mars mánaði vóru um­leið 14.100 menn í løn­ takaraskaranum. Talið á kvinnum var 13.100. Harvið vóru umleið 1000 fleiri menn enn kvinnur millum løntakararnar. Sam­bært Hagstovu Før­ oya var munurin millum menn og kvinnur fyri góðum fimm árum síðani bert 500 fólk. Eisini tá ið tað kemur til lønargjaldingarnar veks­ur munurin millum menn og kvinnur. Koyrdi ørt í bygd­ um øki Borgar­ stjóri í Nuuk gevst Løgreglan gjørdi mána­kvøldið ferða­ kann­ingar í Eystur­ oynni. Í Sølda­firði var ein bil­førari tikin fyri at koyra heili 108 km/t í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra í mesta lagi 50 km/t. Bilførarin misti koyrikortið á stað­ num, og har­afturat kann hann vænta sær trivaliga bót. Løg­reglan tók eisini ein bilførara, sum koyrdi bil, hóast hann ikki hevði koyri­kort. Asii Narup Chem­ nitz, sum hevur verið borgar­stjóri í grøn­ lendska høvuðs­stað­ num Nuuk sein­astu 10 árini, gevst í starvi­ num. Or­søkin er ein doku­mentar­sending, sum Danmarks Radio hevur framleitt. Send­ ingin við heitinum »Byen hvor børn for­ svinder« vísti, at triðja­ hvørt barn í býn­um Tasiil­aq er fyri kyns­ lig­um ágangi, og annað hvørt barn hevur okkurt sosialmál í kom­mun­uni. Tasiilaq og Nuuk eru partur stór­kommununi Ser­ mer­sooq, har Asii Na­ rup Chemnitz hevur verið borgarstjóri. TÍÐINDI MENN RENNA UNDAN KVINNUM Munurin millum menn og kvinnur, tá tað kemur til tal á løntakarum og upphædd á lønargjaldingum, er vaksin seinastu fimm árini 1000 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar, og menn forvunnu í mai mánaði 200 milliónir krónur meira enn kvinnur